2006 – eitt annað ár

Finnur Helmsdal

2006 byrjaði politiskt og samfelagsliga á lágum blussi, ikki minst tí kyndararnir hjá Eidesgaard úti í Tinganesi hvørki tíma ella duga serliga væl at lempa. Ikki tí, nokk so nógv snakk er, men lítið sæst aftur, ómetaliga lítið. Tað er farin at ganga herviliga sótt, sum onkur kallar politikkleti og onnur politikaraleti, og hevur sóttin rakt stóran part av Føroya fólki. Fáur hugsar um politikk, og enn færri tosa um hetta, eftirhondini, sjaldsama fyribrygdið.
Tí vakti tað stóran ans, tá tað frættist, at løgtingsmaðurin Torbjørn Jacobsen er farin undir at lesa til prest við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tað er eina mest latínið, sum stendur á skrá fyrstu tíðina.
Eitt sindur av hóvastáki var um formansvalið hjá Starvsmannafelagnum. Næstformaðurin í nøkur ár, Heini Joensen, hevði hug at bjóða Gunnleivi Dalsgarð av. Fyrst fekk Heini boð um, at hann hevði ikki loyvi til at stilla upp, tí hann var í starvi hjá felagnum. Síðan fekk hann so uppstillingarloyvi. Gunnleivur vann tó ein óvæntað tættan dyst, og er hann tí formaður inntil februar 2009.
Og so letur Norðoyartunnilin upp fyri ferðsluni 28. apríl. Hátíðardagur var í Klaksvík, har bilar og fólk í túsundatali vóru á stytri og longri vitjanum. Nógv verður gjørt burturúr í fjølmiðlunum, og vit fáa bæði søgur, staðfestingar og metingar um framtíðarútlitini fyri hendan partin av landinum.
Sama dag, nevniliga 28. apríl vinnur Chelsea 3-0 á Manchester United og har við eisini enska meistaraheitið annað árið á rað.
Avdemokratiseringin heldur fram
Politiska innihaldið í tí, sum fer fram í tinginum og samgonguni, er stutt og greitt at meta sum eitt fram hald av avdemokratiseringini og avpolitiseringini av Føroya løgtingi. Tað sær út til, at eitt av fremstu málum samgongunar er, at so lítið sum til ber av politiska virkseminum, skal fara fram innan tinggáttina. Alt skal viðgerast og avgerast aðrastaðni. Í lítlum ella størri samgongum, í arbeiðsbólkum ella sokallaðum visiónsbólkum. Ja, alla aðra staðnis enn í tinginum ella har andstøðan hevur atgongd, skulu politisku viðgerðirnar fara fram, skulu avgerðirnar takast, ella setast út í kortið. Tað kann fatast nakað soleiðis, at alt er gott og rætt, sum andstøðan ikki er upp í á nakran hátt.
Og visiónshurlivasin tekur nú rættiligt dyk á seg. Løgmaður hevur ikki ikki havt annað í posanum síðan løgtingsvalið januar 2004, og tí má tað síggja út, sum okkurt reelt er aftanfyri. Visiónsarbeiðið er helst eisini ætlað sum bulurin í valstríði hansara.
Tí er tað ikki sørt syndarligt at hugsa sær og ikki minni, tá ein staðfestir, at alt hetta visiónsprátið er, í besta lagi, einfaldar og sjálvsagdar framskrivingar av verandi samfelagsgongd. Onkur spennandi orð eru sjálvandi feld á blað, men tey eru tíverri bert til pynt. Og tá ein so veit, at visiónsætlaninar bert eru eitt persónligt projekt hjá løgmanni sjálvum, sum onkur í alt vaksandi flokkinum av persónligum ráðgevum hevur roynt og framhaldandi royndir at pjøssa uppá. Spyrt tú ein í Fólkaflokkinum um visiónshurlivasan, so yppir viðkomandi bert øksl. Spyrt tú ein í Javnaðarflokkinum, ja, so roynir viðkomandi at síggja út, sum løgmaður ætlar okkurt. Spyrt tú ein í Sambandsflokkinum, so er svarið bert: Vit hava eina avtalu, og avtalur halda vit í Sambandsflokkinum.
