Pass
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Grøna, føroyska passið hevur beina leið móti at avtaka seg sjálvt. Tað vísa hagtøl frá Løgregluni, sum umsitur og útvegar pass í Føroyum. Samstundis velja alsamt fleiri at fáa sær eitt reytt ES-pass.
Eftir nógva togan aftur og fram og drúgt kjak gjøgnum fleiri ár, gjørdist tað á vári 1997 møguligt hjá føroyingum at velja, um teir vildu hava eitt reytt danskt ES-pass, ella eitt av grønu, føroysku passunum.
Men nú gott 13 ár seinni, sær tað út sum, at føroyska passið er við at avtaka seg sjálvt so lýðandi, og at tað í alsamt størri mun verður tað danska ES-passið, sum føroyingar helst vilja nýta.
Av teimum 5122 passunum, sum vórðu útskrivað í 2009, vóru bert 722 pass av teimum grønu føroysku, meðan hini 4400 passini vóru tey reyðu donsku ES-passini. Býtið er 16,4 prosent móti 83,6 prosentum.
Hetta merkir tað sama sum, at fyri hvørji seks, sum biðja um pass, biðja fimm um eitt ES-pass og ein um eitt føroyskt pass.
Støðug gongd
At býtið millum føroysk og ES-pass er so markant er ikki nøkur nýggj støða.
Í 2008 vórðu 5198 reyð ES-pass og 887 grøn pass útskrivað, svarandi til at 17,66 prosent eru grøn, meðan hini 82,34 prosentini vóru reyð.
Árið fyri, í 2007, vóru tað uppaftur fleiri, sum valdu grøna passið. Tá vóru 5404 ES-pass útskrivað, meðan talið av grønum passum var 1107 pass. Tá var prosentbýtið 79,5 prosent reyð pass og 20,5 prosent grøn pass.
Útdeytt um 12 ár
Hvør orsøkin til hesa gongdina er, er ilt at gita um. Staðfestast kann tó, at tað ganga nógvar søgur um bæði passini.
Eitt nú siga fleiri, at tey velja tað reyða ES-passið, tí tað skal vera verri at sleppa inn í summi lond við tí grøna passinum. Onnur sigast velja reyða passið, tí tað eru bert »tjóðskaparligir tjóðveldismenn«, sum velja grøna, føroyska passið.
Hinvegin sigur onkur, at meðan Muhammeds-kreppan stóð við, var frægari at hava eitt grønt pass, tí danir vóru í ringum ljósi nógvastaðni í heiminum júst tá.
Men óansæð hvør orsøkin man vera til, at fólk heldur velja at fáa sær reytt pass, kann staðfestast, at við verðandi gongd, har minkingin í býtinum av føroysku passunum er góð 1,36 prosent um árið, verður síðsta føroyska passið útskrivað um góð 12 ár, ella í 2022.
FAKTA
Býtið millum reyð og grøn pass 2007 - 2009
Ár Reyð Grøn %-reyð %-grøn
2007 5404 1107 79,52 % 20,48 %
2008 5198 887 82,44 % 17,66 %
2009 4400 772 83,59 % 16,41 %