Lagnan hjá Kongsvinger framvegis ikki avgjørd

Fótbóltur: Kongsvinger tapti aftur hetta vikuskiftið, og liðið niðanfyri teir vann, so nú eru bert tvey stig niður til beinleiðis niðurflyting. Møguleiki er fyri einum veruligum botngysara í seinasta umfarinum av kappingini

Tá Kongsvinger næstseinasta vikuskiftið vann 2-1 á Tromsø, skoraði Julian Johnsson til 1-0 næstan beinanvegin í dystinum, og sigurin var kærkomin hjá Kongsvinger-liðnum, sum roynir at sleppa undan niðurflyting úr bestu norsku deildini.

Sunnudagin vóru Julian og Kongsvinger so aftur í eldinum, men hesaferð gekk minni væl. KIL tapti á útivølli 1-0 móti Strømsgodset, og liðið er nú aftur bert tvey stig frá beinleiðis niðurflyting. Tað gjørdi tað ikki betri, at Haugesund, sum er tvey stig aftanfyri Kongsvinger vann 5-4 í einum dysti, sum hevði nógv meira undirhald enn dysturin millum KIL og Strømsgodset.


Vánaligur dystur

Strømsgodset var undan dystinum sunnudagin bert tvey stig frammanfyri Kongsvinger, sum sostatt við einum sigri kundi fara fram um Strømsgodset og sleppa av plássinum, sum ber tveir dystir um upp- og niðurflyting við sær.

Men um vit skulu trúgva tí, sum norska blaðið VG skrivar, so hevði Kongsvinger, sum hevði Julian Johnsson á liðnum allan dystin, lítið at bjóða uppá. Strømsgodset spældi heldur ikki serliga væl, men hevði fleiri málmøguleikar, og í seinasta enda var sigurin uppiborin, skrivar VG.

Einasta málið í dystinum kom, tá fyrrverandi norski landsliðsspælarin Jostein Flo á eyðkendan hátt skallaði bóltin fyri føturnar á Christer George, og hetta var rættiliga tíðliga í dystinum.

Strømsgodset fekk eitt mál afturat í fyrra hálvleiki, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu. Í seinna hálvleiki var tað so Kongsvinger, sum hevði bóltin í málinum, men tað málið varð eisini ógildað, hesaferð fyri »hands« beint frammanundan.


Tætt í botninum

Kongsvinger kennir nú andan av Haugesund í nakkanum, eftir at hesir vunnu 5-4 á Bodø/Glimt. Úrslitið ber boð um, at hesin dysturin hevur verið rættiliga undirhaldandi, og um vit hyggja eftir, nær málini komu, síggja vit, at hann eisini hevur verið dramatiskur.

Haugesund legði seg á odda 4-2, tá 70 minuttir vóru spældir, men minuttin eftir minkaði Bodø/Glimt til 4-3. Síðani gekk ein góð løta, áðrenn nakað mál kom aftur, men í 88. minutti javnaði Bodø/Glimt til 4-4. Men eisini hesaferð gekk bert ein minuttir, so var mál í hinum endanum, so Haugesund at enda vann 5-4. Ikki eitt gott úrslit fyri »føroyska« liðið í Noregi, nú tað bert resta tvey umfør eftir av kappingini. Í næstseinasta umfari, sum verður 18. oktober, spælir Kongsvinger á heimavølli móti Viking úr Stavanger (teir liggja nummar fýra í kappingini), meðan Haugesund hevur útidyst móti Moss (teir liggja á 11. plássi, beint frammanfyri Kongsvinger). Og í seinasta umfarinum av norsku Tippeligaini, sum verður spælt sunnudagin 25. oktober, skal Kongsvinger til Haugesunds at spæla! Sostatt er lagt upp til ein sera spennandi enda upp á norsku kappingina, eisini sæð við føroyskum brillum.