Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík settu eitt flott punktum sum meistaralið.
Í dag vann Víkingur á Víkingsvøllinum í Reykjavík 2-0 á nærmasta kappingarneytanum, Vali. Gylfi Sigurðsson og Matthías Vilhjálmsson syrgdu fyri málunum hjá Víkingi, ið bæði vóru skotin undan steðginum.
Sostatt vann Víkingur allar fimm dystirnar í ovara endaspælinum. Víkingur endaði á 57 stigum fyri 27 dystir. Teir eru heili 12 stig frammanfyri nummar tvey, Val sum endaði á 45 stigum.
Í kvøld fara Gunnar og liðfelagarnir at feira, at kappingarárið er liðugt, og so kann Gunnar ferðast heim og hugsavna seg um dystirnar hjá landsliðnum í november móti Kroatia og Kasakstan.
Tað eydnaðist liðnum hjá Jóan Símuni Edmundssyni, KA Akureyri at vinna niðara endaspælið. Í bólkafinaluni úti á Heimey vann KA uttan Jóan Símun 4-3 á ÍBV. Birnir Snær Ingason skoraði sigursmálið í 94. minutti.
KA endaði á 39 stigum, fimm stig frammanfyri Akranes og ÍBV.











