Líka mikið hvørja politiska uppfatan fólk hava, tykist breið semja vera um, at Føroyar á ein ella annan hátt skulu finna sína egnu rók í heimssamfelagnum. Harvið verður samfelagið eisini av álvara latið upp fyri ávirkan úr umheiminum, í mun til tey mongu árini har føroyska fatanin av alheiminum ikki hevur rokkið longur enn til Danmarkar.
Men longu nú er føroyska samfelagið við at broytast avgerandi orsakað av ávirkan uttanífrá, sum onki beinleiðis hevur at gera við tey truplu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark tey seinnu árini. Henda ávirkanin úr umheiminum kann samanfatast undir tí ofta misnýtta hugtakinum ?globalisering?.
Føroyar og globaliseringin
Globalisering merkir, at Føroyar í nógv størri mun enn áður eru vavdar inn í eitt heimsumfatandi net av socialum, kulturellum og búskaparligum processum, ið seta heilt nýggjar fyritreytir fyri framtíðar samfelagsmenningini.
Hetta sæst einamest aftur í ávirkanini frá altjóða sjónvarpsrásum, ið gevur okkum nógv størri kunnleika til umheimin og fremmand mál (fyrst og fremst enskt). Harafturat kunnu vit keypa eina rúgvu av útlendskum bløðum og tíðarritum. Og ikki minst hevur internetið givið einstaklinginum atgongd til allan heimin (hóast teknikkurin hjá telefonverkinum hevur ilt við at fylgja við eftirspurninginum). Hetta merkir í føroyskum høpi, at tey staðbundnu virðini (bygdin, sjógvurin, familjan, religiónin o.s.fr.) meira enn nakrantíð mugu kappast við tey túsundtals árin, ið bera boð um ein fagran nýggjan heim uttan fyri okkara egnu lokalu tilveru.
Størstu ávirkanina hevur globaliseringin í veruleikanum á einstaklingin, og lívið er tí í nógv størri mun enn nakrantíð vorðið eitt persónligt projekt. Hesin veruleiki er grundleggjandi í ferð við at broyta sociala og kulturella grundarlagið fyri tilveruna í útjaðarasamfeløgunum. Enn er ikki líkt til, at nýggju avbjóðingarnar vera tiknar í álvara, men hetta er alneyðugt, tí longu nú merkja vit avleiðingarnar av globaliseringini.
Broyttur fiskavørumarknaður
Tann búskaparliga globaliseringin tók dik á seg miðskeiðis í 1970?unum, tá gongd kom á eina miðvísa altjóða liberalisering av heimsmarknaðinum. Nógvar nationalar verju- og stuðulsmekanismur vóru samstundis burturbeindar (seinast gjøgnum t.d. EØS- & WTO-avtalurnar). Avleiðingin gjørdist m.a. ein støðugt harðari kapping, sum serliga hevur víst seg innan mongdarframleiðslu (ið byggir á tann fordistiska framleiðsluháttin, sum vit viðgjørdu í undanfarnu grein). Tær stóru altjóða (transnationalu) fyri-tøkurnar hava tí flutt framleiðsluna av hesum lágprís- og standardvørum til lond, har fyritøkurnar kunnu kappast við lønarlagnum (Asia og 3. heimin).
Afturat hesum er altjóða fiskamarknaðurin broyttur. Í okkara parti av heiminum eru nýggj útflytaralond komin til (t.d. Rusland), har lønarlagið er nógv lægri enn í Føroyum. Nógvar av fyritøkunum, ið framleiða matvørur hava eisini kastað saman, so samlaða talið á fiskakeyparum er minkað, meðan fyritøkurnar bæði eru vorðnar nógv størri og sterkari. Matvørufyritøkur sum t.d. Nestlé og Unilever teljast millum heimsins 20 størstu fyritøkur við aktivum uppá tilsamans 65 milliardir $.
