Stríðið ímóti rúsevnum í Føroyum afturútsiglt

- Vit mangla týdningarmikil amboð í stríðnum ímóti rúsevnasmugling í Føroyum og lógin er avoldað. Tað ger tað óneyðuga tórført at basa smuglingini, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni

- Vit gera tað, sum gerast kann, fyri at basa rúsevnasmuglingini til Føroyar. Tað sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni.

Men hann leggur samstundis dent á, at umstøðurnar til at basa smuglingini kundi verið nógv betri enn tær eru.

Tað, sum hann serliga hugsar um, er, at politiski myndugleikin leingi hevur forsømt at seta lógir og reglar í gildi í Føroyum, sum høvdu gjørt tað lættari hjá løgregluni at stríðst ímóti rúsevnasmuglarum.


Dyggiliga afturútsigld

Tað, sum Bergleif Brimvík hugsar um, at føroyskir myndugleikar í mong ár fullkomiliga hava forsømt at dagført rættargangslógina.

- Tað er mín vón, at politiski myndugleikin tekur sær um reiggj og fær rættargangslógina dagførda.

Danir hava dagført rættargangslógina í nógvum umførum og hann skilir ikki rættiliga, hví tað skuldi tikið so langa tíð at dagført hana í Føroyum. Heilir átta kapittlar í lógini, sum umfata arbeiðið hjá politinum, eru ikki dagførdir í Føroyum og aðrir kapittlar mangla heilt.

Hann nevnir í hesum sambandi møguleikarnar hjá løgregluni at taka og goyma DNA royndir, at kanna fólk og ymiskt annað.

Hann sigur, at ein máti kundi verið at sett nýggjastu donsku lógina í gildi, men so at lagað einstakar greinar til føroysk viðurskifti, skuldi tað verðið neyðugt.


Betri sømdir hjá telefeløgum

Men hann heldur eisini, at lógin, sum telefeløgini virka undir, eigur at verða dagførd.

- Løgreglan hevur brúk fyri ávísari útgerð í sambandi við telefeløgini.

Hann vil ikki í smálutir við, hvat hann hugsar um, men hann sigur, at millum annað hevur tað nakað at gera við møguleikarnar at lurta eftir telefonsamrøðum.

- Her er talan um útgerð, sum hevur heilt avgerandi týdning í arbeiðnum fyri at bremsa rúsevnasmuglingini.

Talan er um útgerð, sum kostar 1 - 2 milliónir.

Men higartil hava telefeløgini noktað at goldið fyri hesa útgerð, tí tey tvíhalda um, at tey fingu teleloyvi, áðrenn tað varð krav, at tey skuldu útvega sær hesa útgerðina, sigur Bergleif Brimvík.

Aðrastaðni er tað skylda, at telefeløgini útvega sær hesa útgerðina, men afturfyri rindar løgreglan so fyri brúkið.

Tí heitir Brimvík eisini staðiliga á politisku myndugleikarnar um at dagføra lógina, sum telefeløgini virka undir.


Narkohundar í serflokki

Í aðrar mátar er tollvaldið og løgreglan betri fyri.

Tollvaldið hevur havt tveir narkotikahuhndar, sum eru heilt í serflokki.

- Tá ið teir hava verið til roynd uttanlands, hava teir altíð staðið serstakliga væl, sigur Kjartan Dam, Joensen, yvirtollari.

Nú hava tey so fingið ein hund afturat, so nú eru tilsamans tríggir narkotikahundar í Føroyum.

Teir verða brúktir til at leita eftir rúsevnum, bæði uppi á ferðafólki, í posti, í farmaflutningi og umborð á skipum.

Harumframt hevur tollvaldið røntgentól á posthúsinum í Havn at kanna post í, umframt at tey eisini hava atgongd til røntgentól á flogvøllinum at kanna lutir við, sum rúsevni kunnu vera fjald í.

Tað nýggjasta er, at tollvaldið nú hevur fingið beinleiðis atgongd til ferðafólkalistarnar hjá Norrønu og Atlantsflogi og tað ger tað munandi lættari at fylgja við, hvør ferðast til og úr Føroyum og um tað er nakar, sum ferðast mistonkiliga ofta.

- Hetta er eitt amboð, sum er avgerandi neyðugt fyri at hava eitt neyvt eftirlit við ólógligum innflutningi av rúsevnum, sigur Kjartan Dam Joensen.