Sluppu ikki út fyri ísi

Føroysku útróðrarmenninir í Grønlandi vóru sjáldan so illa skólsettir sum summarið 1969, tá ísurin var so nógvur, at teir noyddust at liggja uppi á landi í fleiri mánaðir.
Úrtøkan hjá fiskimonnum var lítil, og teir mongu arbeiðsleysu arbeiðsmenninir í Føroyingahavnini kærdu sína neyð fyri landsstýrinum. Landsstýrið metti støðuna í Grønlandi javnt við eina náttúruvanlukku.
Hetta er ein av søgunum, sum Jógvan Arge sigur í áttandu og seinastu bókini í røðini "Teir tóku land", sum er komin út um dagarnar

Í 1969 høvdu menn framvegis góðan hug at fara til Grønlands, men ísviðurskiftini gjørdu, at teir settust aftur í fleiri havnum. Orsakað av nógvum ísi fór ongin til Borgshavn og Kangarssuk, og av tí at Nordafar ikki tók móti fiski í Grátufjørðinum hetta árið, var ongin bátur har.
Men menninir í Føroyingahavnini og Ravnsoynni fingu seg royndar. Meginparturin av manningini til Føroyingahavninui fór yvir við "Tjaldrinum" hjá Skipafelagnum fyrst í mei. Teir møttu ísinum, tá teir komu á Hvarvið, og sigldu norður við einari ísbrúgv, men væl lá fyri at sigla inn í Føroyingahavnina.
Men longu fyrsta dagin, teir flotaðu bátarnar, var galið. Teir, sum vóru farnir langt, sluppu ikki til hús aftur. Teir noyddust at halda undan ísinum norður til Godthåb. Aðrir settu upp í Kookoyggjunum, har bátarnir skrúvaðust upp á ísin. Ísbrótari noyddist at fara eftir teimum.
»Tjaldrið« fekk banasár
Nú var »Tjaldrið« á veg annan túrin. Hesaferð lá ikki so væl fyri. Fyri ísi slapst ikki inn í Ravnsoynna við teimum 65 fólkunum, sum skuldu upp á land har, og Føroyingahavnin var eisini full av ísi, so hagar slapst heldur ikki.
Godthåb var somuleiðis avbyrgdur av ísi, so avrátt varð at halda norður til Sukurtoppin, men brádliga komu boð um, at ísurin var loysnaður eitt sindur, og við góðari hjálp frá bjargingarskipinum »Sigyn« kom »Tjaldrið« at bryggjuni hjá Nordafar.
Har var illveður og kavarok, og »Tjaldrið« varð liggjandi meir enn eina viku. Hjá ravnsoyarfólkunum var ikki hugsingur um at fara suður í Ravnsoynna, so tey blivu í fyrsta umfari búgvandi umborð á »Tjaldrinum«.
Tá »Tjaldrið« fór avstaðaftur síðst í mei, vórðu tey koyrd í land og fingu innivist á Sjómansheiminum og ymsum barakkum í Føroyingahavnini. Eina nevndu tey Hotel Ravnsoy.
Striltið gekst hjá »Tjaldrinum« at sleppa út gjøgnum ísin. Stundum var ferðin ikki meir enn eina míl um tíman, men loksins kundi ferð setast á. Tá vísti seg, at skipið hevði fingið skaða í skúvuna.
Farið varð kortini undir summarsigling úr Keypmannahavn, men skjótt varð greitt, at hetta ikki bar til, og endin var, at summarsiglingin varð steðgað og »Tjaldrið« selt sum gamalt jarn.
Arbeiðsleysir í tveir mánaðir
Í Føroyingahavnini gingu útróðrarmenn og arbeiðsmenn fyri einki. Teir styttu sær stundir við at spæla kort til langt út á náttina. Stundum gingu teir niðan á herðuna omanfyri Sjómansheimið at kika. Har var bara ísur at síggja, so langt eygað røkk.
Norðuri í Godthåb vistu menn ikki síni livandi ráð, og ravnsoyarfólkið gekk eins og hini og keddi seg í Føroyingahavnini.
Fyrst í juni loysnaði ísurin so frægt, at menninir í Godthåb hildu seg kunna sigla suður í Føroyingahavnina, og ravnsoyarmenninir royndu at fara suður til sín. Ferðin úr Godthåb tók hálvtannað samdøgur, og «Kaskelot« brúkti 20 tímar suður í Ravnsoynna. Vanligt var 10 tímar.
