ætlanir um at niðurleggja nakað virksemi ella at siga fólki upp, nú niðurgangstíðir eru fyri framman. Hetta tí at fyritøkan longu seinasta summar dugdi at síggja, at góðu tíðirnar skjótt fóru at enda. Tískil [...] fer framvegis at verða á skránni, og at tað almenna eisini fer at hava onkrar verkætlanir. Men tað er heilt vist, at tað ovurstóra virksemi, sum vit hava sæð seinastu árini, tað fer at støðga upp tey [...] útboðið er við at finna ein javnvág við eftirspurningin, sigur stjórin í Havnar Timburhandli. - Eg vænti eisini, at lønirnar til handverkarar fara at minka, og tað er eisini við til at stimbra virksemi
kor at virka undir. Kári P. Højgaard sigur, at tað er ikki nøktandi, at øll almenn umsiting verður koyrd í stórapott og stemplað sum óvirkin og vánalig. - Men líka høpisleyst er páhaldið um, at alt er [...] Vit skylda almennu starvsfólkunum, at tey hava virðilig kor at virka undir, og at tey ikki alment ógrundað verða happað í miðlunum fyri ódugnaskap. - Tí er neyðugt at vit fáa staðfest í kanning, hvussu [...] løgtingið at viðgera støðuna á teimum almennu stovnunum. Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, vil hann hava, at kikarin verður settur á teir almennu stovnarnar. - Tað skerst ikki burtur, at tað regluliga
er orsøkin til, at teir royna at finna grønari fløtur aðrastaðni. - Tað er fyrst og fremst valutaspurningurin, ið hevur nakað at siga. Í dag er tað soleiðis, at íslendingar hava ilt við at keypa tænastur [...] fyritøkurnar at finna vinnuligt virksemi aðrastaðni, staðfestir Sverri Hansen. Hann vísir somuleiðis á, at henda støða fer at halda fram í eina tíð. - Hóast eg ikki eri í iva um, at íslendingar fara at koma fyri [...] Hoyvíkssáttmálan, eftir at íslendska fyritøkan TG-Verk fekk arbeiðið at gera umvælingar á Landssjúkrahúsinum. Sokallaði Íslandssáttmálin hevur fingið skotið í skógvarnar at hava skuldina av, at íslendingar kunnu
vil siga, at tað sambært stjóranum í Shell er soleiðis, at tað tekur sína tíð at selja oljuna, og tí tekur tað tíð áðrenn tað er gjørligt hjá teimum at keypa bíligari olju, og hann greiðir frá, at teir ikki [...] tí verður oljan dýrari at keypa inn, enn um hon var keypt í størri mongdum. Hetta samanber hann við at tað mesta er bíligari uttanlands, og sammetur tað við, at tað er bíligari at keypa 1000 twix enn 10 [...] sambandið viðgongur Hendrik Egholm, at tað ikki er heilt rætt, og tað heldur skuldi staðið, at teir royna at finna teir mest kappingarføru prísirnar, tí tað er ógjørligt at veita veruliga kappingarførar prísir
møguleikarnar hjá løgregluni at taka og goyma DNA royndir, at kanna fólk og ymiskt annað. Hann sigur, at ein máti kundi verið at sett nýggjastu donsku lógina í gildi, men so at lagað einstakar greinar til [...] men hann sigur, at millum annað hevur tað nakað at gera við møguleikarnar at lurta eftir telefonsamrøðum. - Her er talan um útgerð, sum hevur heilt avgerandi týdning í arbeiðnum fyri at bremsa rúsevnas [...] noktað at goldið fyri hesa útgerð, tí tey tvíhalda um, at tey fingu teleloyvi, áðrenn tað varð krav, at tey skuldu útvega sær hesa útgerðina, sigur Bergleif Brimvík. Aðrastaðni er tað skylda, at telefeløgini
