Upp-/niðurflyting
Tað man vera langt síðani ? um nakran tíð - at so nógv fólk hava verið savnað til fótbóltsdyst á Skála, sum talan var um leygardagin.
Ikki tí at veðrið var so øgiliga nógv betri, enn tað hevði verið seinastu vikuna, men neyvan man fótbóltsliðið hjá Skála áður leikt ein somikið týdningarmiklan dyst, sum talan var um sunnudagin. Talan var um seinna dystin um upp- og niðurflyting, og eftir knúsandi 4-1 sigurin á Sandi fyri viku síðani, mundu flestu skálafólkini halda, at nú skuldi tað verið heilt víst, at Skála skal spæla fótbólt í fyrstu deild.
Broytt sandoyarlið
Í mun til aðrar dystir, sum B71 hevur spælt hetta árið, vóru stórar broytingar gjørdar á liðnum til seinasta dystin.
Eitt var, at Piotr Krakowski hevði avloyst Kára Reynheim á venjarabeinkinum, men tað var tó á vøllinum, at størstu broytingarnar vóru framdar. Av mongu avbygdarmonnunum, sum í ár hava mannað liðið hjá B71, var bert Bernhard Petersen at síggja, og ístaðin vóru boð send eftir onkrum av gomlu kempunum, soleiðis at holini á vøllinum kundu tippast. Millum annað vóru bæði Páll á Reynatúgvu og Rúni í Soylu at síggja, so tað var sjónligt, at sandoyingar royndu seg við kollveltandi broytingum, til tess at vinna seg aftur inn á Skála.
Við hjálp frá undanvindinum sá tað eisini eina løtu út til, at sandoyingar veruliga trúðu uppá, at tað kundi lata seg gera at venda dystinum. Fyrsta korterið ella so var talan um eitt langt sandoyarálop oman móti illa skipaðu Skála verjuni, og onkur møguleiki spurdist eisini burturúr.
Nærmari enn einum stútara á tvørtræið frá Bergleifi Brimvík komu sandoyingarnir tó ikki, og spakuliga komu skálamenn alt betri við í dystin. Tað vóru serliga teir tríggir á miðásini, Pauli Poulsen, Pauli Hansen og Alexandur Johansen, sum stýrdu spælinum hjá heimaliðnum, men eisini stóðst vandi fleiri ferðir av, tá Marius Joensen streyk upp í høgru.
Størsta møguleikan fekk Pauli Hansen, tá hann brádliga kom at standa heilt leysur, men við einari kvikari fótparadu eydnaðist kortini Waldemar Nowicki í sandoyarmálinum at forða fyri.
Ongan tíð vandi á ferð
Sum fyrri hálvleikur leið, so kundi ein hildið, at heimaliðið í seinna hálvleiki fór at gera sær dælt av vindinum, og harvið leggja eitt stórt trýst oman á sandoyarmálið. Hetta hendi tó ikki, og størsta orsøkin til tað mundi vera, at vindurin nú var hæsaðu somikið, at talan ikki gjørdist um nakran munandi fyrimun av hesum.
Helst hevur tað tó eisini spælt inn, at Skála ikki hevði fyri neyðini at satsa nakað sum helst. Grovt sagt, skuldu teir bara hava hesar 90 minuttirnar at ganga, uttan at sandoyingar skutu alt ov nógv mál, og tí sóust teir ongan tíð tveita alt fólið fram í royndunum at skora.
Hinvegin gjørdu skálamenn heldur ikki tað mistak at taka alt fólkið aftur, men hildu alla tíðina tveir mans á toppinum. Hetta var við til at forða fyri einum veruligum trýsti frá B71, tí teir máttu eisini ansa eftir møguleikanum fyri kontraálopum. Sjálvsagt eigur at ansast eftir hesum, men tað tóktist tó eitt sindur løgið, at sandoyingar løgdu somikið nógv í verjupartin. Grundað á úrslitið í fyrra dystinum, so var tað sum so líkamikið, um Skála skoraði einaferð. treytirnar hjá B71 vóru framvegis at skjóta fýra mál, men tað tóktist, sum um viljin til hetta ikki var nóg stóru.
Tað eydnaðist tó sandoyingum at fáa eitt mál hampuliga tíðliga í seinna hálvleiki. Rúni í Soylu varð skumpaður í ryggin í brotsteiginum, og úr 11 metrum umsetti Eli Hentze trygt í málið.
Nøgdir um eitt mál
Hóast hetta ikki var nóg mikið at venda dystinum, so tóktist tað sum um sandoyingar hóast alt vóru nøgdir um at vinna dystin.
Teir høvdu helst sæð beiska veruleikan soleiðis, at tað var vónleyst at vinna við nóg nógvum málum, og tí mundi tað um ikki annað kennast sum ein troyst, at teir hóast alt vunnu seinna dystin.
Sjálvandi hevði Skála vilja vunnið dystin, men tá dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð, tustu fólk inn á vøllin, soleiðis at ein nærum skuldi trúð, at Skála veruliga hevði vunnið dystin. Tað høvdu tey kanska ikki, men uppflytingin var í øllum førum ein veruleiki, so tað var øll orsøk til at fegnast, og so mundi lagið ikki gerast verri av, at fýrverkið kring vøllin dundi, meðan sjampanjupropparnir vórðu sendir í allar ættir.
Dysturin í tølum:
Skála-B71- 0-1 (0-0(
0-1: Eli Hentze (br.) 57.
Skála er í fyrstu deild við samanlagt 4-2
Skála: Leivur Justinussen ? Ronnie Hansen, Pauli Hansen, Janus Trygvason ? Marius Joensen, Tummas Olsen, Sveinur Justinussen, Pauli Hansen, Kaysten Rasmussen ? Bogi Gregersen, Alexandur Johansen
B71: Waldemar Nowicki ? Bergleif Sólsker, Ib Mohr Olsen, Bernhard Petersen ? Kári Sørensen, Rúni í Soylu, Kári Nielsen, Eli Hentze, Sverrir Kjærbo ? Páll á Reynatúgvu, Jónsvein Thomsen










