Av John Ivar Venned
Í kjakinum millum meg og Sjúrður Skaale, hevur Sjúrður nú "avdúka", at eg brúki vitlíki (AI) sum amboð, tá eg skrivi. Dimma fekk eina fílu sendað við einum tænastuteksti í endanum av greinini. Hann fagnaðist yvir ein feil um ein fótbóltspælara og ein advokat, og hann hevur roynt at brúka hetta sum prógv um, at eg ikki hugsi sjálvur. Rætt skal vera rætt. Eg blandaði nøvn saman og havi hoyrt skeivt í einari av talunum hjá Sjúrða.
Eg vil gjarna tosa opið um, hvussu eg arbeiði, og hví eg ikki ætli mær at steðga.
Jú, eg brúki ymiskar AI-maskinur. Eg brúki tær til at lesa korrektur, at stramma málsligar setningar upp og til at partvís faktatjekka og finna mynstur í stórum mongdum av dáta. Hetta er ikki ólógligt; tað er at nýta tey amboð, sum 2025 bjóðar okkum, fyri at kunna duga betur at formidla okkum. Men eg var týðiliga alt ov bráður at senda seinastu greinina avstað.
Í einari renskriving hjá mær herfyri hendi nakrir tekniskir feilir har Kasra Aarabi blevi til Kasra Taheri. Og eisini -ironiskt nokk- gjørdi eg, og ikki vitlíki, eina skeiva assosiatión og kallaði eina keldu hjá Sjúrði fyri ein “dulnevndan advokat". Sjúrður hevur síðan brúkt henda feilin sum eitt skjól. Hann hongur seg í ein málsligan feil í einari renskriving fyri at sleppa undan at svara einum álvarsligum kritikki um apartheid og diskriminatión.
Sannleikin er tann, at bæði eg og maskinurnar kunnu gera feilir. Munurin er, at tá eg geri ein feil, so viðgangi eg hann, rætti hann og læri av honum. Sjúrður Skaale tykist hinvegin halda, at ein tekniskur feilur hjá mær ógildar allan tann veruleika, sum túsundtals muslimar og palestinar uppliva hvønn dag.
At eg skrivaði skeivt og at maskinan rættaði skeivt broytir ikki fakta:
- Ísrael fremur apartheid (sambært Amnesty og ICJ).
- Ghettológin er diskriminerandi (sambært ES-dómstólinum).
- Sjúrður Skaale brúkar ótta sum politiskt vápn.
At brúka AI ger meg ikki til eina maskinu. Tað ger meg til ein skribent, ið hevur sínar meiningar, síni virði og sítt dirvi, men sum brúkar tøknina til at lyfta sítt handverk. Vitlíki kann hjálpa mær við nógvum, men tað kann aldri geva mær ta kensluna av rættvísi, sum drivur meg at skriva. Tað kann aldri geva mær tað dirvið, tað krevur at standa upp ímóti populistum.
Eg fari framhaldandi at brúka øll tey amboð, eg havi tøk, fyri at undirbyggja mína vitan og fyri at gera mínar greinar so neyvar sum gjørligt. Eg fari eisini framhaldandi at viðganga, tá tøknin, ella eg sjálvur, svíkur.
Men eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær í at fortelja sannleikan. Kjakið snýr seg ikki um mína rættstaving – tað snýr seg um okkara demokrati. Og har ætli eg mær ikki at tiga.
Hesin teksturin er ikki rættlisin av vitlíki.