Fyri føroyska samfelagið merkir hetta, at støða okkara á heimsmarknaðinum er veikari enn nakrantíð, hóast fiskaprísirnir eru góðir í løtuni. Verður harumframt tvíhildið um mongdarframleiðsluna sum avgerandi vinnulívsprinsipp, samstundis sum roynt verður at kappast við lønunum (láglønarloysnin), er úrslitið púra greitt:
Føroyar vera framhaldandi eitt rávøruframleiðandi samfelag við einum einstáttaðum vinnulívi. Harvið hava vit læst okkum fast í triðju deild í altjóða búskapinum, har vit bert hava lønarlagið at kappast við. Hesa kappingina eru vit dømd til at tapa, uttan so at vit eru til reiðar at skerja lønarlagið so mikið, at vit eisini í samfelagsligum týdningi kunnu teljast millum londini í 3. heiminum.
Tí er púra greitt, at okkum tørvar ein øðrvísi vinnuligan hugsunarhátt, har vinnulívið byggir á teir menniskjaligu ressourcirnar í føroyska samfelagnum, heldur enn á deyðan kapital.
Vinnulívsmenning
í globala búskapinum
Globaliseringin hevur umbroytt heimin almikið, ikki minst í vinnuligum týdningi. Teir fyrr so kendu ídnaðarmiðdeplarnir (t.d. Ruhr-økið í Týsklandi) hava í mong ár verið kreppuraktir og harvið mist týdningin, ið teir fyrr høvdu í heimsbúskapinum.
Henda leiðslan er ístaðin yvirtikin av økjum sum t.d. háteknologiska Silicone Valley í USA; av Triðja Italia (t.e. økið sunnanfyri Po-dalin), ið m.a. hevur megnað at tilpassa traditionella framleiðsluvinnu (t.d. skó- og møbilframleiðslu) til globala veruleikan; og Baden-Würtenberg í Týsklandi, ið serliga er kent fyri sínar smáu og miðalstóru fyritøkur.
Orsøkin til umskipanina av øllum heimsbúskapinum eru grundleggjandi broytingar í teknologi (teldur v.m), í infrastrukturi, í arbeiðs- og framleiðsluskipanum (frá standardframleiðslu til fleksibla framleiðslu), umframt alstórar broytingar í sjálvum marknaðunum (broyttur vørueftirspurningur, liberaliseringar o.s.fr.).
Grundarlagið fyri vøkstri er tí eisini avgerandi broytt, og gamlir vísdómar vendir á høvdið. Fyri fáum árum síðani trúðu tey flestu, at gongdin í heimsbúskapinum gekk móti alsamt størri eindum, har framleiðsla av standardvørum var aðalmálið. Í dag gera somu fyritøkur alt fyri at skapa smáar eindir, ið eru samansettar gjøgnum netverk. Av somu orsøkum er ein stórur vøkstur farin fram innan smá- og miðalstóra ídnaðin. Virki av hesum slag virka ofta sum undirleverandørar til størri fyritøkur.
Í smáum eindum eru umstøðurnar fyri umstilling og hugflogi betri enn í stórum fyritøkum, og tað er júst hetta sum er grundarlagið fyri nýskapan í vinnulívinum. Tað er nevniliga fyrst og fremst tann teknologiska nýskapanin (innovasjónin), sum ber tann búskaparliga vøksturin. Hetta sæst best aftur í, at størsti vøksturin verður borin av teimum vinnum, ið framleiða persóns- og tænasturættað virksemi (eitt nú telduídnaðurin, kemiski ídnaðurin, medicinalídnaðurin og aðrar specialiseraðar vinnur.).
Aðrar fyritreytir
fyri nýskapan
Nýskapanir (innovasjónir) verða skaptar av fólki, sum gjøgnum hugskot og gransking megna at finna tekniskar loysnir til ávísar trupulleikar. Í samfelagsvísindini vera hesi fólkini nevnd entreprenørar. Fyri at talan kann vera um vinnuliga nýskapan, mugu eginleikarnar hjá entreprenørinum renna saman við eginleikunum hjá eini fyritøku (sum sjálvandi kann vera hansara egna) til at menna hugskotini, skapa framleiðsluna, marknaðarføra, samstarva o.s.fr.
