Bestu liðini og útlendsku feløgini eiga landsliðið

Fótbóltur: Tveir spælarar, sum ongantíð hava spælt á landsliðnum áður, eru næstu vikuna við í landsliðsferðalagnum

Seinnapartin í dag, kl. 17.30, lættir flogfarið hjá Atlantsflog úr Vágum við nøsini vendari móti litaviska høvuðsstaðnum Vilnius. Har skal landsliðið spæla leygarkvøldið klokkan 18 føroyska tíð, og í morgin og fríggjadagin fara Allan Simonsen og Jógvan Martin Olsen at halda spælarunum til.

Landsliðsvenjarin og spælararnir, sum dagliga eru uttanlands, koma til Føroya í dag, og so fer landsliðsferðalagið beinleiðis til Litava.

Ferðaleiðarar fyri FSF eru Mortan Poulsen og Jákup Simonsen, og liðleiðari er Heðin Askham.

Landsliðið skal spæla tveir dystir í fýra dagar, og í slíkum førum er ikki minst týdningarmikið at hava hollar og fryntligar persónar, sum kunnu vegleiða og veita viðgerð, tá tað ræður um heilsupartin, og tað kann ikki sigast annað, enn at landsliðið er væl fyri, hvat tí viðvíkur. Einir tveir ella tríggir læknar og tveir ella tríggir fysioterapeutar skiftast um at ferðast við, alt eftir sum tað liggur fyri, og hesa ferð eitur læknin Jens Pauli Marstein, og fysioterapeuturin eitur Álvur Hansen, sum sjálvur er venjari hjá U-18 kvinnulandsliðnum.


Setningurin

Litava ljóðar ikki av so nógvum í altjóða fótbólti, men eingin ivi skal vera um, at bitin verður ivaleysa stórur hjá føroyingunum. Litava er styrkismett hægri, enn Estland er, og øll minnast, hvussu tað gekk, tá landsliðið 4. juni royndi at endurtaka sigurin, sum teir vunnu í Estlandi 20. august í fjør.

Síðani hevur verið sagt, at ein av orsøkunum til stórtapið í Tallinn var, at føroyingarnir ótilvitað undirmettu estlendsku mótstøðumenninar. Tað fara føroyingarnir heilt víst ikki at gera hesa ferð, men vit kunnu vóna, at litavararnir fara at undirmeta føroyingarnar, sum taptu so nógv móti estisku grannunum hjá Litava.

Í útgangsstøðuni kann ikki roknast við, at føroyingarnir hava nakað stig í posanum, tá landsliðið lendir aftur í Vágum um eina viku, men tað hevði komið væl við, um tað kortini hevði eydnast.

Vit vita, at Skotland er eitt torført mótstøðulið á útivølli, og at Litava megnaði javnleik móti teimum, tá hesi bæði liðini hittust í EM undankappingini fyrst í september, sigur okkum, at tað verður torført báðu ferðirnar.

Men nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast. Burtursæð frá sigrunum á smátjóðunum San Marino og Malta hevur landsliðið undir leiðslu av Allani Simonsen ongantíð í undankappingardystum fingið stig á útivølli. Tapini hava ikki altíð verið stór, og ikki minst stendur 3-1 tapið í fjør ? eftir at landskappingin heima á landi var liðug ? greitt í huganum.


Manningin

Onkrar broytingar hava verið, síðani landsliðsvenjarin í síðstu viku valdi teir átjan, sum hann vildi hava við. Sum vit søgdu í gjár, so hevur fyrrverandi liðformaðurin, Magni Jarnskor, givið avboð, tí hann heldur seg ikki hava tíð til so langa ferð, og í gjár var greitt, at Allan Mørkøre er so mikið illa fyri, at hann kann ikki fyrireika seg til dystirnar og spæla.

Í staðin fyri teir báðar hevur venjarin valt Jóhannes Joensen úr HB og Jan Joensen úr KÍ. Hvørgin teirra hevur verið á landsliðnum áður, men Jan Joensen hevur tikið lut í onkrari felags venjing.

Jan Joensen, sum hevur staðið seg væl á KÍ liðnum í ár, er 30 ára gamal, og at hann nú fær landsliðsboð kann so ikki vera tí, at venjarin ynskir at slúsa ein ungan spælara inn í landsliðsmanningina.

Tað er merkisvert, at venjarin ikki hevur sent boð eftir Arnbirni Danielsen. B36 verjumaðurin hevur verið fastur fúsur í hópinum í meiri enn eitt ár, men nú er hann ikki millum tjúgu teir fyrstu.


Feløgini

Tað hevur verið tosað nógv um, at fremstu feløgini í Føroyum ikki hava havt so stóra umboðan á landsliðnum, sum tað hevur verið hildið, at tað var nátúrligt, at tey høvdu, men tað kann ikki sigast, nú landsliðið fer avstað til síðstu uppgávuna í ár.

HB, sum er FM vinnari, eigur tríggjar spælarar ? Jan Dam, Hans Fróða Hansen og Jóhannes Joensen, KÍ, sum vann silvurmerkini, eigur tveir spælarar ? John Hansen og Jan Joensen, B36, sum endaði á triðja plássi, og sum stóð seg sera væl í seinnu hálvu, eigur fýra spælarar ? Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, John Petersen og Pól Thorsteinsson, og GÍ, sum í síðsta umfarinum smoygdi sær upp á fjórða plássi, eigur tveir landsliðsspælarar ? Henning Jarnskor og Sámal Joensen.

Tað vil við øðrum orðum siga, at fýra tey fremstu liðini heima á landi eiga ellivu av átjan spælarum, og so skulu vit leggja afturat, at tveir aðrir frá hesum feløgunum ? Magni Jarnskor og Allan Mørkøre ? hava givið avboð.

Útlendingarnir eru seks í talið ella sjey, um Jan Dam verður roknaður millum hesar, og frá øðrum føroyskum feløgum er bara ein spælari ? Óli Johannesen, sum umboðar niðurflytararnar úr TB.

Hvussu liðið verður sett saman, fara vit at hoyra meiri um teir næstu dagarnar. Allan Simonsen plagar at siga, at hann í so stóran mun, sum tað ber til, ynskir at spæla við sama liðnum, og tað ber næstan til hesa ferð. Av teimum ellivu, sum mannaðu liðið móti Kekkia, eru allir við hesa ferð, burtursæð frá Allani Mørkøre. Sámal Joensen, sum hetta síðsta árið hevur arbeitt seg alt nærri einum fastum plássi, var skaddur seinast, men hann er við aftur hesa ferð.

Út frá omanfyri standandi kundi nógv bent á, at talan verður umleið sama liðið, men tað kann eisini hugsast, at venjarin fer at gera onkra taktiska broyting, og ein maður sum John Hansen man vera komin nærri einum plássi í byrjunaruppstillingini, eftir at Allan Mørkøre hevur givið avboð, men hvussu tað verður við hesum og øðrum viðurskiftum kring landsliðið fara vit at frætta meiri um teir komandi dagarnar.

Ítróttarsosialurin verður við í ferðalagnum seinnapartin í dag, og vit fara at lata frætta frá okkum í morgin, fríggjadagin og leygardagin.