Mikið kjak hevur stungið seg upp um Hoyvíkssáttmálan, eftir at íslendska fyritøkan TG-Verk fekk arbeiðið at gera umvælingar á Landssjúkrahúsinum. Sokallaði Íslandssáttmálin hevur fingið skotið í skógvarnar at hava skuldina av, at íslendingar kunnu dumpa prísirnar á føroyska byggimarknaðinum, nú Ísland er í kreppu, og tí hevur ein veikan valuta. Hetta betrar sjálvandi kappingarføri hjá íslendingum í mun til føroyingar.
- Tað er ikki Íslandssáttmálin, sum er trupulleikin. Tað eru vit, sum ikki hava lóggivið fyri at fyribyrgja, at útlendingar dumpa prísirnar her, staðfestir Sverri Hansen.
Í Íslandi vera føroyingar nevndir við navnið saman við EFTA og EBS í øllum lógum, sum handla um prís á arbeiðsmegi. Íslendsku lógirnar staðfesta, at útlendingar ongantíð kunnu geva lægri lønir, enn íslendingar geva sínum egnu.
Darvaði ikki
Seinastu árini hava útlendingar gjørt ymisk arbeiðir í Føroyum, har teir ikki hava fingið somu løn sum føroyingar skuldi fingið, men tá var hetta ikki sæð sum ein trupulleiki.
- Tað er eitt samanfall av nógvum tingum, sum ger, at vit brádliga síggja hetta sum ein trupulleika. Hevði sjúkrahúsið verið boðið út fyri einum árið síðani, og útlendingar havt besta boðið, so høvdu vit bara kallað tað ein góðan handil, tí tá høvdu føroyingar sjálvir nóg mikið at gera, vísir Sverri Hansen á. Hann vísir eisini á, at íslendingar hava bygd Hovstunnilin, og tá var ongin, sum segði, at nakað var galið við tí. Hann vísir somuleiðis á, at vit hava fleiri onnur líknandi mál, har mann onki segði, tí hendurnar á føroyingum vóru longu fullar.
- Hetta snýr seg í veruleikanum um, at mann blandar Íslandssáttmálan uppí ein heilt annan problemstilling, sigur Sverri Hansen, sum heldur tað vera undarligt, at mann flytur fokus yvir á Íslandssáttmálan, tá trupulleikin liggur í Føroyum.
Loysnin
Sambært Sverra Hansen, er ein loysn til henda trupulleika, at mann finnur fram til eitt lógarverk, har aðalráð og arbeiðsmarknaður finna fram til eina loysn, ið gagnar samfelagnum best. Somuleiðis vísir hann á, at ein møguleiki er at seta treytir í almennu útbjóðingarnar, vísir Sverri Hansen á.
Eisini nevnir hann, at føroyingar bara hava latið staðið til, tí vit ongantíð hava havt ein veruligan trupulleika við kappingarførinum fyrr.
Íslendski trupulleikin
Landið í útnyrðingi hevur stórar trupulleika á øllum vinnuligu økjum, og tað er orsøkin til, at teir royna at finna grønari fløtur aðrastaðni.
- Tað er fyrst og fremst valutaspurningurin, ið hevur nakað at siga. Í dag er tað soleiðis, at íslendingar hava ilt við at keypa tænastur uttanlands, lítið virksemi er eisini í Íslandi, og tí royna fyritøkurnar at finna vinnuligt virksemi aðrastaðni, staðfestir Sverri Hansen.
Hann vísir somuleiðis á, at henda støða fer at halda fram í eina tíð.
- Hóast eg ikki eri í iva um, at íslendingar fara at koma fyri seg aftur, so fara teir í komandi tíðum at hava nógvar avbjóðingar. Teir samráðast enn við IMF og teir skulu eisini avgera spurningin um ES, sigur Sverri Hansen.
Tí kann mann siga, at tað ikki verður enn, at íslendingar fara at hava eitt kappingarføri í arbeiðsmegi, ið er verri enn tað føroyska.
- Íslendingar hava eina sterka byggivinnu, sum sjálvandi eisini roynir at fáa sum frægast burturúr í ringu tíðunum, staðfestir Sverri Hansen.