Brynhild var toppskjútti tá Ydun tryggjaði sær fyrsta sigurin

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen leiktu javnt

Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Tað eydnaðist Brynhild Pálsdóttir (myndin), Marionnu G. Eystberg og liðfeløgunum í Ydun at vinna fyrsta dystin hetta kappingarárið. 

 

Á heimavølli í høllini á Frederiksberg vann Ydun tepran 26-25 sigur á AGF. Í steðginum var liðið úr Aarhus á odda 13-12.

 

Brynhild var við sjey málum toppskjútti hjá Ydun. 

 

Ydun er framvegis næstaftast í deildini, men nú er tað so við trimum stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 13.30 hevur Ydun dyst á heimavølli móti Sæby, ið er aftast í deildini við ongum stigi, so tá skuldi verið lag á manni at knógva enn ein sigur.

 

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vóru á heimavølli á odda 27-25 móti Aarhus, tá bert ein minuttur var eftir at leika. Men tað eydnaðist Aarhus at skjóta tvey mál, og harvið fáa eitt stig við sær. Rannvá var noterað fyri eitt mál.

 

Ejstrup/Hærvejen er nummar sjey í deildini við sjey stigum fyri sjey dystir. 

 

Sunnudagin 9. november klokkan 13 spæla Rannvá og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Fredericia.