Nú er tað ikki sermerkt fyri bara hesa samgonguna, men ein kann ikki lata vera við at harmast um, at man ikki ger breiðar politiskar avtalur í Føroyum. Hetta tá tað snýr snýr seg um stórmál og annars mál, sum vit altíð fara at hava á skrá. So sum skúli, mentan, heilsuverk, almannaverk og kommubygna. Bert fyri at nevna nøkur dømi.
Búskapurin
Meðan politiska leiðslan hevur roynt at tekna búskaparligu myndina vakra og ljósa, hava vit fingið meira varnar og kanska eisini ávarandi meldingar frá m.ø. Búskaparrráðnum. Hesir siga m.a. at vit byggja búskaparligu veingjasløg okkara á svikaligt grundarlag. Teir siga, at búskapurin er ov upphitaður, og at tað almenna ikki eigur at økja um byggivirksemið. Tann nógvi peningurin, sum er komin millum hendur á fólki orsaka av leysgivnum frívirði í fastari ogn, fer fyri tað mesta til forbrúk. Soleiðis er talið fyri gjaldsjavnahallið nú um eina milliard fyri 2006. Men kanska mest álvarsligu ávaringarnar frá okkara búskaparligu vísmonnum eru um alsamt vaksandi skuldina í fiskiflotanum. Men samgongan heldur ikki nógv um tað, sum m.a. Búskaparrráðið sigur, og teir halda tí fram við at veita teimum ríki skattalætta. Kommunurnar lurta heldur ikki eftir ávaringum, og fara tær at gera íløgur í byggivirksemi komandi ár fyri eina upphædd, sum ikki er sædd áður.
Altjóða samstarv
Samgonga tykist vera rættiliga upptikin av altjóða samstarvi. Teir í Fólkaflokkinum tosa við hvørja givna og ógvivna løtu um, at Jørgin Niclasen skal vera fyrsti føroyski uttaríkisráðharri okkara. Sambandsflokkurin heldur alinlangar røður um ES, bert tú nevnir felagsskapin við einum orði. Teir í Javnaðarflokkinum tosa um alt møguligt, men teir skulu altíð spyrja danir fyrst. Javnaðarmenn vilja so fegnir sleppa at uppliva verðina- ígjøgnum Danmark. Teir vilja so ómetaliga fegnir sleppa at sita til borðs við útlendskum kanónum, saman við danskarum. Og tað vísir seg eisini, at alt, sum Jóannes Eidesgaard sigur seg vilja fremja, tað ber antin ikki til, ella skulu danir gera tað fyri okkum. Og tí vil EFTA sjálvandi ikki hava okkum sum lim. Tí hvat skulu teir gera við eitt limaland, sum er umboðað av einum landi, sum er limur í ES.
Íslandssáttmálin hevur verið eitt lítið mysterium. Menn eru ikki rættiliga greiðir yvir, um hesin er settir lovliga í gildi ella ei. Hin vegin er ónøgdin stór við sjálvan sáttmálan. Onkur heldur, at hann bert er til fyrimuns fyri Ísland. Men løgmaður sigur, at tað er hann barsta ikki. Hann grundgevur hetta við, at ein føroysk fyritøka hevur selt seks tons av piparnøtum til Íslands. Tað er sjálvsagt at fegnast um, men hugsar løgmaður ikki í alt ov stóran mun um piparnøtur heldur enn...
Landsliðið gleið í sjálvgleðini
Teir í FSF eru so glaðir fyri seg og síni, at teir í eina tíð trúðu, at teir kundu ganga á vatninum. Soleiðis herjaðu teir saman við landsliðsvenjaranum á EM undankappingina, og teir komu sær skjótt í havsneyð. Landsliðsvenjarin hevði ikki óavmarkað úrval, tí fleiri lyklaspælarar hava verið og eru framvegis langtíðarmeiddir. Men hann útmerkaði seg við at reka spæliklárar lyklaspælarar til hús. Nú sær so út til, at hann annað hvørt hevur valt tað sjálvur ella er vorðin noyddur til at bíta í súra súreplið. Men hvussu nógv kann bjargast er enn óvist. Vit staðfesta, at føroyska landsliðið liggur á einum eyðmýkjandi 185 plássi á heimsstyrkisslistanum.
Spennandi verður at vita, um nakar í FSF háborgini hevur lært nakað sum helst. Tað er ikki lætt at læra nakað, tá eingin kann læra ein nakað.
