Arnfinn á Birtuni: - G! er list

- Eg havi bát við. Hann liggur fortoyaður her, sigur Arnfinn á Birtuni, sum er ein av teimum mongu sjálvbodnu á G! Festivalinum í ár

Ein av mongu fólkunum á G! í ár er Arnfinn á Birtuni. Í dag hevur hann faktiskt verið ein tann fyrsti persónurin, man sær, tá man er á veg inn á økið. 

 

 

 

Hann er nevniliga til arbeiðis sum sjálvboðin. 

 

 

 

- Eg passi uppá, at bilar ikki koyra inn, sum ikki hava loyvi. Hetta er fínastaslag, sigur Arnfinn og greiðir nærri frá, hví hann hevur valt at vera sjálvboðin í ár. 

 

 

 

- Eg og sonurin ætlaðu á G!, men har var einki vikuskiftispass eftir. Dagsbillettir til tveir bleiv eitt sindur ov nógv á av tí góða. So vit meldaðu okkum til sum sjálvboðnir. Vit arbeiddu í gjár og í dag, og so hava vit frí aftaná tá. 

 

 

 

- Eg havi bát við. Hann liggur fortoyaður her, sigur hann. 

 

 

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, Arnfinn á Birtuni er á G! Festivalinum.

 

 

 

- Eg var í fyrstuni onkuntíð. Mær dámar ordiliga væl G!. Hetta er nakað annað enn alt møguligt annað. Hetta er list. Soleiðis vil eg siga tað.

 

 

 

Arnfinn ætlar sær fyrst og fremst at hugna sær á G!, men ætlar sær eisini at fáa nakrar konsertir við. 

 

 

 

- Eg fari at lurta eftir ymsum. Millum annað  Hamradun.

 

 

 

 

##med2##