Náttúrubetur loysn finst til Suðuroyartunnilin

Ein náttúrubetur loysn finst til Suðuroyartunnilin - og hon kann ikki kolldømast vegna økta longd og kostnað, tí hon er eftir øllum at døma skjótara og bíligara farleiðin

Náttúrufelagsskapirnir taka ikki støðu til, hvør linjuføring er tann besta til Suðuroyartunnilin - tað hava vit ikki myndugleika til. Tó vilja vit gera greitt, at tað finst í minsta lagi eitt alternativ, sum hevur munandi færri náttúruinntriv, og sum hvørki kann kolldømast vegna kostnað, longd ella arbeiðstíð.

 

Tá tvær loysnir kosta nærum tað sama og loysa sama trupulleika, men onnur loysnin hevur størri ávirkan á náttúruna enn hin, er tað okkara greiða sjónarmið, at tann náttúrubetra loysnin eigur at verða vald.

 

Ein samanbering millum loysnina hjá Tunnilsfelagnum (1C eystan fyri Sandsvatn) og alternativa linjuføringin (2C vestan fyri Sandsvatn) vísir, at alternativa loysnin er styttri, skjótari at koyra, skjótari at gera og bíligari. Ferðatíðin millum Tórshavn og Sandvík verður 41 minuttir við 2C, í mun til 45 minuttir við 1C. Samstundis er arbeiðstíðin mett til 6 ár fyri 2C, í mun til 8 ár fyri 1C, og kostnaðurin er ávikavist 4,7 og 4,9 mia. krónur.

 

Munandi munur er eisini á náttúruinntrivunum. Loysn 1C fer ígjøgnum fleiri serliga viðkvomu økini Sandsvatn, Stóravatn, Lítlavatn, Traðardal og Djúpadal. Loysn 2C avmarkar inntrivini til færri øki, og verjir tí betri um serliga virðismikla náttúru.

 

Vit heita tí á politikarar og myndugleikar um at tryggja, at alternativa linjuføringin verður tikin í størsta álvara í viðgerðini av Suðuroyartunlinum. Samfelagsmenning er týdningarmikil, men hon eigur at verða framd við virðing fyri náttúruni og við teimum bestu loysnunum, sum eru tøkar.

 

##med2##

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

 

Føroya Fuglafrøðifelag

 

Hagafelagið

 

Føroya Sílaveiðifelag

 

Veltan