Stuttligt at gevast á toppinum

Fótbóltur: Málverjin hjá HB seinastu mongu árini fer nú at gera minni við fótbóltin og lata handskarnar yvir til avloysaran Bárð Johannesen

Hann hevur spælt 297 skrásettar dystir fyri besta liðið hjá HB og er hetta greitt met í høvuðsstaðarfelagnum. Haraftrat hevur hann skorað

eitt mál, sum hann gjørdi í kappingini um løgmanssteypið fyri nøkrum árum síðani, tá HB vann 22-0 á Skansanum. Kaj Leo Johannesen fer nú, meira ella minni, at leggja handskarnar á hillina.

Kaj Leo sigur, at hann komandi ár fer at lata málmansplássið yvir til Bárð Johannesen, sum í mong ár hevur verið fastur avloysar hjá honum.

Sølufyritøkan Farex, sum Kaj Leo hevur saman við Róa Egholm, krevur sítt, og tí ætlar 34 ára gamli Kaj Leo komandi ár bert at hjálpa HB-venjaranum við eitt sindur av málmansvenjing av og á. Um tað so skuldi hent seg, at Bárður fekk ein skaða ella bleiv leikbannaður, so er tað ikki óhugsandi, at man kundi tikið yvir onkran einkultan dyst, um man er í nóg góðari venjing, sigur Kaj Leo.

Kaj Leo sigur við Sosialin, at tað er stuttligt at enda á toppinum, eftir at hava bíðað í heili átta ár. Sum heild er tað sera stuttligt at verða við á einum slíkum liði, sum tí vit hava havt í ár, har alt virkar so væl, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, sigur Kaj Leo. Hann heldur, at árið í ár hevur verið øgiliga positivt í HB, og at hann væntar, at komandi ár eisini verður rættuliga positivt.