Men fiskiskapur bleiv ongin, fyrr enn komið var væl inn í juli. Tá vóru tveir heilir mánaðir farnir fyri skeytið. Menn vóru farnir til Grønlands at vinna sær ársinntøkuna eftir fýra mánaðum, men enn var onki komið burturúr, so hýrurin var ringur.
Arbeiðsmenninir í Føroyingahavnini bóðu landsstýrið um somu minstuløn sum fiskimenn fingu. Nordafar rindaði teimum 1000 krónur um mánaðin, men tað var minni enn minstaløn fiskimanna, og tá fingu teir onki fyri út- og heimferð.
Bátaskipini innistongd á Kappanum
Trupulleikar vóru framvið allari grønlendsku vesturstrondini. Suðuri í Borgshavn lá »Varðberg« við fýra bátum. Teir høvdu stundum trupulleikar av ísinum, sum fyltist inn í havnina, so skipið ikki fekk samband við bátarnar.
Bátaskipini »Kongshavn«, »Hvítabjørn« og »Atlantsfarið« vórðu innibyrgd í ísi suðuri á Hvarvinum. Tey vóru farin inn í eina havn á Nuafjørðinum, men ísurin stongdi innsiglingina, so bátarnir sjáldan sluppu út.
Einaferð vóru útlit til, at skipini als ikki sluppu úr aftur havnini, men máttu liggja fyri veturin. Tá varð greitt frá, at einir seks fjórðingar vóru til næstu bygd. Tað var Apilatoq. Gangast máttu fyrst 4 fjórðingar eftir oynni, sum havnin var á, og síðani siglast 2 fjórðingar um eitt sund til bygdina.
So galið bleiv kortini ikki, men skipini komu mestsum krøkt heimaftur út á heystið.
Seinastu ferð í Ravnsoynni
Hetta ringa ísárið gjørdi enda á útróðrinum í Ravnsoynni. Bátar høvdu verið bæði í norðaru og syðru havn, men fiskiskapurin var so ringur, at ongin bjóðaði til at fara yviraftur. Nordafar beyð seg heldur ikki fram aftur at taka móti fiskinum.
Hin 13. september 1969 fóru menn fyri seinastu ferð úr syðru havn. Fimm seksæringar settu kós móti Føroyingahavnini, har teir fingu fart heim við farmaskipinum »Bliki«, sum var komið til Grønlands eftir teimum í staðin fyri »Tjaldrið«.
Teir tóku allar bátarnar heim við. Tað sama gjørdu menninir í norðaru havnini, tá »Blikur« ein túr seinni kom í Ravnsoynna eftir teimum.
Einasti bátur eftir í oynni var »Birita«, sum var fyrstu bátur, ið var bygdur til grønlandsútróður. Birtu Lias í Miðvági hevði latið hann smíðað í 1935. Í 1959 fekk trúboðarin Hans J. Ellingsgaard hann suður í Ravnsoynna at sigla við.
Nú stóð hann í einum skúri. Har var hann ikki at síggja á kanningarferðini í Ravnsoynni í 1996, men inni í víkarbotninum vóru hvít og grøn bátaborð at finna. Tey vóru óivað av fyrsta bátinum, sum varð bygdur til grønlandsútróður.
Nordafar á húsagang
Tey ringu ísárini í Grønlandi fóru illa við Nordafar, sum føroyingar og norðmenn áttu í felag. Tað var um reppið, at støðin ikki lat upp aftur í 1970, men so átóku norðmenninar sær fíggingina, og støðin varð hildin opin. Skipað varð eisini fyri útróðri, men bara í Føroyingahavnini.
Nøkur ár varð hildið fram við nøkrum fáum bátum, men fíggjarstøðan versnaði, so norðmenninir kastaðu frá sær. Við landskassanum í rygginum yvirtók Grønlandsfelagið alt felagið, tí føroyingar vildu ikki sleppa tí síðsta skansanum í Grønlandi, men striltið gekst.
Royndir vóru gjørdar við ymsari vinnu, men seinasta virkisárið var 1984. Støðin varð kortini hildin við líka, skuldi okkurt víst seg kortini, men í 1989 fór Nordafar á húsagang og síðani hevur onki lív verið í Føroyingahavnini.
Seinasta bókin
Um hetta og meir aftrat kann lesast í nýggjastu bókini "Teir tóku land" eftir Jógvan Arge. Bókin er 222 blaðsíður og prýdd við nógvum myndum. Fullfíggjað yvirlit er yvir útróðrarmenn í Grønlandi 1967-1975, eins og yvirlit er yvir øll staðarnøvn, skipanøvn, bátanøvn og fólkanøvn í øllum átta bókunum.