danir vóru í ringum ljósi nógvastaðni í heiminum júst tá. Men óansæð hvør orsøkin man vera til, at fólk heldur velja at fáa sær reytt pass, kann staðfestast, at við verðandi gongd, har minkingin í býtinum [...] Tað vísa hagtøl frá Løgregluni, sum umsitur og útvegar pass í Føroyum. Samstundis velja alsamt fleiri at fáa sær eitt reytt ES-pass. Eftir nógva togan aftur og fram og drúgt kjak gjøgnum fleiri ár, gjørdist [...] avtaka seg sjálvt so lýðandi, og at tað í alsamt størri mun verður tað danska ES-passið, sum føroyingar helst vilja nýta. Av teimum 5122 passunum, sum vórðu útskrivað í 2009, vóru bert 722 pass av teimum grønu
perspektivið við í sanginum »Dicuil skrivar« og lýsi í honum landið og søguna. Í sangunum »Mjørki í Havn«, »Býarmynd«, »Í eini lon«, og »Fótafet á nátt« minkar perspektivið, og eg lýsi vanlig fólk og stemningar [...] spæla guitar, tá hann var 12 ár, í skúlanum høvdu hann og vinmenninir orkestur og sóu upp til Beatles, og í 1987 spældu teir inn sangin »Føroyingar« í útvarpshøllini í Sortudíki. Uni Arge sang, og sangurin [...] hoyra síðst í áttatiárunum. Hetta kundi verið spírin til uppaftur fleiri sangir frá vinmonnunum í Eysturskúlanum, ið eftir skúlatíð plagdu at skriva sangir um alt frá Rockall til omanlop í føroyskum fjøllum
og 2”. At fólk muta aftur uttan at lurta eftir djúptøknum grundgevingum ímóti at loyva samkyndum at giftast, er super. At fólk harta meg fyri ditt og datt, enntá pota Jenis av Rana og meg í sama bát—hvat [...] seta í samband við borgarar í Riyadh og Havanna, ikki Tórshavn. “Kúgað” er tí ikki longur eitt relevant orð í mun til ta ímyndaðu viðurmøði, LGBT líður undir, tí kravið um javnrættindi er vunnið. Í dag [...] byggir ikki á kærleika, men er motivið fyri honum. Unga Tjóðveldi, í sínum vísdómi, og sum forrestin stavar seg sjálvt við “ð” í endanum í sínum erkleringum til fólkið, tosar somuleiðis um eitt “javnbjóðis
innanfyri tíðarrammuna at tosa um fosturtøku, eftir at eg hevði fingið staðfest, at eg var við barn. Sostatt mátti mamma hennara seta seg í samband við ymisk fólk fyri at fáa hjálp. – Eg fór til ein annan [...] at hon visti ikki síni livandi ráð, tá hon byrjaði at kanna møguleikarnar fyri at fáa fosturtøku í Føroyum. – Eg fór til mín kommunulækna, hóast eg visti, at hon var konservativ og fór at siga nei. Men eg [...] av tilvild var donsk, og greiddi henni frá mínari støðu. Og fyri at lúka krøvini í fosturtøkulóggávuni, máttu vit skriva í journalin, at eg sálarliga ikki var før fyri at fáa eitt barn júst nú. Harfrá bleiv
Áki í Skemmuni sigur, at tankin aftanfyri framsýningina er í fyrsta lagi at geva útlendingum eitt høvi at koma higar at síggja, hvat vit føroyingar hava at bjóða. Stórur áhugi - Áhugin fyri Føroyum og tí [...] vakt ans uttanlands, at vit eftir øllum at døma hava eina burðardygga fiskidagaskipan, sum er kend út um landoddarnar. Nú hava so hesi fólk eitt gott høvi at koma higar at vitja í nakrar dagar. Ein annar tanki [...] Fish Fair, sum nú verður hildin á øðrum sinni, eru teir báðir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen. Tað er fyritøkan, Petur & Petur í Havn, sum tekur sær av marknaðarføringini. Hetta er eitt velduga stórt