Fiskiloyvini í leysum lofti
Tá fyrst Vesturvón seldi sítt virksemi í 2005 til reiðarí, sum nógv siga er stráfyritøka fyri íslendskar bankar, og síðan Krúnborg, er tosið fara at ganga um, at brátt hava vit avreitt alt tilfeingi okkara til útlendingar. Søluprísurin hjá Vesturvón er síðan skýrdur sum fúlur undirprísur, meðan onkur hevur hug at siga tað sama um tær 350 milliónirnar, sum Krúnborg fekk. Seinni nevnda sølan hevur verið reist politiskt, við illgruna um, at keypandi reiðaríið ikki hevur nóg stóran veruliga ræðisrætt yvir tí, sum keypt er. Landsstýrismannanevndin hevur heitt á løgmann um at gera tað, sum gerast skal. Neviliga at loysa landsstýrismannin í fiskivinnumálum úr starvi, men løgmaður vil heldur ikki gera nakað í hesum málinum. Best man vera at lata alt sigla og so vóna, at tað lagar seg so ella so.
Tjóðveldisflokkurin legði á ólavsøku uppskot fyri tingið um at gera nakað munagott við skilið viðvíkjandi fiskiloyvunum. Men tað vil samgongan ikki, helst tí Fólkaflokkurin setir føtur í spenni. Teir vilja jú ikki nema við nakað, sum gevur teirra veljarum fyrimunir og milliónir beint niður í fórði. Tí er støðan ikki broytt, óskilið heldur fram, og púrt eingin vissa er fyri hvør lagnan hjá tilfeingi okkara verður. Og samstundis heldur skuldin í fiskiflotanum á við at vaksa. Men hvørjum skulu vit rokna við. Fólkaflokkurin vil ikki, løgmaður torir ikki, og Sambandsflokkurin sigur seg halda seg til onkra avtalu.
Eingin olja
Heldur ikki hesu ferð varð rakt við olju í okkara undirgrund, hóast føroyskt felag var við fyri fyrstu ferð. Talan var um Atlantic Petroleum. Um menn veruliga trúgva upp á oljufund innan markið, er ikki lætt at siga nakað um, men teir siga seg tó hava góðar vónir, og at teir eru munin klókari nú, enn tá borað varð fyrstu ferð. Um vit skulu vera kedd av, at brunnurin var tómur, er heldur ikki so lætt at siga nakað um. Verður olja funnin, meðan verandi samgonga situr, so endar alt í einum mega forbrúksballi. Oljan verður bara ein nýggjur nógv størri blokkur, so hóma vit, hvussu alt endar um eini fimtan, tjúgu ár. Jørgin verður kanska úttanríkisráðharri, men hann verður tað ikki fyri einar frælsar Føroyar. Men tað hevur kanska heldur ikki so stóran týdning.
Nei, latið okkum heldur avgreiða sjálvstýrisspurningin, áðrenn vit finna olju og gerast limur í ES sum partur av Danmark.
Útlendsk arbeiðsmegi
Spurningurin um útlendingar og útlendska arbeiðsmegi er enn rættiliga ógreiður. Tó vilja politikarar vera við, at nú verður lættari at koma inn í hetta landið. Men tykjast menn arbeiða við fleiri ymisku dagsskráum, ikki minst tá tað snýr seg um serstaka arbeiðsmegi. Soleiðis hevur tað eydnast Skipasmiðjuni á Skála (sum helst er Tórshavnar Skipasmiðja) at flyta inn eitt rættiliga stórt tal av pólskum sveisarum, sum tó búgva í Póllandi. Hetta sambært einari avtalu, at menninir flyta aftur til Póllands, tá arbeiðið er útint. Tú kann vera fyri, tú kann vera ímóti, men snýr tað seg um serliga arbeiðsmegi, sum vit ikki hava, so hví ikki. Ingeborg sigur seg ikki vera fegna um hesa avtalu, men verður hon veruleiki allíkavæl. So heppin er stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, ikki. Hann hevur leingi roynt at fáa útlendskar flakaskerarar inn upp á somu treytir, men nú sigur Ingeborg bums nei. Ingeborg kann liva við, at føroyingar ikki duga at sveisa, men at teir ikki duga at skera, tað heldur hon er tann svartasta lygn. Meinhard stendur við sítt og hann sigur, at hann fær ikki skikkaðar føroyskar flakaskerarar, tí teir skikkaðu vilja gera okkurt annað. Hann sigur, at teir missa milliónir uppá, at teir ikki fáa skikkaða arbeiðsmegi. Men hann sleppur ikki at gera eina avtalu, sum er júst tann sama, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur gjørt inni á Skála.