medvitið beinanvegin, at ein dag skulu hesi børnini jú sjálvi út at koyra, sigur Kári P. Højgaard. Hann leggur afturat, at tað eru nógvir mátar at hetta kann skipast upp á, og at hugskotini eru fleiri, um [...] - Løgreglan plagar at koma út í skúlarnar at greiða frá ymiskum, og tað hevði eisini verið gott, um mann byrjaði at læra børnini um ferðslu beinanvegin. Vit meta tað verða neyðugt at fáa tað inn í medvitið [...] almenna at skipa frálæruna til koyrikort. - Koyrikortið er dýrt at taka, tí koyrilærarar skulu hava egin høli og virkisrakstur við roknskapi og øllum, ið hartil hoyrir. Koyrilærarar noyðast at brúka munandi
soleiðis innrættað, at tað nærum er ógjørligt at fyribyrgja yvirbunkring. Tí ynskja vit, at krøv verða sett skipunum um, at øll yvirflot og luftrør skulu savnast í ein tanga. Eyðstein segði, at hóast skiparin [...] er ikki nóg mikið bert at minka um skipatalið og fiskidagarnar. Skipini mugu fáa loyvi at royna, har fiskurin er. Hann helt, at onnur tiltøk helst kunnu setast í verk til tess at verja fiskastovnarnar móti [...] segði, at um skiparar og stýrimenn ikki fylgja reglunum, kunnu hesir elva sær sjálvum og reiðarum stórt fíggjarligt tap. Neyðugt samstarv Eyðstein greiddi frá, at føroysku havnirnar eru farnar at taka ímóti
Tí tað er onki at ivast í, at tann, sum fær hetta arbeiðið, fer at fáa alt tunnilsarbeiðið í Føroyum framyvir. Heini O. Heinesen sigur, at framferðin hjá nevndini í Vágatunlinum vísir, at avgerð varð longu [...] okkum at arbeiðnum annars, spyr hann Hann sigur, at tað er sjálvsagt. at málið verður tikið upp. Hvussu tað verður, veit hann ikki enn, tí enn er ongin avgerð tikin. Men eitt, sum hann umhugsar, er at fáa [...] ?Hetta hevur víst, at nevndin fyri P/F Vágatunnilin er yvirhøvur ikki skikkað at standa fyri arbeiðnum at gera tunnil undir Vestmannasundi. Heini O. Heinesen, formaður formaður tjóðveldisfloksins á tingi
fingu teir at vita, at bin Laden er á lívi, og at hann heldur til í fjøllunum. Tað var ein av Taliban-leiðarunum, sum visti at siga frá fundinum í apríl, og ein annar Taliban-leiðari visti at siga, hvat [...] ans, at samveldisløgreglan FBI hevur sent øllum amerikanarum bæði í USA og uttanlands eina ávaring um at ansa sær. Ein ónevnd kelda í FBI sigur við tíðindastovuna AP, at tað er ikki óhugsandi, at al-Qaeda [...] og bumbur Sambært Newsweek halda amerikonsku myndugleikarnir, at al-Qaeda hevur ikki slept ætlanini um at fremja eina atsókn at USA, og at hendan atsóknin verður uppaftur ógvusligari enn tann fyri tveimum
. Ætlanin er at selja allan fisk, eisini frá línubátum og trolarum Bíligari at selja Essa Petersen sigur, at tann grundleggjandi orsøkin til, at teir fara undir hesa uppboðssøluna er, at teir eru ónøgdir [...] Tað er ov dýrt at selja um fiskamarknaðin. Vit halda, at vit verða førir fyri at lækka avgjaldið til uppboðssøluna. Men nú hevur leiðarin á Fiskamarknaðinum sagt í samrøðu við Sosialin, at uppboðssølan verður [...] er, at Fiskamarknaðurin hevur lagt seg á øll liðini, báði avreiðingarliðið, móttøkuliðið, skiljingarliðið og søluliðið. ? Vit fara bara at hugsa um at skilja. Avreiðing og móttøku fara vit helst at bjóða