byggivinnan Edmund Jacobsen - edmund@pressecentrum.dk Minkandi íløguhugur og fallandi byggivirksemi. Soleiðis eru útlitini fyri føroysku byggivinnuna beint nú sambært Heina Fosaa, stjóra í Havnar Timburhandli. Men hóast hann er alt annað enn fegin um útlitini, so er hann sannførdur um, at niðurgangstíðirnar eru neyðugar. At fallandi virksemi kemur nú er kanska mest av øllum av tí góða, heldur hann: - Vit hava havt ein hákonjuktur, sum vit ongantíð hava sæð áður. Tað hevur verið púra vilt! Til dømis hava vit verið noyddir til at leggja kvotur á byggitilfarið - eftirspurningurin hevur heilt einfalt verið so nógvar ferðir størri enn útboðið. So eg haldi ikki, at vit skulu verða kedd um, at virksemi minkar. Tað er ein neyðug gongd aftan á tað rokið, vit hava sæð seinastu trý til fýra árini, sigur Heini Fosaa. Fallandi prísir stimbra Hinvegin væntar Heini Fosaa ikki, at vit fara at uppliva eina veruliga kreppu innan fyri byggivinnuna. - Vit hava jú ikki peningamangul í Føroyum. Flestu fyritøkurnar hava framhaldandi eitt positivt cashflow. Vit vænta, at vanligt viðlíkahald fer framvegis at verða á skránni, og at tað almenna eisini fer at hava onkrar verkætlanir. Men tað er heilt vist, at tað ovurstóra virksemi, sum vit hava sæð seinastu árini, tað fer at støðga upp tey næstu tvey árini, sigur Heini Fosaa. Hann leggur afturat, at bremsilongdin hjá byggivinnuni er long. Tær verkætlanir, sum hava fingið fígging, halda fram, og at tað tískil væntandi verður fitt av virksemi til einaferð í 2009. Har eru eisini fleiri viðurskifti, ið gera, at niðurgongdin í byggivinnuni ikki verður so ógvuslig, sum fleiri vænta. - Beint nú eru fólk bangin. Vit hava øll fingið ein hvøkk av, at fíggjarstøðan kann venda so skjótt. Tann hækkaða rentan ger, at tað er torførari at fíggja byggiverkætlanir. Men hinvegin er príslegan á veg niðureftir. Matur og brennievni kostar alsamt minni, og kostnaðurin á byggitilfari fellur eisini, tí útboðið er við at finna ein javnvág við eftirspurningin, sigur stjórin í Havnar Timburhandli. - Eg vænti eisini, at lønirnar til handverkarar fara at minka, og tað er eisini við til at stimbra virksemi. Vit skulu ikki nógv ár aftur tá ið lønirnar vóru um 150 krónur um tíman. Seinastu tíðina hevur tað ikki verið óvanligt, at handverkarar tjena um 300 krónur um tíman. Hetta - og onnur viðurskifti - hava gjørt alt nógv dýrari enn gott er, sigur Heini Fosaa víðari. Neyvan kreppa Havnar Timburhandil hevur ongar ætlanir um at niðurleggja nakað virksemi ella at siga fólki upp, nú niðurgangstíðir eru fyri framman. Hetta tí at fyritøkan longu seinasta summar dugdi at síggja, at góðu tíðirnar skjótt fóru at enda. Tískil hevur Havnar Timburhandil havt stundir til at tillaga seg til fallandi virksemi. - Eg haldi ikki at vit skulu tosa um kreppu. Tað verður neyvan so ringt, sum fleiri vænta. Vit fara at uppliva niðurgongd næstu tvey árini. Tað var væntað, sigur Heini Fosaa.