30 ár í starvi hjá Nes kommunu

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni á Toftum fríggadagin takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Akseli Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu í 30 ár

- Í ár hevur Aksel Højgaard verið í 30 ár í starvi hjá Nes kommunu. Hann byrjaði á vári í 1995 sum arbeiðsformaður. Seinni gjørdist hann leiðari á teknisku deild.

 

Í Nes kommunu siga tey í dag, at Aksel seinastu tvey árini mest hevur arbeitt við at skráseta vatn- og kloakkskipanina hjá kommununi.

 

- Hesi 30 árini hevur Nes kommuna ment seg munandi, so dagligdagurin er eisini sera nógv broyttur í fyrisitingini. 

 

Á lítlari samkomu á kommunuskrivstovuni fríggadagin takkaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Akseli Højgaard fyri trúgva og drúgva tænastu.

 

Borgarstjórin handaði honum eisini eina gávu saman við blómum og ynskti honum alt tað besta og framhaldandi blíðan byr.