Smærri mál fyri tað mesta

Løgreglan í Havn upplýsir at vikuskiftið hevur verið stak friðaligt. Teir hava verið sjónligir hetta vikuskiftið, og hava lourt nógv úti. Onkur tilkalling hevur tó verið, men vakthavandi sigur, at tað bert hava verið smærri mál

Konufólkabardagi
Fríggjakvøldið fekk løgreglan boð um, at ein bardagi var uttanfyri Ebenezer. Tá løgreglan kom á staðið sóu teir, at tað vóru tvær yngri kvinnur, ið bardust. Onnur hevði fingið ein fingur í eygað, og tískil tók løgreglan hana við út á skaðastovuna. Eingin teirra varð meldað í málinum, men løgreglan bað um frágreiðing, um so er, at onnur teirra meldar seinni, og sak verður.

Rúsdrekkakoyring í Havn
Leygarnáttina um hálvgum trý tíðina varð ein maður tikin fyri rúsdrekkakoyring i Havn. Maðurin hevði sera høga promillu. Vaktahavandi sigur, at løgreglan hevur eyguni væl eftir bilførarum vikuskiftisnætur, og at teir ofta steðga bilum fyri at kanna, um førarin er ávirkaður.

Húsaófriður
Leygarmorgunin vórðu boð send eftir løgregluni, um at koma at loysa eitt mál um húsaófrið. Løgreglan fekk tosað partarnar til rættis, og eingin varð handtikin í málinum. Báðir partar vóru verandi eftir í húsunum.

Harðskapur
Sunnunáttina fekk løgreglan eina fráboðan um eitt harðskapsmál í Klubbagarðinum. Ein maður varð blivin skallaður í andlitið, og hann fekk skaða í nøsina. Løgreglan fekk fatur í gerningamannin, og avhoyrdi hann. Mál er skrivað, og tí verður tað avgjørt í rættinum.

Herverk á Stórheyggi
Sunnudagin kom ein fráðboðan um herverk á høllina á Stórheyggi. Tveir stórir rútar vóru knústir, tí onkur hevði tveitt grót inn ígjøgnum teir. Ilt er at gera nakað við tílík mál, og framvegis er eingin skuldsettur í málinum.

Rúsdrekkakoyring í Kollafirði
Sunnukvøldið varð ein maður tikin í Kollafirði fyri at koyra ávirkaður av rusdrekka. Vakthavandi veit ikki at siga hvussu høg promillan var, men hon var í ællum førum hægri enn loyvt.