So var aftur diskotek í Lognbrá

Fríggjakvøldið skipaðu tónleikafelagið Sjey 00 og Klaksvíkar Ítróttarfelag fyri diskoteki fyri ungum undir 18 ár í Klaksvík. Karmur um diskoteki var Lognbrá, sum hevur staðið so at siga tómt og órørt, síðani tað lat aftur fyri hálvum øðrum ári síðani

Klaksvík:
Louis Poulsen úr Tónleikafelagnum Sjey 00 sigur, at tað vóru rættiliga nógv fólk í diskotek fríggjakvøldið.
- Vit hava enn ikki gjørt heilt upp, men tað mundu vera upp móti einum 200 fólkum hetta kvøldið, og tað er bara heilt gott, heldur Louis.
Hann greiðir frá, at tey flestu, sum vóru har vóru í aldrinum 15 til 18 ár. Og tað er júst tann aldursbólkurin, sum gjørdi bart á Posthúshorninum í Klaksvík á Føstulávint í ár, tí tey vildu vísa sína ónøgd við at onki diskotek var fyri ung undir 18 ár í Klaksvík.

Bíðaðu uttanfyri
Diskotekið byrjaði á midnátt. Ofta hevur verið fílst á, at í Klaksvík fara fólk ikki í býin eitt vikuskiftiskvøld fyrr enn klokkan líður móti tvey ella hálvgum trý. Men so er ikki við teimum ungu. Louis sigur, at tey stóðu uttan fyri og bíðaðu til dyrnar lótu upp.
- So ikki kann annað sigast enn, at tey ungu hava glett seg til at sleppa at dansa aftur, sigur Louis og leggur aftur at, at tann, sum seldi atgongumerki var pottaður eina løtu.
Annars var gott lív í diskotekinum allatíðina og fólk lótu til at vera í góðum lag og avbera glað fyri at sleppa at dansa aftur. DJ var Kristian Joensen, og hann er vælumtóktur í Klaksvík.
Louis Poulsen sigur annars, at diskotekið fríggjakvøldið var ein roynd fyri at vita um áhugi framvegis var fyri diskoteki millum tey ungu. Og nú áhugin av sonnum er staðfestur, so væntar hann, at KÍ og Sjey 00 saman fara at halda fram við at skipa fyri diskoteki í Lognbrá framyvir. Um tað kemur at verða hvørt vikuskiftið ella annaðhvørt, tað er ikki greitt enn.

Góð inntøka
Louis Poulsen sigur, at hesin møguleikin fyri at skipa fyri diskoteki saman við Klaksvíkar Ítróttarfelag er eitt gott fíggjarligt íkast til Tónleikafelagið.
- Tað er so stutt síðani, at felagið bleiv sett á stovn og okkara uppgáva er fyrst og fremst at fáa bólkar her og aðrastaðni frá hendanvegin at spæla til konsertir og annað tílíkt. Men hetta høvi at skipa fyri diskoteki er eisini bara gott fyri okkum, sigur Louis Poulsen, sum leggur aftur at, at Tónleikafelagið ikki hevur nakrar aðrar inntøkumøguleikar uttan diskotekið sum nú er.

KÍ fegnast vegna ungdómin
Heri Ellingsgaard sigur frá KÍ, at tá felagið av fyrstan tíð tók avgerðina um at lata Lognbrá aftur, var tað tí, at tað vóru ætlanir um at gera allan tann norðara endan av KÍ høllini í stand, men tær ætlaninar verða nú fyribils av ongum, tí frítíðarskúlin, sum hevur leigað hølið frá KÍ nú fer í annað hølið. So leiðslan í KÍ mátti finna aðrar inntøku vegir í staðin fyri leigusáttmálan við frítíðarskúlan.
- Vit fegnast vegna tey ungu, at tey nú aftur hava møguleika til at kunna fara í diskotek, sigur Heri.
Hann greiðir frá, at hetta farna árið ella gott tað, síðani Lognbrá lat aftur, hevur frítíðarskúlin, sum hoyrir til dagstovnin Mylnuhúsið, hildið til á loftinum í KÍ høllini, meðan sjálvt Lognbrá, sum er niðri undir, hevur staðið tómt.
- Vit hildu ikki, at tað fór at egna seg so væl at hava diskotek í Lognbrá í vikuskiftinum, og so frítíðarskúla gjøgnum vikuna, tí tað er ongin loyna at tað kann til tíðir ganga nokk so harðliga fyri seg, tá diskotek er. Her hugsi eg serliga um viðferðina ið hølið fær, tá tey ungu savnast til diskotek. Og inngongdin til frítíðarskúlan og Lognbrá er tann sama.
Men nú hevur frítíðarskúlin boðað nevndini í KÍ frá, at tey hava fingið onnur høli, sum tey fara at flyta í seinni í ár, og tí gjørdist tað neyðugt hjá KÍ at fara at finna sær aðrar inntøkumøguleikar ístaðin.
Heri dylir heldur ikki fyri, at tað er eitt stórt press upp á, at fáa diskotek til tey ungu aftur í Klaksvík. Og diskotekið hevur verið í Lognbrá í nógv ár eftirhondini.
- So vit koyrdu diskotekið sum eina roynd fríggjakvøldið, og tað letur til at tað eydnaðist væl. So nú er bert eftir hjá okkum at finna út av, hvussu ofta diskotek skal vera. Tað er Tónleikafelagið Sjey 00, sum skipar fyri, men vit hava lagt teimum eina við, at so longi sum frítíðarskúlin framvegis heldur til í hølinum í erva, so má tað vera reint og ruddiligt hjá teimum at koma har mánamorgun, sigur Heri Ellingsgaard.

Høllin treingir til umvæling
Heri sigur eisini, at tað er ongin loyna, at KÍ høllin treingir til eina kerliga hond. Gólvið í sjálvari høllini er í sera vánaligum standi og eisini hevur tekjan likið illa til tíðir. Men tað er ikki so ringt nú.
- Tað er eitt ivamál, hvat fer at henda við KÍ høllini í nærmastu framtíð. Tað er ikki bert høllin sjálv, sum treingir til umvæling, tað er allur bygningurin, sum hann er. Vit høvdu sum sagt ætlanir um at gera norðara endan í stand. Tað vil siga, at innrætta tað til ein frítíðarskúla og so møguliga gera eina matstovu eisini, har fólk kundu havt møguleika til at sett seg niður at njóta eitt ella annað etandi ella drekkandi, men við tað at frítíðarskúlin nú flytur í onnur høli, so er tað líkasum ikki aktuelt longur. Tí hava vit fyribils lagt allar tær ætlaninar á hillina. Tí vit meta, at tað er stórur munur á, hvat annað kann vera í sama høli sum ein frítíðarskúli og so eitt ungdómsdiskotek, sigur Heri Ellingsgaard at enda.