– Tað føldist, sum eg gjørdi okkurt djúpt ólógligt

– Tað var sum skipanin arbeiddi móti mær, sigur Milia Egilsnes Anda, sum fekk abort sum 18 ára gomul.

Grein úr Sosialinum:

 

Ein av stigtakarunum til kravgonguna um fría fosturtøku 14. juli, var 22 ára gamla Milia Egilsnes Anda. Hon hevur sjálv fingið fosturtøku sum heilt ung – 18 ára gomul, og hon vil fegin deila sína søgu fyri at vísa, hvussu trupult núverandi lóggáva gjørdi tað fyri hana.

 

Milia fortelur, at hon visti ikki síni livandi ráð, tá hon byrjaði at kanna møguleikarnar fyri at fáa fosturtøku í Føroyum.

 

– Eg fór til mín kommunulækna, hóast eg visti, at hon var konservativ og fór at siga nei. Men eg fekk aldrin eitt nei, tí eg kundi ikki fáa eina tíð innanfyri tíðarrammuna at tosa um fosturtøku, eftir at eg hevði fingið staðfest, at eg var við barn.

 

Sostatt mátti mamma hennara seta seg í samband við ymisk fólk fyri at fáa hjálp.

 

– Eg fór til ein annan kommunulækna, sum av tilvild var donsk, og greiddi henni frá mínari støðu. Og fyri at lúka krøvini í fosturtøkulóggávuni, máttu vit skriva í journalin, at eg sálarliga ikki var før fyri at fáa eitt barn júst nú. Harfrá bleiv eg beinanvegin send á Landssjúkrahúsið. Har var aftur ein danskur lækni, og hann segði, at eg ikki skuldi brúka orku uppá at forklára meira, tí at hann sá, at eg var bert 18 ár.

 

Tað gekk, og Milia fekk fosturtøku. Men tá hon hugsar um tað í dag, so minnist hon aftur á tað sum eina sera drenandi tilgongd, har tilvildin ráddi.

 

– Tað var eitt tógvi stríð at stýra runt í øllum systeminum. Tað føldist, sum eg gjørdi okkurt djúpt ólógligt. Og samstundis var eg undir einum ómetaliga stórum tíðartrýsti.

 

– Eg bleiv fortald, at eg skuldi vera kampklár og greið við mínum argumentum, tá eg fór til læknan. Eg royndi at læra meg uttan at, hvat eg orðarætt skuldi siga, og hvussu lógin vildi hava tað.

 

Milia megnaði ikki at fylgja skúlagongdini, tí íkomna støðan fylti so nógv í sinninum.

 

– Tað var sum, at systemið arbeiddi ímóti mær, sigur hon og vísir á, at skuldarkenslan av tí sama var stór.

 

– Tey, sum eru ímóti fosturtøku, siga ofta, at kvinnan skal vita, hvat hon veruliga ger. Men hendan lóggávan ger, at man fær ikki tíð og ró at hugsavna seg. Frá tí at ein finnur útav at ein er við barn, er alt ein spurtur ímóti tíðini, at náa at fáa allar avtalur í lag, áðrenn tær vikurnar eru farnar, sigur hon.

 

– Í Danmark fær man hinvegin høvi til at hugsa seg ordiligt um, tí har skal man ikki gjøgnum alla hasa processina og risikera at fáa eitt nei. Har veit man áðrenn, at um man velur at fáa fosturtøku, so er møguleikin har innan tíðarfreistina.