B68 ber í dag tey tíðindi, at felagið hevur keypt nýggjan verjuspælara.
Talan er um Ramzi Idrissou, sum er 29 ára gamal og norðmaður. Hann er 195 cm høgur og miðverji.
FaroeSoccer veit at siga, at hann í 2022 og 2023 spældi við AB, sum tá var í bestu deildini. Ramzi Idrissou spældi 33 dystir í bestu landskappingini, han hann skoraði eitt má, og tveir dystir í kappingini um løgmanssteypið.











