Harmar og særir almenn starvsfólk

Javnan verða harðar atfinningar settar fram ímóti almennum starvsfólki og eg ivist ikki í, at tað særir tey. Tí vil eg hava kortini á borðið, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður

- Hetta má avgjørt ikki uppfatast um eitt álop á almenn starvsfólk.

Tað leggur Kári P. Højgaard doyðin á, nú hann vil hava løgtingið at viðgera støðuna á teimum almennu stovnunum.

Sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, vil hann hava, at kikarin verður settur á teir almennu stovnarnar.

- Tað skerst ikki burtur, at tað regluliga eru atfinningarsamar røddir at hoyra um telefontænastuna og tænastuna yvirhøvur hjá almennum stovnunum, sigur Kári P. Højgaard.

- Øll menniskju hava sjálvsvirðing og royna sítt ítasta, til tess at eingin kann seta fingurin á tað, tey avrika.

- Tí harmar og sárar tað uttan iva alment sett starvsfólk, at tey verða hongd út fyri ikki at røkja sítt starv til fulnar, vegna skeið, sjúkufráveru, ella fyri at sita heima hjá sjúkum børnum, sum tey hava fullan rætt til eftir sáttmálanum, sigur Kári P. Højgaard.

- Tað verður eisini javnan ført fram, at tað mangan er trupult, ella ógjørligt at fáa fatur á almennum starvsfólki í arbeiðsørindum, tí antin eru tey sjálvi sjúk ella eru tey heima hjá sjúkum børnum.

- Slík páhald eiga ikki at hanga í leysum lofti, heldur Kári P. Højgaard.


Ikki nøktandi

Tí vil hann hava ein djúptøkna kanning, sum kortleggur støðuna og tí vil hann hava hagtøl á borðið fyri fráveruna hjá almennum starvsfólki seinastu trý árini.

Hann sigur, at uttan iva finnast nágreinilig hagtøl fyri slíka fráveru og hann heldur at fyri starvsfólk, almenningin og politiska myndugleikan er tað viðkomandi at fáa tey á borðið.

- Tað, sum er mest avgerandi, er, at teir almennu stovnarnir virka væl og at mest møgulig nytta fæst fyri hvørja krónu. - Men tað hevur eisini avgerandi týdning, at almenn starvsfólk hava góðar arbeiðsumstøður og mannsømilig kor at virka undir.

Kári P. Højgaard sigur, at tað er ikki nøktandi, at øll almenn umsiting verður koyrd í stórapott og stemplað sum óvirkin og vánalig.

- Men líka høpisleyst er páhaldið um, at alt er gott og ljósareytt og at allir almennir stovnar virka fyrimyndarliga.

Tí heldur hann, at ein brúkarakanning kann geva ábendingar um, hvat brúkararnir halda um tænastuna.

- Er tað so, at stór ónøgd valdar um ein ávísan stovn ella ráð, kann tað vera grundað á manglandi arbeiðsorku, skeivan leiðsluhátt ella mannagongdir, ella okkurt heilt annað, sum kann og má rættast.

Men hann heldur eisini, at telefontænastan hjá almennu stovnunum er eitt kapittul fyri seg

- Hvussu lætt er tað at fáa fatur í rætta fólkinum, tá ringt verður til ein almennan stovn, og hvussu skjótt fæst eitt nøktandi svar, spyr hann.

Hann sigur, at slíkar brúkarakanningar eiga at verða gjørdar regluliga, tí tær kunnu antin afturvísa ella staðfesta um ónøgdin, ið mangan kemur til sjóndar í fjølmiðlunum og av tingsins røðarapalli, er grundað ella ikki.

- Vit skylda almennu starvsfólkunum, at tey hava virðilig kor at virka undir, og at tey ikki alment ógrundað verða happað í miðlunum fyri ódugnaskap.

- Tí er neyðugt at vit fáa staðfest í kanning, hvussu støðan í almennari fyrisiting er fyri at kunna rætta skeivleikarnar, sigur Kári P. Højgaard.

Les eisini greinina: Seta kikarin á almenn starvsfólk