27 ára gamli Pætur J. Petersen hevur seinasta mánaðin vant við liðnum, og partarnir eru nú samdir um eina fasta avtalu, sum ger Pætur til fastan leikara á liðinum hjá Hillerød. Pætur kemur við drúgvum royndum úr bestu føroysku deildini og evropeiskum dystum, har hann hevur spælt 222 dystir, skotið 47 mál og lagt upp til 14 mál fyri fleiri av føroysku toppfeløgunum.
Á landsliðsstigi hevur hann umboðað bæði føroysku ungdómslandsliðini og A-landsliðið, har tað er vorðið til 11 A-landsdystir og 2 mál.
Christian Lønstrup, venjari, sigur soleiðis um nýggja leikaran:
– Pætur hevur seinasta mánaðin vant saman við okkum og spælt m. a. ein venjingardyst móti Hvidovre IF, har hann skjótt vísti, hvat hann dugir. Tí hava vit valt at gera eina avtalu við hann, og vit vóna, at hann kann fara beint inn og lyfta nakað av tí offensiva, sum vit hava mist, eftir at Monday og Adrian eru farin frá okkum.
Pætur Petersen sigur soleiðis:
– Eg gleði meg óført til at gerast partur av einum professionellum umhvørvi og at kunna lata mín part til ein sterka spælarahóp, sum longu hevur tikið væl ímóti mær. Endamálið er greitt — eg vil vera við til at kappast um pláss millum tey seks bestu liðini í deildini. Eg kenni eitt venjaratoymi, sum leggur stóran dent á menning, og eg vil gera bæði meg sjálvan og spælarahópin betri. Tað snýr seg hjá mær um at møta hvørjum degi, gera mítt besta og hava álit á mínum eginleikum, so eg kann vísa, hvat eg standi fyri.
Og hann heldur fram:
– Eg eri ein sera arbeiðssamur leikari, sum dámar væl at spæla fótbólt hvønn einasta dag. Eg renni nógv, eri virkin í trýstinum og sterkur í avgerandi løtum. Eg gleði meg nógv til at vísa meg fram í Hillerød.
Pætur J. Petersen byrjar aftur við liðnum hjá Hillerød eftir jólasteðgin 8. januar.











