Hann lærdi at spæla guitar, tá hann var 12 ár, í skúlanum høvdu hann og vinmenninir orkestur og sóu upp til Beatles, og í 1987 spældu teir inn sangin »Føroyingar« í útvarpshøllini í Sortudíki. Uni Arge sang, og sangurin um føroyingarnar, sum høvdu tað best undir Gøtu Tróndi, var ofta at hoyra síðst í áttatiárunum.
Hetta kundi verið spírin til uppaftur fleiri sangir frá vinmonnunum í Eysturskúlanum, ið eftir skúlatíð plagdu at skriva sangir um alt frá Rockall til omanlop í føroyskum fjøllum. Men sum so mangan áður skiltust flokfelagarnir eftir skúlagongdina og fingu annað at takast við. Uni Arge fór at spæla fótbólt, og tónleikurin gjørdist mest heimaítrív.
- Eg brúkti allan mín ungdóm til fótbólt, og eg fekk óteljandi upplivingar í fótbóltinum, sum eg eri fegin um. Men guitarin var altíð við onkursvegna. Beiggi mín lærdi meg fyrstu akkordirnar, tá eg var 12 ár, og eg gjørdist longu tá hugtikin av guitarspæli og sangskriving. Tann stóra fyrimyndin var og er enn Beatles, serliga John Lennon. Har byrjaði mín tónleikaáhugi, sigur Uni.
Skrivaði ferðslufløgu
Meðan fótbólturin rullaði skjótast, hoyrdist hendingaferð frá Una í sambandi við tónleik. Hann gjørdi onkrar vísur til útvarpssendingar, ein sang hevði hann við á HB-fløguni frá 1993, og í 1997 skrivaði hann allar tekstirnar á fløguni »Síðsta skríggj«, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd gav út. Jóhannus á Rógvu Joensen skrivaði løgini.
- Mín fyrsta stóra roynd í sangskriving var »Síðsta skríggj«. Eg skapti alt innihaldið úr egnum høvdi. Ein kendur sangur á fløguni var sangurin um Turbo Petur, og ein annar var um tað forelskaða parið, sum ein summardag fór biltúr og koyrdi útav. Tað var umfatandi at skriva allar 13 tekstirnar, men eg lærdi nógv og sá, at hatta dugdi eg kanska, sigur Uni.
Tá ár 2000 skuldi hátíðarhaldast, setti Uni orð og lag til sangin »Túsundtals ár«, sum varð spældur nógv í útvarpinum, meðan ár 2000 fór afturum. Sangurin kom seinni við á fløguna »Mitt í sjónum«. Í 2004 hevði hann tríggjar sangir við á fløguni HB 100, og tá hevði hann gjørt av, at meira skuldi gerast við tónleikin.
- Eg visti tá, at løtan var komin, at eg skuldi fara at gera álvara av mínum útgávudreymum. Í 2007, tá eg so sat við øllum møguligum tilfari framman fyri mær, sum eg hevði skrivað, ringdi eg til grannan hjá mær, Jákup Zachariassen, og segði, at eg kundi hugsað mær at tikið upp eina demo. Niclas Johannesen kom seinni upp í leikin, og burtur úr tí kom so »Mitt í sjónum«, sigur Uni.
At fáa ummæla
Uni fekk ikki bara blíða viðferð, tá »Mitt í sjónum« kom út. Eitt ummæli í Dimmalætting staðfesti, at hann hevði skapt ársins fløguyvirraskilsi, men summir ummælarar í útvarpinum vóru ikki mjúkir at strúka og fóru illa við fløguni. Kortini hava nógvir av sangunum á »Mitt í sjónum« verið nógv at hoyrt, síðan fløgan kom út.
- Eg kann ikki siga, at eg gjørdist kløkkur av reaktiónini hjá summum ummælarum, tí eg væntaði satt at siga, at summir fóru at hava ilt við at góðtaka, at fótbóltsspælarin var farin at gera fløgur. Men eg trúði uppá, at sangir eru sangir, og at um sangir hanga saman, verða teir spældir og hoyrdir. Tað vísti seg eisini at vera so, sigur Uni.
Tá »Mitt í sjónum« var komin út, umhugaði Uni Arge næsta tónleikaliga stigið, men umhugsunartíðin var ikki long, tí 4-5 mánaðir eftir útgávuna komu sangir í hópatali spríkjandi úr íblástrarkelduni, sum nú var farin at prutla.
- Eg skrivaði sangir í tveir mánaðir, og tá eg hevði nóg nógvar sangir til eina fløgu aftrat, sendi eg boð eftir Niclasi, og vit fóru at arrangera sangirnar til »Meldurtíð«. Málið var at gera fløguna meira akkustiska og arrangera tónleikin rundan um guitaran, røddina og frásagnirnar. Tað hevur eydnast, haldi eg, men fyri at hava variatión í fløguni, hava vit eisini pumpað onkrar sangir upp við rockguitarum, sigur Uni.
Fjølbroytt fløga
»Meldurtíð« er ein blandingur av eygleiðingum, atfinning og kærleikslýsingum. Har er tilfar til tey hugsunarsomu, ótolnu og romantisku, sigur útgevarin.
- Eg havi tað stóra perspektivið við í sanginum »Dicuil skrivar« og lýsi í honum landið og søguna. Í sangunum »Mjørki í Havn«, »Býarmynd«, »Í eini lon«, og »Fótafet á nátt« minkar perspektivið, og eg lýsi vanlig fólk og stemningar í nærumhvørvinum, greiðir Uni frá.
Í sangum sum »Lurtað leingi her« og »Miðlarnir mala« er hann meira bersøgin og viðger nútíðina, sum hann upplivir hana.
- Sangin »Lurtað leingi her« havi eg skrivað, tí eg troyttist ikki sørt av at hoyra politikarar tosa um alt, sum skal henda, men so hendir onki allíkavæl. Nógv verður snakkað í politikki, men vit flyta lítið, og tí fær politikkurin meg ikki at droyma um nakað størri enn tað vanliga sjabbið. Politikkur eigur at vera meira inspirerandi, enn føroyskur politikkur er, heldur Uni.
»Miðlarnir mala« er eisini ein viðmerking til nútíðina við hurrandi sjónvørpum, útvørpum og netsíðum, har fólk annaðhvørt eru passivir móttakarar av endaleysari informatión ella luttaka aktivt í teldunetverkum, har hvørt fótfet í gerandisdegnum nú verður almannakunngjørt.
- Eg sigi í sanginum, at alt er ein meldur í eini meldurtíð, og at vit í grundini ongantíð hava frí, soleiðis sum miðlarnir mala. Sjálvur eri eg journalistur av útbúgving og kann ikki liva uttan miðlar, men eg síggi væl, at teir greiðastu tankarnar hugsi eg, tá alt er sløkt, sigur Uni, sum eins og á fyrru fløguni hevur fleiri kærleikssangir á »Meldurtíð«.
- Ein fløga uttan kærleikssangir er sum eitt summar uttan sól, so sjálvandi eru kærleiksvísurnar eisini við hesaferð, sigur Uni Arge at enda.