FSN
Vernd av havumhvørvinum er eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni.
- Okkara felag eigur at hava eina hugsan um hesi viðurskifti. Limir okkara hava revsirættarliga ábyrgd fyri, at lógir og kunngerðir verða hildnar. Tískil mugu skiparar og stýrimenn taka umhvørvisvernd í álvara.
Á aðalfundi hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag tók formaðurin, Eyðstein Djurhuus, henda spurning upp.
Hann segði, at um skiparar og stýrimenn ikki fylgja reglunum, kunnu hesir elva sær sjálvum og reiðarum stórt fíggjarligt tap.
Neyðugt samstarv
Eyðstein greiddi frá, at føroysku havnirnar eru farnar at taka ímóti burturkasti frá skipum, og fatanin hjá FSN er, at henda skipan virkar toluliga væl.
- Ein nýggj kunngerð er ávegis sum ásetir, hvussu havnirnar skulu skipa innsavningina.
Í hesum sambandi heitti FSN-formaðurin á øll sjófólk um at samstarva væl við havnirnar.
- Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit á sjónum og kannar, um burturkastið verður goymt umborð.
Hann vísti á, at dagliga hoyra vit um oljudálkingar, tá ið skip bunkra, og orsøkin sigst vera líkasæla og mistøk hjá skiparum og manning.
- Vit hava yvirfyri myndugleikunum víst á, at skipini eru soleiðis innrættað, at tað nærum er ógjørligt at fyribyrgja yvirbunkring. Tí ynskja vit, at krøv verða sett skipunum um, at øll yvirflot og luftrør skulu savnast í ein tanga.
Eyðstein segði, at hóast skiparin hevur ábyrgdina av bunkringini, hevur hann lítið tamarhald á – og í morgum førum - lítlan kunnleika um bunkringina.
Saknar orðaskifti
- Fiskiskipaflotin brúkar nógva olju og hevur harvið stórt útlát av CO2. Enn eru ongar aðrar orkukeldur møguligar til skipini.
Hann vísti á, at krøv fara í framtíðini at verða sett okkum um at minka um útlátið, men enn hevur lítið orðaskifti verið um, hvussu vit í Føroyum kunnu minka um útlátið.
- Núverandi fiskivinnupolitikkur ger, at skipini mugu fyri tað mesta royna á ytru fiskidagaleiðini, og bestu fiskileiðirnar eru stongdar fyri at verja fiskastovnarnar.
Eyðstein segði, at hesin politikkur førir til økta oljunýtslu og má endurskoðast.
- Tað er ikki nóg mikið bert at minka um skipatalið og fiskidagarnar. Skipini mugu fáa loyvi at royna, har fiskurin er.
Hann helt, at onnur tiltøk helst kunnu setast í verk til tess at verja fiskastovnarnar móti ovurveiði.
- Vit sakna eitt orðaskifti um, hvussu vit taka hesa avbjóðing, legði hann aftrat.
Veðurlagsbroyting
Formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag vísti á, at veðurlagsbroytingar í framtíðini kunnu fáa stóra ávirkan á okkara fiskivinnu.
- Sjálvt serfrøðingar vita ikki, hvørjar avleiðingarnar kunnu fara at verða, men teir tykjast samdir um, at broytingar í náttúruni kunnu fáa katastrofalar avleiðingar fyri núverandi fiskiskap. Vit fáa neyvan gjørt nakað fyri at forða hesum.
Eyðstein segði, at tann fiskiskapur, sum vit kenna í dag, kann broytast fullkomiliga, tí fiskastovnar saktans kunnu fara at broyta útbreiðslu-og ferðingarmynstur.
- Ein avleiðing kann gerast, at grundarlagið undir avtalunum millum lond um fiskiskap kann detta burtur. Skiparar eru teir fyrstu, sum gerast varugir við óvanlig viðurskifti á sjónum.
Eyðstein Djurhuus helt, at granskarar eiga at brúka hesa servitan, tá ið teir skulu meta um avleiðingar av veðurlagsbroytingum.