Lyklahugtøkini í samband við innovasjónir og nútímans vinnulív eru sostatt ikki kapitalur og rávøra (sum annars eru tey einastu hugtøkini, ið hugsað verður um í Føroyum), men menniskjaligir eginleikar sum vitan, fleksibilitetur, og ?entreprenørskapur?. Hartil krevst sjálvandi ein framleiðsluteknologi, sum lættliga kann passast til hesi krøvini.
Lyklahugtøkini ganga aftur, tá vit líta at dømum um øki, ið klára seg væl í altjóða kappingini. Til dømis eru nøkur Norðuritaliensk øki heimskend fyri framleiðslu av skóm, Sunnmøre í Noreg er kent fyri møbilframleiðslu, Småland í Svøríki er kent fyri sínar glasverksmiðjur og Tríkantsumráðið í Jyllandi er kent fyri nógvar specialiseraðar smávinnur. Øll hesi innan samfelagsfrøðina kendu dømini siga nakað um, at vinnulívið ikki virkar í einum tómrúmi uttan ávirkan av samfelagnum, tað liggur í.
Útjaðarasamfeløg
og vinnulívsmenning
Seinastu árini hava eisini nógv fiskivinnussamfeløg, hóast eina torføra støðu sum útjaðarasamfeløg, megnað at steðga eini kreppukendari gongd. Tey hava uppbygt eitt fjøltáttað og burðardygt vinnulív, har vinnulívsmenningin júst byggir á tær fyritreytirnar vit hava nevnt omanfyri. Á tí kreppuraktu Nova Scotia í atlantiskum Canada eru fleiri dømi um, hvussu lokalar fyritreytir kunnu uppbyggja nakað nýtt. Kend dømi nærri okkara leiðum eru úr íslendsku bygdunum Dalvík, Isafjørður og Neskaupstaður. Í Noreg kunnu Husøya (Senja) og Båtsfjørðurin (Finnmark) nevnast sum dømi um fiskivinnusamfeløg, ið hava megnað at bróta upp úr nýggjum.
Hóast heilt ymisk útgangsstøði og fyritreytir, sýna hesi dømini greitt, at búskaparlig framgongd ikki einans fer fram í stórum centraløkjum, soleiðis sum tey flestu hildu fyri bert fáum árum síðani. Men fyrst og fremst siga hesi dømi nakað um, at vinnuligar nýskapanir spretta úr egnum socialum og kulturellum fyritreytum í einum øki!
Leiðin til búskaparligan vøkstur skal sostatt finnast í samanspælinum millum vinnulívið og samfelagið, har lokalar fyritreytir vera sameindar og endurnýggjaðar í aktivari nýtslu av ávirkanini uttaneftir (t.d. vitan, teknologi og marknaðarkrøv).
Mest áhugaverda paradoksið í globaliseringini er sostatt, at egnar socialar og kulturellar fyritreytir hjá einum samfelag aftur hava fingið ein heilt avgjørdan leiklut í samband við vinnulívsmenning!
Føroysk hugskot
tróta ikki
Um vit nú snara eygunum ímóti føroyska vinnulívsbygnaðinum, er onki at ivast í, at neyðuga fjøltáttaða vinnulívsmynstrið manglar. Sum er, hava vit ikki eitt vinnulív, ið megnar at bróta við rávørukendu framleiðsluna og ístaðin skapa nýggja framleiðslu (ígjøgnum innovasjónir), sum aftur kann seljast av landinum og harvið økja um útflutningsvirðið.
Men hetta merkir ikki, at neyðuga grundarlagið ikki er tilstaðar fyri einum fjøltáttaðum føroyskum vinnulívi, tí vit hava fleiri dømi um bæði nýggj hugskot og ?entreprenørskap?.
