Snópisligt hjá Anniku Olsen

LØGREGLA: Landsstýriskvinnan fer nú at biðja danska lógmálaráðharran broyta lógina so at føroyskir myndugleikar fáa ávirkan, tá ið broytingar verða gjørdar í løgregluni í Føroyum

- Tað, sum gongur fyri seg, er ógvuliga flóvisligt, og tað ikki serliga stuttligt at standa her á løgtingins røðarapalli og siga, at mann onki veit.
Tað mátti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, ásanna, tá ið nú ein dagin herfyri skuldi svara Kára P. Højgaard, sum spurdi um tað passar, at løgreglustøðin í Runavík skal niðurleggjast.
Landsstýriskvinnan ásannar, at tá ið tað snýr seg um viðurskiftini hjá løgregluni í Føroyum, er tað næstan hermetiskt lukkað land hjá føroyskum myndugleikum. Hóast hon hevur spurt fer eftir ferð, fær hon onki at vita, heldur ikki tá ið talan er um rættiliga víttfevnandi broytingar í løgregluni í Føroyum.

Ikki nøktandi
Men hon leggur afturat, at støðan er ikki nøktandi og at hon nú fer at tosa við stórum stavum við leiðsluna fyri løgregluni í Føroyum.
- Hesum kann eg ikki liva við, staðfestir hon.
Í fyrstu syftu fer hon at biðja danska løgmálaráðharran, Lars Barfoed, broyta rættargangslógina so at føroyskir myndugleikar skulu bæði kunnast og hoyrast, tá ið týðandi broytingar verða gjørdar í løgregluni í Føroyum.
Í sama viðfangi fer hon at gera hann varugan við, hvussu ónøgd hon er við, at hon ikki fær neyðugar upplýsingar til at svara Løgtinginum upp á fyrispurningar.
- Tað er eitt sjálvsagt krav frá løgtinginum og tað vil eg hava møguleika til, sigur Annika Olsen.
Hon fer eisini at siga sína hjartans meining við fútan.

Væntar vælvild
Sjálv væntar hon, at Lars Barfoed fer at skilja føroyska kravið, tí tað gjørdi hann í sambandi við bygnaðarbroytingarnar, sum vórðu framdar fyrr í ár.
- Tá varð tann broyting gjørd, at hereftir verður skulu tey, sum verða sett í leiðandi starv í løgregluni í Føroyum, hava kunnleika til føroysk samfelagsviðurskifti, mál og mentan.
Tað uppskotið hevur verið til hoyringar í Føroyum og nú fer Annika Olsen eisini at biðja um at fáa ta broyting í, at føroyskir myndugleikar skulu vera hoyrdir og kunnaðir, tá ið týðandi viðurskifti verða gjørd í løgregluni í Føroyum.
- Eitt er, at vit verða kunnað, sum frálíður, men verða týðandi avgerðir tiknar um umleggingar í løgregluni, sum at niðurleggja eina politistøð, er tað ikki meiri enn rímiligt, at føroyskir myndugleikar hava ávirkan á avgerðina.
- Sum støðan er nú, har vit onga ávirkan hava, er tað eitt sindur vanvirðislig, at vit onga ávirkan hava og vit fáa so lítið at vita.

Eysturoy má hava politistøð
Er tað veruliga so, at ætlanin er at niðurleggja løgreglustøðina í Runavík, er tað ein ætlan, sum hóvar Anniku Olsen serstakliga illa.
Men, sum sagt í hinum greinunum her á síðuni, hevur ikki borið til hjá henni at fáa nakað at vita um tað.
- Men Eysturoy er so mikið stórt øki við yvir 10.000 fólkum, at tað er heilt nátúrligt, at løgreglustøð er í økinum.
- Ein sjónlig løgregla økir um tryggleikan og er fyribyrgjandi ístaðin fyri, at hon ofta ikki skal koma upp í leikin, fyrrenn skaðin er hendur.
Men hon leggur afturat, at tá ið bygnaðarbroytingarnar vóru fyri fyrr í ár, fingu bæði hon og Løgtingið vissu fyri, at tær seks politistøðirnar í Føroyum skulu varðveitast.
- So verður hálsað um nú, heldur tað lyfti ikki, staðfestir Annika Olsen




Løgreglan skal yvirtakast
Annars er tað eitt hjartamál hjá landsstýriskvinnuni í innlendismálum at yvirtaka løgregluna á føroyskar hendur.
Annika Olsen heldur, at løgreglan og sýslumenn hava so stóran av avgerðandi leiklut í føroyska samfelagnum, at hon eigur at vera á føroyskum hondum, so at vit fáa skipað hana, soleiðis sum vit sjálvi halda vera best.
Í løtuni er løgreglan danskt málsøki og tað hevur mangan ført til tvídrátt og samanbrestir millum Føroyskar og danskar myndugleikar.
Eitt dømi um hetta eru bygnaðarbroytingarnar, sum vórðu framdar í vár og har føroyskir myndugleikar onga ávirkan fingu og sama skilið er, nú søgur eru farnar at ganga um, at løgreglustøðin í Runavík skal niðurleggjast.
Men landsstýriskvinnan heldur, at tað er stak óheppið, at tað krevst, at danir gera broytingar í rættargangslógini, hvørja ferð, føroysk og donsk áhugamál stoyta saman, soleiðis, sum greitt er frá í hinari greinini.
Kortini viðgongur hon, at hetta er ikki eitt mál, sum hendan samgongan er samd um.
Men hon staðfestir eisini, at kemur Fólkaflokkurin aftur í samgonguni, eigur tað verða ein partur av politiska grundarlagnum, at løgreglan verður yvirtikin á føroyskar hendur.