Dr. Hassan Moustafa verður eisini forseti í heimshondbóltinum næstu fýra árini.
Seinnapartin sunnudagin valdu umboð á altjóða hondbóltssambandinum IHF í Kairo aftur 81 ára gamla egyptaranum, sum varð hevði trý evropisk mótvalevni.
Mustafa fekk 129 atkvøður. Hini valevnini máttu lata sær lynda 24, 20 og 3 atkvøður.
– Eg lovi, at eg fari at arbeiða dag og nátt fyri ítróttinum í øllum heimsins krókum, segði Moustafa, tá úrslitini vórðu kunngjørd.
Egyptarin hevur verið forseti síðani 2000.
/Ritzau/










