Bert hugflogið setir markið. . .

- Lyklaorðini í frítíðarskúlanum er trygd, dygd og virksemi. Ætlanin við ymsu verkstøðunum er at geva teim 250 børnunum í skipanini ein so fjølbroyttan, livandi og áhugaverdan gerandisdag sum til ber, sigur Manbjørn Mortensen.

Byrjunartrupulleikar hava verið sum vera man, men nú er líkt til, at frítíðarskúlarnir í Havn eru komnir yvir ringastu barnasjúkurnar og eru farnir undir triðja árið við nýggjum dirvi og áræði.

Og tað skal til, skulu hesi nógvu børnini í Tórshavnar kommunu hava ein so fjølbroyttan og áhugaverdan gerandisdag í frítíðarskúlanum sum til ber. Tey 25 starvsfólkini í øllum teim seks frítíðarskúlunum og Manbjørn Mortensen, sum er samskipari og útbúgvin lærari, eru javnan á skeiði fyri at fáa nýggjan íblástur til virksemið í frítíðarskúlanum og fyri at verða før fyri at skipa fyri verkstøðum.

Frítíðarskúlin er fyrst og fremst ætlaður forskúlabørnum og børnum í fyrsta flokki. Upprunaliga fevnir hann eisini um børnini í øðrum og triðja flokki, men av tí, at tørvurin er so stórur, hava tey smáu framíhjárætt.

- Tað er samtykt í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, í tann mun tøk pláss eru sleppa børn í øðrum flokki framat. Triðji flokkur hevur ongan møguleika, ikki uttan so, at tað er pláss á viðkomandi skúla. Tað hevur víst seg, at foreldrini finna loysnir fyri børnini og tí eru tey ikki so nógv, ið hava tikið av tilboði um ansing av børnum í øðrum flokki, sigur Manbjørn Mortensen.


Hvør skúli sín karm

Í løtuni eru 250 børn í frítíðarskúlunum í Havn, men veruligi tørvurin liggur á um 325. Teir seks skúlarnir hava hvør sín frítíðarskúla, Sankta Frants skúli hevur tveir, tí har er forskúli eisini.

Tey 36 børnini í frítíðarskúlaskipanini í Argja skúla halda til í AB-húsinum, tey 40 børnini í Hoyvíkar skúla ganga í Badmintonhøllini, tey 35 børnini í frítíðarskúlaskipanini í Kommunuskúlanum halda til í húsunum hjá frøken Kohr, tey 40 børnini í frítíðarskúlaskipanini á Eysturskúlanum í trimum skúlastovnum á sjálvum skúlanum, og tey 38 børnini í frítíðarskipanini á Venjingarskúlanum í hølum í Hornagøtu. Forskúlabørnini í Sankta Frants skúla eru í Bridge-húsinum eftir skúlatíð og skúlabørnini í gomlu kirkjuni í Sankta Frants skúla, í alt eru tey 55 í tali. Í heyst flyta hesi seinnu úr kirkjuni í høllina á Nabb. Á hvørjum frítíðarskúla er ein leiðari og nøkur hjálparfólk.


Byrjanin

Tá ið frítíðarskúlin byrjaði fyri góðum tveimum árum síðani var ætlanin, at hann skuldi halda til í hølunum hjá fyrsta flokki í hvørjum skúla. Henda skipanin vísti seg ikki at rigga. Orsøkin var, at frítíðarskúlin rendi seg inn í tvístøður, tí hann kom inn á eitt øki og í nøkur høli, sum 1. flokkur átti og sum tey børnini høvdu sett sín serliga dám á. Hetta avmarkaði frítíðarskúlan í at skapa sínar egnu karmar um virksemið. Gjørt varð tí av at flyta úr skúlunum í onnur høli. Undantikið frítíðarskúlin á Eysturskúlanum.

- At vit brúka høli, sum kortini standa tóm, er eisini við til at stimbra upp undir frítíðarlívið. Á tann hátt læsa vit okkum ikki føst í nakrar rammur. Hølini seta ikki mark fyri, hvat vit gera og ikki gera.

