Sólin fer niður um nón í dag. Mynd: Jóhan Mortensen

Nú verða dagarnir ljósari

Í dag er stytsti dagur, og næsta hálva árið leingjast dagarnir

Sólin fer niður um nón í dag. Mynd: Jóhan Mortensen

Í dag, stytsta dag, fer sólin niður klokkan 15 – ella um nón, sum tey søgdu fyrr. Málráðið skrivar soleiðis um orðið »nón«.

Í dag fer sólin niður klokkan trý – ella ‘um nón’, sum tey søgdu fyrr. Orðið ‘nón’ kemur úr latínsku orðingini ‘nona hora’ og merkir 9. tími – altso 9 tímar frá klokkan 6 á morgni. Enska orðið 'noon’ er sama orðið sum okkara ‘nón’, men á enskum er bland komið í, tí ensktalandi meina klokkan 12, tá ið tey siga noon.

Sum tit vita, er stytsti dagur í dag. Bert fimm tímar við dagsljósi. Fyri túsund árum síðan var dagurin eisini líka stuttur, men at hann var júst fimm tímar, tað vistu teir fornu føroyingarnir einki um, tí tá býttu teir ikki dagin upp í klokkutímar. Klokkan var ikki “til” tá. Í øllum førum ikki um okkara leiðir.

Tá ið fólk vildu vita, hvat ið klokkan var, so spurdu tey: “Hvat er fram?” Í hesum spurningi var merkingin: Hvussu nógv er (fram)liðið av degnum. Ella: Hvussu langt fram hevur sólin ferðast eftir himli.

Nón er altso klokkan 15.00. Men um klokkan var 16:30, og onkur spurdi "Hvat er fram?", so var svarið ‘hálvga vestur’. Var klokkan 18:00, var svarið ‘vestur’. Gomlu føroyingar peilaðu seg eftir ættunum. Hetta sæst eisini aftur í staðarnøvnum so sum Middagsfjalli og Nónsgjógv.

Vit hugdu í Seðlasavnið og funnu hesar orðseðlar:

6.00: eystur

7.30: hálvga landsuður

9.00: landsuður

10.30: hálvga middag(ur)

12.00: middagur

13.30: hálvga nón

15.00: nón

16.30: hálvga vestur

18.00: vestur

19.30: hálvga útnorður

21.00: útnorður

22.30: hálvga norður

Um náttina nyttaði einki at miða seg eftir sólini, so tíðin eftir sólsetur æt ‘økt at kvøldi’, og tíðin fyri sólarris æt ‘økt fyri dag’. Ein økt er tríggjar tímar.

##med2##

 

Sólin fer niður um nón í dag. Mynd: Jóhan Mortensen

Nón í Funningi. Mynd: Asfinn Sigvardsen