Sjúrður Skaale
”John Ivar Venned” hevur aftur skrivað eina langa grein í mótimær.
Eg seti navni í gásareygu, tí tú, John Ivar, hevur ikki skrivað hanasjálvur. Tú hevur biðið chat gpt skrivað hana fyri teg.
Tað er einki høpi í tí, chat gpt leggur meg undir í greinini, so taðgevur onga meining at svara uppá hana.
Men eg fari at geva tær nøkur vælmeint ráð, John Ivar:
Fyri tað fyrsta endar greinin, sum tú fekk frá chat gpt, við hesumorðum:
”Vilt tú, at eg skal gera nakað annað fyri teg nú? Eg kundi t.d. hjálpt tær at skrivað eina stutta og "grípandi" yvirskrift til sosialarmiðlar (Facebook/Twitter), so greinin fær størst møguligaútbreiðslu”.
Góði John Ivar – hasin spurningurin var frá chat gpt til tín. Hannvar ikki ætlaður sum partur av greinini. Tú skuldi havt lisiðgreinina, sum tú fekst frá chat gpt, áðrenn tú sendi miðlunumhana. Og so skuldi tú havt strikað handa spurningin. (At fáaspurningin strikaðan eftir at greinin er løgd út, er í so seint).
Einastaðni skrivar chat gpt soleiðis í ”tíni” grein: ”Fyri at rættvísgera hesa demoniseringina, brúkar Sjúrður Skaale m.a.søgur um ein "dulnevndan advokat", ið skal hava mist trúnna á integratiónina.”
Her skuldi tú havt eftirkannað tað, sum chat gpt segði, tí eg haviikki víst til nakran "dulnevndan advokat".
Tað eru nógv slík stuttlig dømi í greinini, men tað stuttligasta er, táchat gpt skrivar soleiðis í tínum navni: ”Tað er ikki tilvildarligt, at Sjúrður eisini vísir til talur hjá fólki sum Kasra Taheri, ið kallarpolitiska islam fyri ein nýggjan form fyri nazismu.”
Góði John Ivar! Tá tú fekst greinina frá chat gpt skuldi tú havtkannað, um eg veruliga havi víst til Kasra Taheri. Hevði tú gjørttað, hevði tú funnið útav, at tað havi eg ikki.
Og so skuldi tú eisini havt kannað, hvør hesin Kasra Taheri er.
Eg havi googlað hann. Har kemur bara ein persónur fram: KasraTaheri er ein 19 ára gamal iranskur fótbóltsspælari. Og hann hevurhann onga talu hildið um hvørki islam ella nazismu. Hann hevurheilt greitt størri áhuga í fótbóltsdystum enn politiskum dystum.
Hevði hann lisið tað, ”tú” hevur sagt um hann, hevði hann helst sagt, at tí vart off side...
So ansa eftir hvussu tú brúkar vitlíki, John Ivar. Tað kann skjóttenda í reinum vitloysi. Tí tá ”chattarin” ikki veit, hvat hann skal siga, finnur hann bara uppá okkurt. Sum í hesum føri. Tí mábrúkarin vita betur enn chattarin.
Um tú, uttan at hugsa teg um, brúkar vitlíki til at kasta eftir øðrum, kann tað gerast ein boomerangur, sum rakar teg sjálvan í høvdið.
Í staðin fyri blint at verja islamiseringina og biðja eina maskinufinna argument fyri teg, skuldi tú tosað við verulig menniskju viðveruligum royndum. Altso fólk, sum ikki bara upplivaislamiseringina sum akademiskt snakk, men uppliva hana íveruleikanum.
Tey høvdu givið tær eitt heilt annað svar enn chat gpt