- Spurningurin varð eisini reistur, hvussu gott tað er, at børnini eru í sama umhvørvi í skúlatíð sum eftir skúlatíð, frá kl. 8 á morgni til kl. 17 seinnapartin. Vit mettu bestu loysnina vera at flyta út. Nú arbeiða vit við at fáa endaligar loysnir á hølisviðurskiftunum hjá frítíðarskúlanum, og inni á hvørjum skúla miða vit ímóti at fáa barnatalið upp á uml. 40-50, sigur Manbjørn Mortensen.

Fyri trimum vikum síðani var samskiparin av frítíðarskúlunum í Havn á fundi í sosialu nevnd í Tórshavnar býráð, har hann legði ætlan fram um, hvussu frítíðarskúlin kundi sæð út næstu 5-10 árini viðvíkjandi hølisviðurskiftum og barnatali.

- Fyri at gera tað so fjølbroytt sum til ber er ætlanin frá okkara síðu at skipanin verður lagað eftir umsøkjaratalinum av børnum hvørt árið. Hvør stovnur skal kunna taka ímóti 40-50 børnum og so verða verkstøð skipað út frá hvørjum stovni. Tað vil siga, at um 10-20 børn kunnu fara út á verkstøð í eina viku. Tá ið tey eru komin inn aftur á skúlan, fer ein nýggjur bólkur út á verkstað. Tískil vera ongantíð meiri enn tey 40-50 børnini inni á sjálvum stovninum, sigur Manbjørn Mortensen.


Góðar royndir

Skúlarnir hava longu gjørt sær góðar royndir við verkstøðum. Eitt nú frítíðarskúlin í Kommunuskúlanum, sum heldur til í húsunum hjá frøken Kohr. Tey húsini rúma ikki fleiri enn 25 børn, men skipanin tekur 35 børn. Munurin her ímillum, hesi tíggju børnini, eru tí á verkstað frá kl. 12.00 til kl. 15.00 um dagin. Býta vit børnini í trý hevur hvør bólkur eina viku í part á verkstaði. Og verkstøð kunnu vera alt.

- Bert hugflogið setir markið. Tað kann vera hjá skótunum, har børnini spæla skótar og snodda til skótalívið, ella hjá Leikarafelag Føroya, har skipað verður fyri leiki og drama. Ætlanin er eisini at fara í holt við evnisarbeiði í sambandi við flettingina, sigur Manbjørn Mortensen.

- Tá ið forskúlarnir eru farnir at virka alla staðni kunnu vit rokna við, at barnatalið kemur uppá 70 fyri hvønn skúla. Tí kunnu vit ímynda okkum, at frítíðarskúlin skipar fyri verkstøðum, soleiðis at allir frítíðarskúlarnir samstarva um verkstøðini. Til dømis við heystverkstøðum, har hvør skúli brúkar verkstaðið í tríggjar vikur og so tekur tann næsti við. Á henda hátt kunnu vit gera ein ógvuliga livandi frítíðarskúla við eini rúgvu av tilboðum til børnini og til starvsfólkini.


Betri skipan

Í byrjanini var ein leiðari settur í býráðnum, sum hevði ábyrgdina av øllum frítíðarskúlunum bæði fíggjarligu og námsfrøðiligu. Henda skipanin datt niður fyri, tí tað var vónleyst hjá einum at taka sær av hesum stóra økinum. Skipanin er tí broytt og frá 1. august eru seks deildarleiðarar settir, ein á hvørjum frítíðarskúla, sum hevur ábyrgdina av hvør sínum skúla.

- Tað grundarlagið, sum vantaði seinasta ár, er nú við at koma og vit hava varhugan av, at vit eru í ferð við at byggja nakað upp nú, sum er haldgott og kann mennast. Og tað er ógvuliga spennandi at vera við og mynda hesa skipanina, sum bara kann gerast betri, sigur Manbjørn Mortensen.

Frítíðarskúlaskipanin í Havn kostar um 5-6 mill. kr. um árið.