Snøggasti tunnil í landinum tikin í brúk

Leygardagin var Hovstunnilin tikin í brúk og dagurin kundi ikki verið betri valdur

 Tann, koyrdi eftir fjøllunum í Suðuroy leygardagin slapp at merkja á egnum kroppi, hvussu neyðugt tað var at gera tunnil ímillum Øravík og Hov.

Tað var niðurstøðan hjá nógvum, nú illa saknaði Hovstunnilin varð tikin í nýtslu seinnapartin leygardagin.

Sipað varð til, at á tí krókuta og smala vegnum um Hovsegg, var bæði kavsvart í mjørka, regn og avbera vánaligt sýnið leygardagin, so bilarnir á gomlu høvuðsferðsluæðrini ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy, mátti ganga við sniglaferð.

Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sum fekk heiðurin at skera snórin og taka tunnilin alment í nýtslu, men tann, sum var fyrstur at koyra ígjøgnum hann, var 85 ára gamli, Poul Midjord í Hovi, sum hevði Løgmann við sína lið í bilinum.

Og hetta hevur uttan iva verið ein heilt serlig kensla hjá honum, tí fyri 49 árum síðani var hann eisini tann fyrsti at koyra eftir vegnum um Hovsegg, sum tá var nýgjørdur og sum tá eisini var eitt veldugt frambrot tá á døgum.

Men at tunnilin eisini er kærkomin, skilst eisini, tá ið Bjarni Djurholm upplýsti, at Hovsvegurin er tað vegastrekkið í landinum, har tað eru hend eina flest ferðsluóhapp eftir bilatalinum, sum koyra eftir vegnum.

Men sum borgarstjórin í Hovi, Delmar Tausen segði, at hóast nógv ferðsluóhapp á Hovsvegnum hava verið ógvuslig, har bilar mangan eru bóltaðir runt upp til fleiri ferðir í brattlendinum, hevur ongin latið lív í nøkrum av tilburðunum.

- Vónandi kunnu vit eisini um 50 ár líta aftur um bak og siga, at her hevur ongin latið lív í ferðsluni í nýggja Hovsvegnum og í tunlinum.

Hetta segði hann í sambandi við, at summi fólk vísti á, at nýggi Hovsvegurin er so snøggur, slættur og breiður, at tað kann verða freistandi at trýsta á spidaran.


Snøggasti tunnil í landinum

Tað vóru eisini fleiri sum høvdu á munni, at hetta var snøggasti tunnilin í landinum.

Og at talan er um valaverk, gekk sjón fyri søgn fyri hjá teimum mongu, sum koyrdu, súkklaðu, runnu ella gingu ígjøgnum hann í dag.

Hann er allur klæddur innan við styrktum betongi at forða fyri at steinar dettá á vegin og hann er serliga víður og sostatt góður hjá stórum bilum at koyra ígjøgnum.

Men tunnilin er eisini serligur við tað, at hann er tann fyrsti í landinum, har tað ber til at hoyra allar tríggjar útvarpsrásirnar, Rás 2, Útvarpið, og Lindina.

Tað er ikki bara gjørt fyri at gera koyritúrin hugnaligari, men eisini fyri trygdina, tí í neyðstøðu, kann politiið fáa boð til bilførarar ígjøgnum eina av rásunum.

So hyggjuráðini hjá teimum, sum koyra ígjøgnum tunnilin, er altíð at lurta eftir einari av rásunum.

Annars eru neyðtelefonir og ljós í tunlinum.

Tá ið tunnilin varð tikin í nýtslu, var alment hátíðarhald í gistingarhúsinum í Øravík, har hundraðtals suðuroyingar vóru komnir saman at fáa sær ein kaffimunn, kransakaku og frukt og at lurta eftir røðum frá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, Delmari Tausen, borgarstjóra í Hovi og tingmonnunum fyri Suðuroy, Hendrik Old, Hergeir Nielsen og Johan Dahl.

Teir fegnaðist allir um at tunnilin varð komin og teir vónaðu, at tunnilin elvdi til, at Hovstunnilin fer at gera farleiðina ímillum syðru og norðaru helvt so góða og skjóta, at tað fer at binda oynna meiri saman og fer at elva til meiri samstarv í oynni.

Sum onkur førdi fram, í hugaheiminum á mongum, hevur Hovsegg staðið mestsum sum eitt sálarligt mark ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy.

Leygarkvøldið helt tunnilshátíðarhaldið fram á Tvøroyri, har handlarnir høvdu tilboð og tiltøk, har konsert var í pubbini hjá Thomsen og tunnilsdansur var í Klubbanum og tað var nógv fólk í býnum.

Hovstunnilin er 2.435 metrar langur og er 10 metrar breiður og hevur kostað 150 milliónir at gera.

Les eisini greinina: Vit skulu ikki stúra fyri stórum íløgum og les eisini greinina: Hetta var tað vert