Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn fyri Sjálvstýrisflokkin, spara seg ikki við øðrvísi hugskotum. Teir nú hava tað almenna at skipa frálæruna til koyrikort.
- Koyrikortið er dýrt at taka, tí koyrilærarar skulu hava egin høli og virkisrakstur við roknskapi og øllum, ið hartil hoyrir. Koyrilærarar noyðast at brúka munandi part av tíð síni til virkisrakstur heldur enn frálæru, og kunnu koma í tvístøðu millum leiklutirnar sum koyrilærari og tænastuveitari. Soleiðis skriva Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi, tingmenn fyri Sjálvstýrisflokkin, í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
Uppskotið er ein roynd at fáa viðgjørt spurningin um koyrifrálæru. Ætlanin er at frálæran skal gerast ódýrari, skal samskipast betri við aðra skúlagongd, so sum framhaldsdeild og miðnám, og at viðurskiftini hjá koyrilærarum gerast tryggari.
Føroyar sum undangonguland
Um orsøkina til, at Sjálvstýrisflokkurin velur at leggja hetta uppskotið fyri Tingið, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, at tað serliga er Null hugsjónin, ið teir hava í huga.
- Tað er kanska serliga null hugsjónin, sum vit hugsa um við hesum uppskotinum. Vit hava hugsað um, hvussu vit kunnu fáa eina góða útbúgving og hvussu vit kunnu fáa hana implementeraða, sigur Kári P. Højgaard.
Hugskotið kemur úr baklandinum hjá Sjálvstýrisflokkinum, og Kári P. Højgaard veit ikki um ponnur lond, ið hava tikið líknandi stig.
- Føroyar kunnu gerast undangonguland innan ferðslu. Vit eru eitt lítið land, og tað er yvirskoðiligt og lættari at gjøgnumføra her, enn í einum av størru londunum, greiðir Kári P. Højgaard frá.
Sama prís fyri øll
Í dagsins samfelag er tað ein mannarættur at fáa koyrikort, sigur Sjálvstýrisflokkurin. So at siga hvørt húski, har ein líkinda vegarstubbi er, hevur bil, í summum meira enn tann eina. Nærum hvør borgari, ið hevur aldur og evni til at ogna sær eitt koyrikort, fer undir at fáa sær tað, sigur Sjálvstýrisflokkurin í viðmerkingunum, og leggur Kári P. Højgaard afturat.
- Tað hevur verið stórur kritikkur um tímatalið. Nógv hava tyngri við at læra at koyra, og tað hevur verið kjak um hetta við tímunum, um teir nú fáa tað kravda tímatalið. Ójavnt er eisini, hvussu ráðini eru hjá foreldrum ella ungum fólki at rinda fyri kortið. Næmingarnir taka tí bara teir neyðugu tímarnar fyri at standa royndina, go kundu kortini trongt til meiri koyrivenjing fyri at gerast tryggir vegfarandi. Rættast hevði tí verið at ásett ein fastan prís fyri eitt koyrikort til persónbil, og so fekk næmingurin teir neyðugu tímarnar, ið skuldu til fyri at gerast ein góður bilførari.
Byrja frá barnsbeini
Ein annar partur av uppskotinum um at tað almenna skal skipa fyri frálæruni til koyrikort er, at læran skal byrja hjá teimum allar minstu.
- Løgreglan plagar at koma út í skúlarnar at greiða frá ymiskum, og tað hevði eisini verið gott, um mann byrjaði at læra børnini um ferðslu beinanvegin. Vit meta tað verða neyðugt at fáa tað inn í medvitið beinanvegin, at ein dag skulu hesi børnini jú sjálvi út at koyra, sigur Kári P. Højgaard.
Hann leggur afturat, at tað eru nógvir mátar at hetta kann skipast upp á, og at hugskotini eru fleiri, um hvussu henda skipanin skal setast í verk, og hvat hon skal innihalda, so at einki er definitivt.