Rættarnevndin í Inatsisartut og grønlendska landsstýriskvinnan í lógarmálum vitja Løgtingið

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevnd Løgtingsins, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum í Naalakkersuisut og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Rættarnevndini í Inatsisartut.

Í dag, hósdagin 8. januar 2026, vóru Rættarnevndin og umboð fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, eins og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Grønlandi, á vitjan hjá Rættarnevnd Løgtingsins. 

 

Í Grønlandi eru tey í løtuni í holt við fyrireikandi arbeiði at yvirtaka málsøkið kriminalretten.

 

Í hesum sambandi eru umboð í Føroyum at kunna seg um royndirnar, ið vit hava gjørt okkum, í samband við okkara yvirtøku av málsøkinum revsirættur

 

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevndini, bjóðaði vælkomin og greiddi síðani frá føroysku tilgongdini at yvirtaka málsøkið revsirættur. Málsøkið varð yvirtikið í 2010, og fingu føroysku myndugleikarnir við yvirtøkuni lóggávuvald og útinnandi vald á málsøkinum. Næstformaðurin greiddi harumframt frá arbeiðinum at dagføra og føroyska revsilógina, sum byrjaði í 2016 og varð liðugt í 2023. 

 

Umframt Løgtingið vitja grønlendsku umboðini eisini løgmann, Kriminalforsorgina og Føroya Rætt. 

 

Ferðalagið fer av landinum aftur seinnapartin í morgin.

 

##med2##

 

Løgtingsins Rættarnevnd saman við Rættarnevndini og umboðum fyri Familju- og heilsunevndina í Inatsisartut, og landsstýriskvinnan í lógarmálum í Naalakkersuisut.

 

Helgi Abrahamsen, næstformaður í Rættarnevnd Løgtingsins, Naaja H. Nathanielsen, landsstýriskvinna í lógarmálum í Naalakkersuisut og Aqqalu C. Jerimiassen, formaður í Rættarnevndini í Inatsisartut.