Óttast ógvusliga atsókn á tvey ára degnum í dag

Í dag eru tvey ár síðani yvirgangsatsóknina at New York og Pentagon, og amerikanarar óttast fyri einum ógvusligum álopi á tvey ára degnum

Fyri fýra mánaðum síðani var fundur einastaðni í fjøllunum nærhendis markinum millum Afghanistan og Pakistan. Har hittust fleiri av teimum ringastu yvirgangsmonnunum í heiminum at leggja ætlanir um komandi atsóknir. Millum fundarluttakararnar var sjálvur leiðarin í felagsskapinum al-Qaeda, Osama bin Laden.
Hesar upplýsingarnar eru úr einari grein í amerikanska tíðarritinum Newsweek. Greinina hava teir báðir tíðindamenninir Ben Yousafzi og Ron Moreau skrivað, og hon hevur vakt stóran ans í USA. So stóran ans, at samveldisløgreglan FBI hevur sent øllum amerikanarum bæði í USA og uttanlands eina ávaring um at ansa sær.
Ein ónevnd kelda í FBI sigur við tíðindastovuna AP, at tað er ikki óhugsandi, at al-Qaeda fer at royna seg hesaferð við einum eiturálopi á drekkivatnið í einum ella fleiri amerikonskum stórbýum. Talan kann eisini verða um at koyra eitur í matvørur. Amerikanarar bera serliga ótta fyri, at yvirgangsmenninir kunnu fara at nýta eiturevni sum solanin ella nikotin. Fólk kunnu gerast ógvuliga sjúk av hesum evnum, og tað er komið fram, at amerikanskir agentar í Afghanistan hava funnið skjøl, har hesi bæði evnini verða umrødd sum møgulig vápn í einum eiturálopi á USA.
Flogfør og bumbur
Sambært Newsweek halda amerikonsku myndugleikarnir, at al-Qaeda hevur ikki slept ætlanini um at fremja eina atsókn at USA, og at hendan atsóknin verður uppaftur ógvusligari enn tann fyri tveimum árum síðani.
FBI og tað serliga ráðið fyri landsins trygd ávara eisini um, at yvirgangsmenninir kunnu fara at nýta bilbumbur - ikki persónbilar, men lastbilar. Teir halda seg eisini vita, at hóast trygdartiltøkini í flest øllum floghavnum eru herd munandi, hevur al-Qaeda ikki slept ætlanum um at ræna flogfør og at nýta tey sum rakettir ímóti stórum bygningum ella orkuverkum. Sjálvmorðsbumbu-menn ella -kvinnur eru eisini ein møguleiki, sigur FBI.
Al-Qaeda hevur eftir øllum at døma eisini givið ljóð frá sær og ávarað amerikanararnar. Á einum ljóðbandi, sum arabiska sjónvarpsstøðin Al-Arabiyya spældi seinasta sunnudag, og sum eftir øllum at døma var komið frá al-Qaeda, varð ávarað um eina yvirgangsatsókn, sum verður nógv verri enn tann fyri tveimum árum síðani.
- Vit kunngera hervið, at tað koma nýggjar atsóknir í og uttan fyri USA, og at tær fara at fáa amerikanarar at gloyma álopini tann 11. september í 2001, varð sagt á bandinum.
Bin Laden á lívi
Men greinin í Newsweek hevur eftir øllum at døma elvt til størri ótta í USA enn ljóðbandið hjá al-Arabiyya, tí sambært greinini er Osama bin Laden framvegis á lívi og saman við sínum næstu monnum.
Teir báðir tíðindamenninir hjá Newsweek hava verið í fjallalendinum í Afghanistan, har teir hava tosað við fleiri Taliban-leiðarar. Allastaðni fingu teir at vita, at bin Laden er á lívi, og at hann heldur til í fjøllunum.
Tað var ein av Taliban-leiðarunum, sum visti at siga frá fundinum í apríl, og ein annar Taliban-leiðari visti at siga, hvat tosað varð um.
- Hann ætlar sær at nýta lívfrøðilig vápn hesafsrð. Tað næsta álopið hjá Osama verður ógvusligari, enn ein kann ímynda sær, segði Taliban-leiðarin teimum báðum tíðindamonnunum.
Ei undur í, at amerikanarar óttast.