Horizon Europe arbeiðsskráir almennar

Arbeiðsskráirnar ella Work Programmes hava nágreinað útboð við umsóknarfreistum fyri tvey tey seinastu árini í Horizon Europe

Granskingarráðið skrivar, at Horizon Europe er stóra rammuskráin hjá Evropasamveldinum, sum Føroyar luttaka í. Hon varð sjóðsett í 2021 og endar við árslok 2027. Føroyar luttaka sum atlimaland í Horizon Europe, sum er níggjunda rammuskráin hjá ES. Umframt ES-londini og Føroyar, luttaka tjúgu onnur lond við atlimaskapi, m.a. fjarskotin lond sum New Zealand, Korea og Kanada.

 

Útboðini byggja á altjóða ætlanir og varpa m.a. ljós á veðurlagsbroytingar, á málini hjá ST um burðardygd og á styrkt kappingarføri og vøkstur.

 

Føroyska luttøkan í Horizon Europe ger tað møguligt hjá føroyskum stovnum og fyritøkum at luttaka í altjóða samstarvi á jøvnum føti við umsøkjarar úr øðrum londum. Luttøkan hjá Føroyum higartil hevur verið góð, men enn eru øki í Horizon Europe, sum føroyingar ikki hava roynt at søkja í. Tað er hørð kapping og frá føroyskari síðu verður fylgt væl við gongdini.

 

Hvørja ferð føroyingar luttaka í samstarvsverkætlan hjá ES, verður føroyski búskapurin mentur við nýggjum uppgávum og arbeiðsplássum. Málið hjá ES er at økja um búskaparliga vøksturin og menna ídnaðarliga kappingarførið.

 

Leita eftir útboðum her

 

Mest lisið