Løgtingsmaður í øðini av framferðini hjá nevndini

Heini O. Heinesen, formaður tjóðveldisfloksins á tingi kann ikki liva framferðini hjá nevndini fyri P/F Vágatunlinum og hann umhugsar nú at reisa málið aftur í løginginum

?Hetta hevur víst, at nevndin fyri P/F Vágatunnilin er yvirhøvur ikki skikkað at standa fyri arbeiðnum at gera tunnil undir Vestmannasundi.

Heini O. Heinesen, formaður formaður tjóðveldisfloksins á tingi, og formaðurin í vinnunevndini, er í øðini inn á framferðina hjá nevndini fyri P/F Vágatunlinum, nú hon hevur gjørt av at samráðast við J&K Petersen um at gera veg í sambandi við tunnilin, hóast Byggitek hevði lægsta tilboðið.

Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann skal lýsa sína hugsan um tað, sum er farið fram.

? Hetta vísir bara, at eg fekk fullkomiliga rætt í tí, sum eg førdi fram, tá ið málið um Vágatunnilin var til viðferðar í tinginum. Tað er kanska bara blivið uppaftur verri enn eg fryktaði fyri tá.

Hann sigur, at hetta er einki annað enn ein miðvís ætlan at slúsa arbeiðið niður í nakrar fáar, ávísar fólkaflokslummar.

? Og í longdini er einasta endamálið at skapa eitt Petersen/Arge og Weihe monopol, sum í framtíðini skal fáa einkarrætt uppá alla tunnilsgerð í Føroyum. Tí tað er onki at ivast í, at tann, sum fær hetta arbeiðið, fer at fáa alt tunnilsarbeiðið í Føroyum framyvir.

Heini O. Heinesen sigur, at framferðin hjá nevndini í Vágatunlinum vísir, at avgerð varð longu tikin frammanundan um, hvør skuldi fáa arbeiðið.

Og tað skal ikki undra hann um ikki avgerð eisini longu er tikin um, hvør skal fáa arbeiðið at gera sjálvan tunnilin.

? Tað skal nokk vísa seg at blíva tað norska felagið, sum J&K Petersen hevur gjørt samstarvsavtalu við.


Reisa málið í løgtinginum

Heini O. Heinesen sigur, at hann skilir ikki, hvussu løgtingið kann liva við at verða drigið so upp á tráð, sum tað er í hesum málinum.

?Tað einasta, sum vit hava fingið burturúr hesum, er, at nevndin fyri P/F Vágatunlinum hevur brúkt fleiri milliónir, uttan at spakin er settur í jørðina enn.

? Tað er eisini púra greitt, at hevði Landsverkfrøðingurin sloppið framat, var tunnilin kanska longu skotin ígjøgnum, tí tað einasta, sum er komið burturúr minguleringunum við at stovna eitt partafelag, ístaðin fyri at lata Landsverkfrøðingin gera arbeiðið, er, at arbeiðið er seinkað í tvey ár, tí tað er neyvan ein strika flutt í sjálvum projektinum, sum Landsverkfrøðingurin gjørdi á sinni.

Heini O. Heinesen sigur, at í øllum førum kann hann ikki sjálvur liva við tí, sum er farið fram.

? Eg haldi, at eftir hetta hanga bæði landsstýrismaður í vinnumálum og nevndin fyri Vágatunlinum í einum klønum tráði.

? Tá ið tað ber til at skapa slíkt rumbul um teir fyrstu vegastubbarnar, sum skulu gerast, hvat skulu vit so vænt okkum at arbeiðnum annars, spyr hann

Hann sigur, at tað er sjálvsagt. at málið verður tikið upp.

Hvussu tað verður, veit hann ikki enn, tí enn er ongin avgerð tikin.

Men eitt, sum hann umhugsar, er at fáa málið reist, nú tingið kemur saman at viðgera eina eykajáttan til postverkið.

?Nú er tað púra greitt, at Landsverkfrøðingurin má meiri upp í málið og tað má løgtingið syrgja fyri, sigur Heini O. Heinesen.