Snigskjúttin, sum amerikanska løgreglan hevur leitað eftir seinastu tríggjar vikurnar, gjørdi aftur vart við seg sunnunáttina. Tá skeyt hann ein mann á einari bensinstøð. Maðurin varð raktur í búkin, men doyði ikki.
Á einum staði nærhendis bensinstøðini funnu løgreglumenn stutt eftir ein pappírslepa við einum telefonnummari, og gjáranmorgunin mælti løgreglan snigskjúttanum til at ringja til nummarið á pappírslepanum, so løgreglan kundi fáa samband við hann.
Var pappírslepin við telefonnummarinum veruliga frá snigskjúttanum, so er tað eftir øllum at døma aðru ferð, at hann hevur vent sær til løgregluna. Fyrru ferð var í síðstu viku, tá løgreglan fan eitt kort við orðunum "Góði løgreglumaður. Eg eri Guð".
Í USA eru nógvar gitingar um, hvør snigskjúttin er. Summi vilja vera við, at maðurin hevur samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda, men kanningarmenn hjá løgregluni halda, at talan er um ein amerikanara, sum kennir seg stoyttan og illa viðfarnan av samfelagnum.