Sambært Meinhardi er hetta m.a. ein spurningur um at koma víðari, um at koma burtur úr teirri støðuni, at vit nýta alt okkara lív til eitt, og bert eitt, nevniliga at bíða eftir hægri fiskaprísum.
Annars hevur tað gingið soleiðis eitt sindur upp og niður við fiskaríi og fiskaprísum, men í løtuni sær ikki so galið út. Alivinnan er helst við at koma rættiliga fyri seg, og ætla teir eisini at ala bankatorsk inni á Árnafirði. Menn siga seg ikki vera greiðar yvir avleiðingarnar, um nú bankatorskur og annar torskur finna saman. Hevur mann ikki havt tíð og møguleikar at kanna ella granska slíkt, áðrenn farið verður undir alingina?
EB/Streymur
EB/Streymur fann rættiliga tíðliga melodiin, og mesta av kappingarárinum lógu teir til at vinna FM. Onkun tíð var ikki ein sál í iva um, hvar FM heitið í Formuladeildini 2006 fór. Nevniliga norð á Mølina fyri fyrstu ferð í fótbóltssøgu okkara. Teir blivu eitt sindur grammir har norðuri, tí aftan á ólavsøku varð mest tosað um greipuna. Og tá HB varð avsmurt 6-0 í oftast útsetta steypadystinum nakrantíð, ja, tá vóru ræsir slóðaðar. Steypaskápið varð útskift, og síðan til Havnar at staðfesta hálvfinalusigurin móti B36. Men mátti felagsliðið eftir sera, sera strævnar tríggjar tímar staðfesta, at løgmanssteypurin kom so ikki norður á hesum sinni. Og sat hálvfinaludysturin kanska so mikið nógv í leggjunum, at GÍ vann 3-2 á Mølini vikuskiftið eftir. Stigini komu til høldar í Fuglafirði, men av tí at HB skoraði í yvirtíðini á Toftum, var neyðugt at fáa stig móti KÍ eisini.
Tá 80 minuttir vóru farnir var 0-0 bæði á Mølini og í Havn. Síðan skorar KÍ móti EB/Streymi, meðan HB fram vegis einki mál fær. Men tá dystuyrin í Havn er 88 (áttaogfýrs) minuttir gamal, finnur Vagnur upp á at renna fram, hann fangar ein leysan bólt, og tá ÍF málverjin er staddur alt ov langt úti, lyftir Vagnur bóltin upp um málverjan og í netið. Fýra minuttir seinni staðfestir Rógvi við at skora til 2-0. KÍ hevur vunnið á Mølini, og endaði alt soleiðis, sum ikki ein sál trúði eina einastu løtu uppá, at tað kundi gera. Nevniliga at HB vann føroyameistaraheitið. EB/Streymur hevði stóran heiður av kappingarárinum 2006, men teir hava fram vegis einki vunnið nakran tíð í lands- ella steypakappingini.
EB/Streymur hevur styrkt sær væl um liðið til komandi kappingarár, tað sama hevur HB gjørt. Fyribils vera tey bæði feløgini tilnevnd sum favorittar at vinna FM í Formuladeildini 2007.
Tey stríðast á LS
Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum hevur ikki verið heimsins hepnasti landsstýrismaður. Hann er tó so heppin, at hann hevur ein av heimsins mest veiku løgmonnum yvir sær, og situr hann tí tryggur, kanska í allar ævir. Brølarar hevur tað annars ikki trotið við frá hansara síðu, brølarar sum hann hevur roynt at fjala undir súrepladungum og rennitiltøkum. Seinast poppaði so stóri brølari nummar 36 upp, tá ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum søgdu seg kollektivt úr starvi. Tað var jú Hans Pauli sum stóð og vardi avgerðina at broyta Føðideildina, og nú síggja vit úrslitið. Fyri at rættvísgera brølaran velur landsstýrismaðurin nú at ignorera ljósmøðurnar, og fremur hann harvið brølara nummar 37.
