Seinastu mánaðirnar hevur Ísrael verið plágað av umfatandi fólksligum mótmælum ímóti stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra.
Men tað er eitt annað slag av ófriði, sum seinastu dagarnar – undan og undir páskahátíðini – ið hevur verið á breddanum í Ísrael.
Stríðið millum ísraelar og palestinar er aftur komið til sjóndar, eftir at ísraelsk løgregla mikunáttina fór inn í al-Aqsa-moskuna og handtók fleiri palestinar.
Lesið her um seinastu tilburðirnar í Ísrael:
* Týsdagin vóru palestinskir muslimar saman til bøn í al-Aqsa-moskunu í Eysturjerusalem í sambandi við ramadanin.
* Ein stórur bólkur víðgyrdi seg síðani í moskuni.
* Sambært løgregluni vóru fleiri av teimum, sum vóru til staðar, í maskum og vápna við steinum og fýrverki.
* Mikunáttina kastaði løgreglan sjokkgranatir inn í moskuna fyri at fáa fólkið út. Videoupptøkur, sum eftir øllum at døma eru tiknar í moskuni, fóru síðani í umferð á internetinum.
* Har sóust ógvusligir samanbrestir millum ísraelska løgreglu og palestinar.
* Fleiri enn 350 fólk í og kring al-Aqsa-moskua vórðu handtikin.
* Moskan, sum er á Tempulfjallinum í gamla býarpartinum í Jerusalem, verður roknað fyri at vera triðheilagasta staðið innan islam. Medina og Mekka í Saudi-Arabia verða av muslimum mett at vera tey mest heilagu støðini.
* Eftir ófriðin í al-Aqsa-moskuni heitti hernaðarliga rørslan Hamas á palestinar um at fara til Jerusalem fyri at verja moskuna.
* Hamas hevur støð í Gaza. Haðani vórðu sambært ísraelska herinum skotnar níggju rakettir ímóti Ísrael tíðliga mikumorgunin.
* Ísrael svaraði álopinum við mótálopið vent ímóti hernaðarligari venjingarlegu, sum sambært Ísrael hoyrir til Hamas. Ongar fráboðanir er um, at fólk eru deyð ella hava fingið skaða, hvørki í øðrum ella hinum álopinum.
##med2##
* Skírisdag í gjár vórðu 34 rakettir sambært ísraelska herinum skotnar frá Libanon ímóti Ísrael. Sambært herinum stóð Hamas aftan fyri álopið. Av teimum 34 rakettunum vórðu 25 skotnar niður, meðan minst fimm raktu ísraelskt landaøki.
* Ísrael svaraði aftur við at venda álopi ímóti málum í syðra parti av Libanon, boðaði libanesiska tíðindastovan frá aftaná. Hetta hevur Ísrael tó ikki váttað.
* Á ísraelskari síðu vóru ongar fráboðanir um deyð fólk ella oyðileggingar. Tó fingu tvey fólk skaða.
* Tað er sambært ísraelska blaðnum Haaretz mest álvarsama álopið ímóti Ísrael, sum er framt av Libanon, síðani hernaðarliga Hizbollah-rørslan var í kríggi við Ísrael í 2006. Hizbolla hevur støð í Libanon.
* Eingin hevur tikið ábyrgdina fyri álopini í Libanon, men Ísrael heldur, at palestinskir bólkar standa aftanfyri.
* Skíriskvøld leyp Ísrael á fleiri venjingarstøðir, sum Hamas hevur í Gazageiranum, sum liggur út ímóti Miðjarhavinum.
* Í nátt boðaði ísraelski herurin frá, at tey hvødu sett í verk loftálop ímóti málum í Libanon. Álopini vóru eins og í Gaza vend ímóti málum, sum hava við Hamas at gera. Boð eru ikki komin um deyð fólk.
* Ófriðurin kom nú mitt í muslimsku hátíðini ramadanin og upp undir páskahátíðina hjá jødunum. Fyri báðar partar hevur Jerusalem ein hvøuðsleiklut í andaligu hátíðini.
Keldur: Ritzau, AFP og Haaretz.
/ritzau/