Liðið hjá Mattiasi Hellisdal flytur upp í bestu svensku deildina

Tað vera Kalmar FF og Västerås, ið flyta beinleiðis upp í Allsvenskuna

Komandi kappingarár verður U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal partur av hópi, ið spælir í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni.

 

Liðið hjá Mattiasi, Västerås SK vann á útivølli 1-0 á Falkenberg. Mamadou Diagne skoraði sigursmálið beint undan dystarloki. Mattias var ikki við í hópinum í dag.

 

Nú bert umfar er eftir at leika í næstbestu svensku fótbóltsdeildini er Kalmar FF fremst við 63 stigum, og Västerås er næstfremst við 62 stigum. Örgryte hevur 55 stig á triðja plássinum. Tí er staðfest, at Kalmar og Västerås flyta beinleiðis upp í bestu deildina.

 

Mattias, ið er bert 19 ár hevur spælt ein dyst við fremsta liðnum hjá Västerås, og tá skoraði hann í debutdystinum, tá Västerås vann 6-1 á Östersund.

 

Västerås endar kappingarárið við dysti á heimavølli komandi leygardag klokkan 14. Tá kemur Varberg á vitjan.