Carl Johan so illur um, at hann straks eftir kallaði tað ”moralskt streymslit”, ”dalandi samvitsku” og ”feikleika”. Logikkurin hjá honum var, at tað, at fólk átalaðu ótangarnar, merkti, at tey hildu tann [...] juni sigur hann, at føroyingar áttu at lært seg at skyna á hvussu tingini hanga saman og síggja tann samansetta veruleikan, tí ”fólkaræðið skal ikki alt vera á útsíðuni og bert duga til at umbera fordómar [...] fyri tað eittans at brúka síni borgarligu rættindi…ja, sjáldan munnu so fá hava verið hoyggja til av so mongum, fyri so lítið”. Nøkur fólk, sum blivu svínað til hetta kvøldið, dittaðu sær at fortelja hvat
Petersen at síggja, og ístaðin vóru boð send eftir onkrum av gomlu kempunum, soleiðis at holini á vøllinum kundu tippast. Millum annað vóru bæði Páll á Reynatúgvu og Rúni í Soylu at síggja, so tað var sjónligt [...] árið, vóru stórar broytingar gjørdar á liðnum til seinasta dystin. Eitt var, at Piotr Krakowski hevði avloyst Kára Reynheim á venjarabeinkinum, men tað var tó á vøllinum, at størstu broytingarnar vóru framdar [...] sindur løgið, at sandoyingar løgdu somikið nógv í verjupartin. Grundað á úrslitið í fyrra dystinum, so var tað sum so líkamikið, um Skála skoraði einaferð. treytirnar hjá B71 vóru framvegis at skjóta fýra
fegnaðist allir um at tunnilin varð komin og teir vónaðu, at tunnilin elvdi til, at Hovstunnilin fer at gera farleiðina ímillum syðru og norðaru helvt so góða og skjóta, at tað fer at binda oynna meiri [...] siga, at her hevur ongin latið lív í ferðsluni í nýggja Hovsvegnum og í tunlinum. Hetta segði hann í sambandi við, at summi fólk vísti á, at nýggi Hovsvegurin er so snøggur, slættur og breiður, at tað kann [...] kann verða freistandi at trýsta á spidaran. Snøggasti tunnil í landinum Tað vóru eisini fleiri sum høvdu á munni, at hetta var snøggasti tunnilin í landinum. Og at talan er um valaverk, gekk sjón fyri
um at yvirtaka løgregluna á føroyskar hendur. Annika Olsen heldur, at løgreglan og sýslumenn hava so stóran av avgerðandi leiklut í føroyska samfelagnum, at hon eigur at vera á føroyskum hondum, so at [...] ávirkan hava, er tað eitt sindur vanvirðislig, at vit onga ávirkan hava og vit fáa so lítið at vita. Eysturoy má hava politistøð Er tað veruliga so, at ætlanin er at niðurleggja løgreglustøðina í Runavík, er [...] serstakliga illa. Men, sum sagt í hinum greinunum her á síðuni, hevur ikki borið til hjá henni at fáa nakað at vita um tað. - Men Eysturoy er so mikið stórt øki við yvir 10.000 fólkum, at tað er heilt
ni funnu løgreglumenn stutt eftir ein pappírslepa við einum telefonnummari, og gjáranmorgunin mælti løgreglan snigskjúttanum til at ringja til nummarið á pappírslepanum, so løgreglan kundi fáa samband [...] við hann. Var pappírslepin við telefonnummarinum veruliga frá snigskjúttanum, so er tað eftir øllum at døma aðru ferð, at hann hevur vent sær til løgregluna. Fyrru ferð var í síðstu viku, tá løgreglan [...] Summi vilja vera við, at maðurin hevur samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, men kanningarmenn hjá løgregluni halda, at talan er um ein amerikanara, sum kennir seg stoyttan og illa viðfarnan av samfelagnum
sigur, at løgreglan hevur eyguni væl eftir bilførarum vikuskiftisnætur, og at teir ofta steðga bilum fyri at kanna, um førarin er ávirkaður. Húsaófriður Leygarmorgunin vórðu boð send eftir løgregluni, um [...] Konufólkabardagi Fríggjakvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bardagi var uttanfyri Ebenezer. Tá løgreglan kom á staðið sóu teir, at tað vóru tvær yngri kvinnur, ið bardust. Onnur hevði fingið ein fingur [...] rættinum. Herverk á Stórheyggi Sunnudagin kom ein fráðboðan um herverk á høllina á Stórheyggi. Tveir stórir rútar vóru knústir, tí onkur hevði tveitt grót inn ígjøgnum teir. Ilt er at gera nakað við tílík
fyri, at boð vóru send eftir sjúkrabili, at fáa flutt mannin á Landssjúkrahúsið. Strandfaraskip Landsins váttar, at skiparin á Teistanum umleið klokkan 02.30 fekk boð um at teir skuldu halda seg klárar, tí [...] komið á annað lungað. Hetta kann vera lívsfarligt, tí hetta kann gera at trýst kemur á hjártað, sum so ger at hjartað ikki fær pumpað, sum tað skal. Tað vísti seg at vera í allar síðstu løtu, at maðurin [...] flutning, og at klokkan 02.40 loysti Teistin av Skopun við bráðfeingisflutninginum. - Tað var fyri neyðini at vit fingu mannin fluttan á Landssjúkrahúsið. Tað vísti seg at rivjabein vóru brotin, og hol
einki. Teir styttu sær stundir við at spæla kort til langt út á náttina. Stundum gingu teir niðan á herðuna omanfyri Sjómansheimið at kika. Har var bara ísur at síggja, so langt eygað røkk. Norðuri í Godthåb [...] vórðu innibyrgd í ísi suðuri á Hvarvinum. Tey vóru farin inn í eina havn á Nuafjørðinum, men ísurin stongdi innsiglingina, so bátarnir sjáldan sluppu út. Einaferð vóru útlit til, at skipini als ikki sluppu [...] Ravnsoynna at sigla við. Nú stóð hann í einum skúri. Har var hann ikki at síggja á kanningarferðini í Ravnsoynni í 1996, men inni í víkarbotninum vóru hvít og grøn bátaborð at finna. Tey vóru óivað av fyrsta
var tað, eftir at Olga Kristina hevði spælt hana leysa. – Sendingarnar hjá Olgu Kristinu vóru góðar. At tað bar til hjá mær at kapprenna við verjuna hjá teimum er undirstriking av, at tær vóru væl skjótari [...] deiligt at skora málini. At tað júst var eg, sum skoraði, hevur ikki so nógv at siga. Týdningarmiklari var tað, at vit endaðu betri, enn vit byrjaðu. Tað gevur okkum betri vónir um, at tað fer at ganga [...] hósdagin. At vit fáa høvi at taka lut í sovornum kappingum er stórt framstig fyri føroyskan kvinnufótbólt, og sjálvandi fara vit at leggja nógv fyri í royndini at vinna so gott úrslit, sum tað á nakran
bara heita á fólk um at lata vera við at fjasa við fartelefonina, meðan tey koyra bil. Kanningar hava víst, at tað svarar til at koyra við eini promillu á millum 0,5 og 0,8. Tað eiga fólk at hava í huganum [...] 08:40, HN753 á veg norðureftir. So eru teir í Sandoynni, akkra komnir suður. Stutt og greið boð, øll við sama endamál. Nevniliga at ávara fólk, soleiðis at tey ikki verða tikin av løgregluni, tá hon ger [...] snøgt sagt ikki at síggja endamálið við einum slíkum bólki. Hatta kann illa tulkast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur Jan Fossaberg. Stigtakari og stovnari av bólkinum á Facebook, John