Í 1997 vunnu næmingar á fiskivinnuskúlanum í Vestmanna kappingina ?European Business Games?, og í ár var sama bragdið endurtikið av nøkrum næmingum av studentaskúlanum í Hoydølum. Um hetta bert var hent ta einu ferðina kundi tað verið av berari tilvild, men tá tað hendir tvey ár á rað, er púra greitt, at tað ikki er av tilvild! Tí mugu hesir sigrarnir síggjast sum skúladømi um, hvussu vitan, hugskot og felags stev millum fólk (?entreprenørskapur?) kann skapa grundarlag fyri nýhugsandi vinnulívsmenning.
Men onnur hugskot eru eisini. Í sama viðfangi kunnu vit t.d. nevna skrivingina hjá Signar Heinesen, har hann hevur víst á fleiri møguleikar, sum liggja uttan fyri sjálva fiskivinnuna.
Men vit hava eisini dømi um nýhugsan, ið eru komin longur enn á pappírið. Eitt av teimum eru teir nýggju trollemmarnir, ið Helgi Larsen úr Vági hevur uppfunnið. Her er júst talan um ein entreprenør, sum hevur megnað at samansjóða sína praktisku vitan um fiskiskap og troling við aðra praktiska og bókliga vitan um flúgving og aerodynamik. Samstundis hevur persónliga netverkið (fleksibiliteturin) á staðnum (í Vági) havt stóran týdning fyri menningina av hesum hugskotinum.
Og so eru tað tey meira kendu dømini, ið eru skorin eftir sama leisti sum vit hava talað fyri: Tað kendasta er ivaleyst tiltikna vágasnellan hjá J.K. Joensen í Miðvági. Onnur dømi um fylgiídnað til fiskivinnuna er Teymavirkið í Runavík og trolvirkið Vónin.
Úr landbúnaðarvinnuni kunnu vit nevna nýggja ullavirkið í Vági, har ætlanin er at framleiða uttan brúk av kemiskum evnum (sum í sær sjálvum átti at givið eitt marknaðarvirði). Somuleiðis spretta nýggjar føroyskar teldufyritøkur fram, sum í princippinum kunnu arbeiða á einum globalum marknaði. Og her er nýggja samstarvið hjá Formula Xerox við eina íslendska fyritøku eitt gott dømi um nýskapan.
Fiskivinnan eftirbátur
Í sjálvari høvuðsvinnuni hevur tað kortini í nógv ár meiri ella minni staðið í stað. Nógvi studningurin og vanahugsanin um mongdarframleiðsluna hevur ikki júst stimbrað nýhugsanina, og her finna vit tíverri eisini eitt negativt dømi um, hvussu eitt traditionelt hugsandi vinnulív kann blokera fyri nýggjum hugskotum.
Í nógv harrans ár hevur John Smith víst á, hvussu vit kunnu fáa meira burturúr fiskitilfeinginum. Hansara hugskot hava verið nýskapandi við egnari teknologi, og sjálv framleiðslan hevur eisini verið burðardygg. Men hann hevur næstan einki fingið burturúr, og meginorsøkin er, at hann sum einstaklingur var uppi ímóti einari vinnulívs-grundhugsjón (fordistiska mongdarframleiðslan), ið gekk beint tann øvugta vegin. Úrslitið hevur verið, at hansara mongu uppskot ongantíð hava fingið ta sakligu viðgerð, ið tey hava uppiborið.
Men nú er kortini okkurt, sum kundi týtt uppá, at vend spakuliga er við at koma í hugburðin innan fiskiídnaðin. Aftaná eina sera torføra byrjan er líkt til, at Fiskavirking bæði hevur fingið fótin fyri seg og fingið tað rætta fólkið. Hóast lítið enn er komið fram fyri almenningin, hoyrist at Fiskavirking arbeiðir við fleiri spennandi nýggjum ætlanum. Hetta er ein verulig stórbroyting í mun til ta mistrúgv, ið fyritøkan higartil hevur upplivað, tí fyri bert einum ári síðani, vóru tað ógvuliga fá, ið trúðu uppá at nøkur nýhugsan skuldi koma haðani.
Havsbrún í Fuglafirði hevur eisini megnað at skapa nýggj produkt ígjøgnum miðvíst útviklingsarbeiði og gransking. Serliga fóðurframleiðslan til alivinnuna hevur hepnast væl, og fyritøkan er ivaleyst ein av teim sterkastu í landinum.