Men kanska hann megnar at skipa fyri onkrari maratonrenning sum skjótast, har bæði reyð og grøn súrepli verða býtt út. Hetta fyri at fáa fólk at gloyma ella hugsa um okkurt annað. Men hvat hann so gera, fyri káva út yvir avleiðingarnar av uppsøgnini av leiðandi yvirlæknanum. Vóni tey finna út av tí allíkavæl har úti á LS.
Mentunarhøvdingar stríðast
Eins og flestu undan farin ár, so er rúgvan av nýútkomnum bókum upp undir jól rúgvismikil. Útvarpið plagar at ummæla nakrar teirra. Bløðini hava tikið táttin upp. Og í samband við at Carl Johan Jensen ummælti bók nokk so harðliga og bersøgi, tók Hanus Kamban ikki minni bersøgi til mótorðanna móti Carl Johan’sa ummæli. Hanus kann hava rætt í, at Carl Johan kann vera meira miskunnsamur móti teimum, sum eru rithøvundar, tí tey fyri alt í verðini vilja vera tað. Men CJ tykist síggja svart, tí hann fær slíkar útgávur upp í hendurnar. Soleiðis er ikki við Hanusi. Hann vil hava øll, sum hava hug og vilja, til at skriva alt tað tey ment. Kanska tí, at hann sjálvur tá liggur longri upp á listanum millum skikkaðar skribentar. Hanus er nærlagdur, og eru avrik hansara, í hvussu viðhvørt, útmerkaði. Men hann er ikki í flokki við Carl Johan. Hvørki tá tað snyr seg um at skriva, og enn minni, tá tað snýr seg um málið. Ketan leyp rættiliga av hjá skúvoyinginum, tá hann lastaði Carl Johan fyri ikki at megna tað føroyska málið. Tá haldi eg Hanus avdúkaði sítt ódjarva sosialdemokratiska lyndi. Hetta við at ræðast at hugsa tankan lidnan, hetta við heldur at velja at halda øllum í hondina og so vóna, at tey síggja hann sum eitt slag av verjugarði og bjargara. Trúgvi ikki, at Carl Johan hevur nakað ímóti, at hvør syngur við sínum nevi. Hann heldur bert, at tey eiga at fáa at vita, hvørjum støði tey eru á.
Vit hava annars so nógv at fegnast um og vera stolt av á mentunarliga, sum á øðrum økjum. Vígdis vann dansikappingina, Eivør gerst bara enn meira bergtakandi, Høgni Lisberg ríður somuleiðis á bylgjuni, og so hava vit Teit, sum barasta er framúr. Vit hava deja vu og vit hava so mangt, mangt annað.
Meðan vit bíða eftir neyðrakettini
Nú hava vit fingið fíggjarlógina frá hondini. Anfinn hevur argað hinar í samgonguni við at lumpa nakrar milliónir frá Norðoyartunnlinum yvir á fíggjarlógina, onkur var fratørur, onkur hótti við báli og brandi. Men munnu allir, eins og Alfred, bara gera hetta, fyri at fólk skulu trúgva, at eitt vet av mansdirvi er í. Men tá ástendur, so alt bara blá luft allíkavæl. Og so siga øll, ja, hatta er Anfinn, hatta er Fólkaflokkurin.
Jólini eru yvir okkum, friður og sæla ráða, kanska ikki hjá øllum, men teimum flestu. Vit bíða eftir nýggjárinum og ikki minst ársins neyðrakett. Eingin tingmaður úr Tjóðveldisflokkinum er tilnevndur hesuferð, og verður vinnarin tí ikki tjóðveldistingmaður fyri eina ferð skuld. Tað er at vóna, at broytingin frøir. Men áðrenn vit sleppa neyðrakettini, fer ein at loyva sær at vísa undran yvir, at ein maður, sum rópar minnilutabólkar fyri nasistar, friðarbólkar fyri hugsjónarligar yvirgangskroppar, ikki er evni til at gerast ársins neyðrakett. Og ein undrast ikki minni, tá hesin sami maður er løgtingslimur.
Fari annars at ynskja øllum føroyingum og øðrum við gott nýggjár.