Smildraði mann við jarnstong

Eitt keglarí millum tveir skopuningar leygarnáttina var nær endað við drápi. Annar maðurin varð meir ella minni smildraður sundur við eini jarnstong, og tað stóð um lív hjá honum. Teistin mátti loysa á miðjari nátt, og tað bjargaði manninum

Rættiligur dramatikkur hevur verið í Skopun farna vikuskifti.

Tað byrjar fríggjakvøldið, tá nakrir mans sótu og ballaðust í einum húsum í Skopun. Um midnátt fara tveir av teimum upp at keglast, og tann eini biður hin koma út um.

Hvat mennirnir, ið báðir eru mitt í tjúgunum, eru farnir at keglast um, er ógreitt, men tá teir eru komnir út um, fara teir til hendurs.

Tá avtornar, liggur annar av teimum eftirá, bukaður sundur og saman við eini jarnstong. Sýslumaðurin í Sandoynni, Høgni í Dali, verður uppringdur, men hann biður mannin venda sær til kommunulæknan fyri at fáa viðgerð, og tá tað er yvirstaðið, um at venda sær aftur til sýslumannin. Men maðurin vendi sær ongantíð aftur til sýslumannin. Hann mátti nevnliga við skundi flytast á landssjúkrahúsið, tí lívið hjá honum stóð í váða.


Stóð um lív

Kommunulæknin á Sandi, Dánjal Petur Højgaard, kom til Skopunar um náttina at kanna skaðarnar hjá manninum.

- Hann var komin í eina farliga støðu. At byrja við hildu vit, at hann var sloppin við nøkrum brákaðum rivum, men sum longur leið út á náttina, gjørdist hann verri og verri fyri. Hann hevur fingið eitt slag inn í síðuna móti rivjabeinunum, sigur Dánjal Petur Højgaard.

Tá klokkan leið út móti hálvgum trý, var maðurin so illa fyri, at boð vóru send eftir sjúkrabili, at fáa flutt mannin á Landssjúkrahúsið.

Strandfaraskip Landsins váttar, at skiparin á Teistanum umleið klokkan 02.30 fekk boð um at teir skuldu halda seg klárar, tí sjúkrabilurin hevði flutning, og at klokkan 02.40 loysti Teistin av Skopun við bráðfeingisflutninginum.

- Tað var fyri neyðini at vit fingu mannin fluttan á Landssjúkrahúsið. Tað vísti seg at rivjabein vóru brotin, og hol var komið á annað lungað. Hetta kann vera lívsfarligt, tí hetta kann gera at trýst kemur á hjártað, sum so ger at hjartað ikki fær pumpað, sum tað skal. Tað vísti seg at vera í allar síðstu løtu, at maðurin kom á Landssjúkrahúsið, og tað stóð veruliga um lív hjá honum tá, sigur Dánjal Petur Højgaard, kommunulækni.


Skuldsettur fyri grovan harðskap

Sýslumaðurin í Sandoynni, Høgni í Dali, greiðir frá, at hann hevur verið í samband við mannin, sum framdi álopið, og at hann er skuldsettur fyri harðskap av grovum slag.

Eisini hevur hann verið í Skopun, har hann hevur leitað eftir, og funnið, eina jarnstong. Hon er nú send til Danmarkar, har hon verður kannað.

Tað er enn ikki heilt sikkurt, um jarnstongin varð nýtt í bardaganum, men tað verður í øllum førum greitt frá fleiri av pørtunum í málinum, at ein jarnstong varð nýtt.