Avbjóðingin
Greitt er, at hugskotini ikki tørva í Føroyum, og tað er heldur onki sum týðir uppá, at lokalar fyritreytir og fleksibilitetur ikki eru tilstaðar í samfelagnum. Uttan felags stev, samstarv (netverk) og fleksibilitet (felags stuðul og tænastur), høvdu nógvar bygdir fyri langari tíð síðani verið útdeyðar. Mongu royndirnar at fáa gongd aftur á vinnulívið kring landið aftan á kreppuna sýna eisini tað sama.
Tá onki sæst aftur til allar hesar fyritreytirnar í útflutningstølunum er greitt, at onkrar blokeringar fyri vinnulívsmenningini eru í samfelagnum. Vit hava ávíst, at hugflogið, entreprenørskapurin og fleksibiliteturin er tilstaðar, so blokeringin (ella avbjóðingin) er onkra aðrastaðni. Og her eru tað aftur avbjóðingarnar frá globaliseringini, sum hava størsta týdningin.
Globaliseringin hevur viðført, at fólk ikki longur eru so staðbundin, sum tey t.d. vóru fyri 30 árum síðani. Úrslitið er, at útjaðaraøkini hava stórar trupulleikar við at tryggja sær, at fólk við servitan (útbúgving), ungdómurin og kvinnurnar støðast í økjunum. Hesin spurningurin verður nú mettur at hava størri týdning fyri framtíðina og menningina í útjaðaraøkjunum enn atgongdin til rávøru, kapital og tænastur.
Avleiðingin er ein hørð kapping millum økini, bæði innan fyri landamørk og millum lond, um at vinna hesar menniskjansligu ressourcirnar. Úrslitið av kappingini er ofta, at tey centralu økini gerast vinnarar. Umframt góðar lønir hava tey eisini aðrar ágóðar at bjóða hesum eftirspurdu fólkunum, t.d. undirhaldstilboð, frítíðartilboð, vælferðartilboð, arbeiði sum samsvarar við ta útbúgving, fólk hava tikið o.s.fr. Óneyðugt er kanska at siga, at innanhýsis í Føroyum er hesin trupulleikin størri, jú longur burtur frá Havnini ein kemur.
Eftir okkara fatan er høvuðsavbjóðingin í føroyskari samfelagsmenning sostatt at skapa eitt vinnulív, ið kann menna seg í takt við socialu og kulturellu menningina í restini av samfelagnum. Føroyski arbeiðsmarknaðurin svarar heilt einfalt ikki til eftirspurningin hjá teim støðugt betri útbúnu og víðskygdu føroyingunum!
Júst hesi fólkini eru tann væntandi liðurin í, at vit kunnu skapa tann fjøltáttaða arbeiðsmarknaðin, sum øll í veruleikanum spyrja eftir. Hesin arbeiðsmarknaður má miðvíst skapast (hann kemur ikki av sær sjálvum), har má serlig rúmd gerast fyri at hugflogið og nýskapanarhugurin, sum jú finnst í føroyska samfelagnum, kunnu renna saman við eina globala gongd ímóti størri vitan og persónliggering.
Fleiri útbúgvin fólk í føroyskari vinnulívsmenning loysir ikki í sær sjálvum nakran trupulleika. Men tey útbúnu fólkini eru tann vantandi liðurin í eini størri heild, har kjarnin í stuttum er, at: samanrenningin millum útbúgving og praktiska lívið í føroyska samfelagnum kann gerast grundarlagið undir einum sjálvberandi føroyskum vinnulívi!
Møguleikarnir
Hendan niðurstøðan í sær sjálvum skapar heldur ikki nakað nýtt. Men hon leggur eitt heilt annað grundstøði at arbeiða út frá, um vit skulu uppbyggja eitt burðardygt føroyskt vinnulív. Tí vinnulívsmenning er nevniliga nógv annað enn ein einfaldur spurningur um antin alment ella privat.
