Karl er givin at spæla

Liðformaðurin fleiri tey seinastu árini verður nú ÍF venjari

ÍF skrivar soleiðis:

 

Hóast hann hevur boðað frá, at hann gevst sum leikari, kunnu vit við stórari gleði boða frá, at fyrrverandi verjuleikari okkara, Karl Løkin, verður venjari í felagnum.

 

Karl er í gongd við at taka A-prógv, og sum liður í hesi útbúgving kemur hann at hava ábyrgd av U17 dreingjum hjá ÍF.

 

Karl hevur drúgvar royndir sum fótbóltspælari, og hevur hann verið ein av lyklaleikarunum í felagi okkara. Hansara drívmegi, orka og fótbóltskil fer nú at brúkast í venjarahøpi. Karl er ein fyrimynd fyri ungar leikarar og tí gleðast vit um, at hann hevur játtað at átaka sær venjaraleiklut í Fløtugerði.

 

Høgni Zachariassen, sum seinastu mongu árini hevur verið venjari og ein dyggur stuðul á mangan hátt fyri felagið, verður settur sum hjálparvenjari hjá U17.

 

Vit fegnast um, at hesir ungu leikarar nú hava fingið eitt gott venjaratoymi, skrivar ÍF.

 

Sambært FaroeSoccer hevur 34 ára gamli Karl Løkin spælt 326 dystir í bestu deildini og skorað 15 mál og í steypakappingini hevur hann spælt 30 dystir og skorað trý mál. Í næstbestu deildini hevur hann spælt 68 dystir og skorað 19 mál, og hann hevur spælt ein stórsteypadyst og 10 altjóða skrásettar dystir.

 

Karl Løkin hevur spælt fimm A-landsdystir og átta U-21 landsdystir.