Um tríggjar vikur byrjar ein nýggj uppboðssøla

Nýggja uppboðssølan fer, sum frá líður at fáa fleiri deildir kring landið

Um einar tríggjar vikur, um mánaðarskiftið november-desember, fer ein nýggj uppboðssøla at gera um seg í føroysku fiskivinnuni.

Fríggjadagin varð smápartafelagið ?Sjótorgið? stovnað við umleið 200.000 í partapengum.

Men tað verða framvegis partapengar teknaðir.

Høvuðspartaeigararnir í nýggja felagnum eru útróðrarfeløgini á Sandi og Skopun, útróðrarfelagið, umframt útróðrarbátar, línubátar og trolarar og einstaklingar, sigur Essa Petersen, sum varð valdur í nevndina, saman við Edmund Nielsen í Skopun og Sverra Petersen á Sandi.

Eisini fiskakeyparar eru vælkomnir at seta pengar í felagið. men teir kunnu ongantíð fáa meirilutan.

Nevndin hevur ikki skipað seg. Stjóri verður ikki settur fyrrrenn arbeiðið er komið eitt sindur longri áleiðis.

Telefonsentralurin hjá nýggju uppboðssøluni verður í Klaksvík. Avgjørt er at keypa eitt telefonborð úr Íslandi og tað verður væntandi í landinum um einar 14 dagar.

Essa Petersen sigur, at hann roknar við, at nýggja uppboðssølan fer til verka um mánaðarskiftið november-desember.

? Í fyrsta umfari verða deildir beinanvegin settar á stovn í Skopun og á Sandi í eini royndartíð.

Men síðani er ætlanin at skipa deildir ymsastaðni kring landi, har tað er tørvur á tíð.

Ætlanin er eisini at gera deildir, har uppboðssølan hjá fiskamarknaðinum er.

Ætlanin er ikki bara at selja útróðrarfisk. Ætlanin er at selja allan fisk, eisini frá línubátum og trolarum


Bíligari at selja

Essa Petersen sigur, at tann grundleggjandi orsøkin til, at teir fara undir hesa uppboðssøluna er, at teir eru ónøgdir við tænastuna, teir fáa frá Fiskamarknaðinum.

? Tað er ov dýrt at selja um fiskamarknaðin. Vit halda, at vit verða førir fyri at lækka avgjaldið til uppboðssøluna.

Men nú hevur leiðarin á Fiskamarknaðinum sagt í samrøðu við Sosialin, at uppboðssølan verður ikki rikin á vinnuligum grundarlagi, tí tað er vinnan, sum eisug hana, og málsetningurin er fyrst og fremst at veita eina góða tænastu, so bíliga sum gjørligt?

? Tað trúgvi eg onki uppá. Var tað tænastan, sum var í hásæti, hevði hon ikki havt sjey milliónir í yvirskoti í fjør, sigur Essa Petersen.

Hann sigur, at tað, sum ónøgd eisini stendst av, er, at seljarin skal hava ábyrgdina av fiskinum, líka til hamarin er fallin, men teir hava onga ávirkan.

?Keyparin setir ymsar treytir. Men kostnaðin fyri at lúka hesar treytirnar, má seljarin betala.

Tvs, at uppboðssølan veitir keyparanum tænastur fyri okkara rokning.

Eitt nú er tað ongastaðni í verðini, at seljarin noyðist at skilja fiskin fyri keyparan.

John Nielsen hevur eisini sagtfyri Sosialinum, at skiljingin er ikki eitt krav. Tað er nakað, sum seljarin ger sjálvboðin fyri at fáa betri prís?

? Tað passar ikki. Hjá seljaranum loysir tað seg ikki at skilja fiskin, tí prísmunurin er so lítil. Hinvegin vilta vit frá keyparum, at skiljingin er ongin trupulleiki

Hvussu nýggja uppboðssølan annars fer at veita seljaranum betri tænastu, vil hann ikki siga enn, fyrrenn arbeiðið er komið longri áleiðis.

?Men ein munur er, at Fiskamarknaðurin hevur lagt seg á øll liðini, báði avreiðingarliðið, móttøkuliðið, skiljingarliðið og søluliðið.

? Vit fara bara at hugsa um at skilja. Avreiðing og móttøku fara vit helst at bjóða út til feløg, sum kunnu gera tað fyri okkum.