Jens Pauli í Dali hevur nú verið jólamaður í 25 ár, og fyri tað fekk hann eina gávu og eina heilsan frá borgarstjóranum:
“Góði Jens Pauli. Góðu jólamenn.
Ja, hvat skal man siga, tá man skal halda røðu fyri jólamanninum...?
Eg kann byrja sum Nikolina á Kamarinum byrjar í sanginum:
“Góði jólamaðurin, lán mær oyra títt!”
Eg kann ímynda mær, at lívið sum jólamaður kann vera strævið – ikki minst á jólum ...
Men tað má eisini vera “gevandi” at vera jólamaður. Tað snýr seg jú um at geva og at spreiða gleði – serliga til børnini, men eisini til okkum vaksnu.
Tí ongin kann blíva í ringum lag av at síggja ein jólamann. Tit tendra stjørnur í eygunum hjá børnunum, og tit minna okkum vaksnu á okkara barnajól, og tað býr jú eisini eitt barn í okkum øllum.
Summi siga, at vit politikarar eru í kapping við tykkum jólamenn, í hvussu so er fjórða hvørt ár. Men tað er ein ójøvn kapping. Tí tykkum eru fólk altíð glað fyri at síggja ...
Eg haldi heldur ikki, at vit eru í kapping. Men kanska kunnu avgerðirnar, sum vit politikarar taka, eisini ávirka tykkara arbeiðsumstøður.
Vit stremba eftir at gera Tórshavnar kommunu til eina grønari kommunu. Tað merkir millum annað, at tað verða færri skorsteinar, og tað er kanska ikki so øgiliga góð tíðindi hjá jólamonnum.
Men eg veit eisini, at tíbetur eru føroysku jólamenninir ikki sum hinir. Okkara jólamenn koyra heldur ikki á sletu við reinsdjórum. Nei, okkara jólamenn sigla við jólaskipi, og teir koyra við brandbilum.
Og har havi eg faktisk eisini góð tíðindi at bera tykkum, tí so seint sum í síðstu viku samtykti býráðið hjá okkum at keypa tveir spildurnýggjar brandbilar!
Og reytt og grønt eru jú jólalitirnir. So hvat kann vera meira jólaligt enn reyðir brandbilar í eini grønari kommunu?
Í sanginum heldur Nikolina fram og syngur: “Sig ei fyri eini sál, hvat er ynski mítt”.
Eg kann gott siga, hvat mítt ynski er. Tað er, at tú, Jens Pauli, og allir hinir jólamenninir fara at vera góðir við øll, sum búgva her í kommununi, í nógv ár afturat, og at okkara borgarar – og vit politikarar – fara at skikka okkum so mikið væl, at tit ikki gloyma okkum um jólini.
Tað er veruliga ein góð jólagáva at kunna geva burtur av sær sjálvum. Takk fyri, Jens Pauli, at tú nú í 25 ár hevur givið so nógv og glett bæði stór og smá hesa ársins tíð.
Takk fyri.”
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##