Hetta er tí bæði ein trupul og fløktur spurningur at greina. Men vit skulu kortini vísa á tríggjar gongdar leiðir, sum í sær sjálvum geva nógvar møguleikar fyri mennandi samanspæli millum almenna og privata sektorin.
1. Fyrst og fremst mugu vit læra av teim vinnulívsroyndum, sum longu hava verið gjørdar í Føroyum. Tað liggur til dømis ein stórur lærdómur í, hví onkur roynd miseydnast, meðan ein onnur var væleydnað. Við øðrum orðum er gransking eitt alneyðugt íkast til føroyska vinnulívsmenning, sum kan geva okkum nýggja vitan um egnar fyritreytir,um teknologi og fyriskipan v.m.
2. Tað liggur eisini ein stór avbjóðing í at loysa praktiskar trupulleikar við íverkseting. Henda krevur nevniliga eina breiða vitan um teknologi, lógarverk, stuðulsmøguleikar, patent, umhvørvisspurningar, sum ein íverksetari sjálvandi ikki kann vita alt um. Her er neyðugt at bøta munandi um tey tilboðini, vit hava í dag.
3. Ein triðji møguleiki er at gera skipanir, ið kunnu stimbra vinnuliga hugflogið í føroyska samfelagnum. Hetta kann m.a. gerast við at skapa menningarfeløg (t. d. millum virki), við at gera vinnuligar hugskotskappingar, við at skapa møguleikar fyri ígongdsetarastuðuli, gera vitanarbankar o. s. fr.
Grundleggjandi kravið er í øllum førum menning av nýggjum hugskotum og tiltøkum innan vinnulívið, sum samstundis kunnu at leggja grundarlagið fyri einum meiri fjøltáttaðum arbeiðsmarknaði. Men eisini føroyskt vinnulív virkar í einum samanspæli við samfelagið, á positivan eins væl og negativan hátt.
Í Sosialinum tann 11. november vísir Høgni Rasmussen á, hvussu trupulleikin við barnaansingini í Suðurstreymi er til beinleiðis bága fyri vinnulívið. Fatur fæst ikki á neyðugari kvinnuligari arbeiðismegi, tí tær noyðast jú at sita heima og ansa børnum. Hann finst at tvørrandi viljanum til at loysa trupulleikan og vísir á, at hesin stavar frá teimum politikarum, sum júst siga seg verja vinnulívið.
Hetta er í veruleikanum eitt skúladømi um vantandi samanspæl millum vinnulív og samfelag, ið er til bága fyri vinnuna. Tað sigur samstundis nakað um, at spurningurin um vælferðina, sum samfelagið bjóðar borgarunum, má takast í størsta álvara. Annars er møguleikin stórur fyri, at vit tapa kappingina um tann ?sosiala kapitalin?. Og júst hesin er tann veruliga meginfyritreytin fyri búskaparligum vøkstri í einum nútímans samfelagi. Tann almenni vælferðarsektorurin er sostatt eisini við til at leggja grundarlagið fyri einum vælvirkandi vinnulívi, og er ikki bara ein útreiðsla, sum summi vilja gera hann til.
Leikluturin hjá tí almenna sektorinum hevur verið tann veiki liðurin í føroyskari samfelagsmenning. Hetta er ein av orsøkunum til, at føroyskur vinnulívspolitikkur einamest hevur verið ein spurningur um stuðulsskipanir uttan størri áhuga fyri spurningum sum teknologi, útbúgving og egnan førleika.
Nú er kortini líkt til, at henda støðan er við at broytast orsakað av stóru umskipanini av almenna sektorinum, ið hevur verið framd í seinastuni. Men broytingarnar í miðfyrisitingini hava als ikki tikið fyrilit fyri teim komandi broytingunum í kommunubygnaðinum. Og á sama hátt hevur arbeiðið hjá kommunubólkinum ikki verið samansjóðað við broytingunum í miðfyrisitingini. Hesin trupulleikin verður m.a. viðgjørdur í greinini næsta leygardag.
Gestur Hovgaard
Ronnie Thomassen