viðbrekin støðan hjá Suðuroynni er, tá Smyril fer í dokk, og vit standa eftir við skipum, ið ikki lúka tey krøv, sum ein dagførd og trygg samferðsla eigur at hava í 2025. Suðuroyingar hava rætt til eitt trygt [...] óbrúkiliga loysn, tá Galaxy kom í sigling sum avloysaraskip fyri Smyril. Túrarnir fækkaðust, viðurskiftini hjá ferðafólki versnaðu, og so tá trygdin heldur ikki vísti seg at vera í lagi, er sjálvandi vónleyst [...] restina av landinum. Eg haldi, at tey, ið taka avgerðir, hava hug at gloyma at tað búgva knapt 5.000 fólk í Suðuroynni. Tað kann ikki góðtakast, at eitt so grundleggjandi samband sum millum Suðuroy og hinar
útbúgving, fólk hava tikið o.s.fr. Óneyðugt er kanska at siga, at innanhýsis í Føroyum er hesin trupulleikin størri, jú longur burtur frá Havnini ein kemur. Eftir okkara fatan er høvuðsavbjóðingin í føroyskari [...] entreprenørskap?. Í 1997 vunnu næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna kappingina ?European Business Games?, og í ár var sama bragdið endurtikið av nøkrum næmingum av studentaskúlanum í Hoydølum. Um hetta [...] teim sterkastu í landinum. Avbjóðingin Greitt er, at hugskotini ikki tørva í Føroyum, og tað er heldur onki sum týðir uppá, at lokalar fyritreytir og fleksibilitetur ikki eru tilstaðar í samfelagnum. Uttan
Í hesi vikuni varð hol sett á 10 viku langa rættarmálið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik, sum 22. juli í fjør beindi fyri 77 fólkum í Oslo og á oynni Utøya í Noregi. Rættarmálið er alment [...] tað sama verið farnar fram í Føroyum, sigur Eyðun Joensen. Breivik vekir stóran ans, og eins og vit fyrr hava sæð í slíkum málum, verða fleiri kvinnur hugtiknar av honum. Í hesi vikuni bleiv ein kvinna [...] Longu í fyrsta umgangi tykist Breivik rættiliga sperdur, tí nú er hann farin at siga seg ikki minnast, og harafturat er hann eisini farin at svara minni og minni, tá hann verður spurdur í rættinum í Oslo
upp fyri ferðsluni 28. apríl. Hátíðardagur var í Klaksvík, har bilar og fólk í túsundatali vóru á stytri og longri vitjanum. Nógv verður gjørt burturúr í fjølmiðlunum, og vit fáa bæði søgur, staðfestingar [...] virkseminum, skal fara fram innan tinggáttina. Alt skal viðgerast og avgerast aðrastaðni. Í lítlum ella størri samgongum, í arbeiðsbólkum ella sokallaðum visiónsbólkum. Ja, alla aðra staðnis enn í tinginum ella [...] fegnast um, men hugsar løgmaður ikki í alt ov stóran mun um piparnøtur heldur enn... Landsliðið gleið í sjálvgleðini Teir í FSF eru so glaðir fyri seg og síni, at teir í eina tíð trúðu, at teir kundu ganga
settur í starv sum landsskúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar. Hetta var eitt av teimum stóru umskiftunum í lívinum, minnist Uni. Í Havn gekk hann so í barnaskúla, real- og studentaskúla. Eftir lokið [...] kom upp í hetta arbeiðið, meðan hann var KFUM skrivari í Havn. Í dag er hann blaðstjóri á blaðnum. Hann tók við sum blaðstjóri fyri trimum árum síðani eftir Jákup Reinert Hansen, sóknarprest í Sandoyar [...] Uni Næs fer í starv sum prestur í Fuglafirði, ynskir hann at leggja dent á, at tað avgjørt ikki er tí, at honum ikki dámar í Vestmanna. Tvørtur í móti hevur øll familjan kent seg sera væl í Vestmanna, og