Á øðrum sinni
Stigtakararnir aftanfyri stóru fiskivinnu-og aliframsýningina, North Atlantic Fish Fair, sum nú verður hildin á øðrum sinni, eru teir báðir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen. Tað er fyritøkan, Petur & Petur í Havn, sum tekur sær av marknaðarføringini.
Hetta er eitt velduga stórt tiltak, ið kann metast við tey tiltøk av slíkum slagi, sum vit síggja uttanlands.
Áki í Skemmuni sigur, at tankin aftanfyri framsýningina er í fyrsta lagi at geva útlendingum eitt høvi at koma higar at síggja, hvat vit føroyingar hava at bjóða.
Stórur áhugi
- Áhugin fyri Føroyum og tí skapandi virksemi, sum her er, er stórur uttanlands, men útlendingar hava líkasum ikki havt nakað ávíst at koma higar til. Tað hevur eisini vakt ans uttanlands, at vit eftir øllum at døma hava eina burðardygga fiskidagaskipan, sum er kend út um landoddarnar. Nú hava so hesi fólk eitt gott høvi at koma higar at vitja í nakrar dagar.
Ein annar tanki er, sigur hann, at føroyingar altíð eru farnir uttanlands at vísa, hvat teir hava at bjóða ? og at síggja, hvat aðrir hava at bjóða.
- Nú verður so aftur møguligt hjá føroyskum framleiðslufyritøkum, sum vilja troyta útlendska marknaðin, at vera á heimavølli og vísa, hvat vit eru ment at skapa her heima. Eisini er hetta eitt frálíkt høvi hjá teimum, sum annars plaga leita sær út um landoddarnar fyri at síggja, hvat aðrir gera.
Fleiri og størri
Áki vísir á, seinast vóru 212 framsýnarar við á stevnuni, harav umleið helmingurin komu úr útlandinum. Útlendsku gestirnir, sum vildu síggja, hvat Fish Fair hevði at bjóða, vóru eisini fleiri í tali. Hesaferð er talið av framsýnarum uppaftur størri, framsýningarøkið er størri, og stigtakararnir vænta, at útlendsku gestirnir, ið vilja vitja stevnuna, eisini verða fleiri í tali.
- Nú stevnan verður hildin á øðrum sinni, og fleiri eru kunnaði um tiltakið, vænta vit, at uppaftur fleiri útlendingar koma higar, sigur hann.
Áki sigur, at flestu av útlendsku fyritøkunum koma úr Danmark, men framsýnarar eru úr fleiri ymiskum londum. Fleiri av fyritøkunum, sum vóru við seinast, eru við aftur hesaferð.
Gingið væl
Hann sigur, at hóast eitt so stórt tiltak altíð er ein tungur burður, har nógvir træðrir skulu sampakka til rætta tíð, heldur hann kortini, at fyrireikingarnar hava gingið væl, og tað hevur verið heldur lættari at skipa tiltakið hesaferð, nú fleiri framsýnarar kenna stevnuna.
- Nógv tíð og orka er brúkt til at marknaðarføra stevnuna uttanlands, sigur Áki.
North Atlantic Fish Fair vendir sær bæði til bæði fiski-og alivinnuna, harav alivinnan kanska telir eini 15-20%.
Áki í Skemmuni vísir á, at føroysku fyritøkurnar, sum eru við, eisini hava aliútbúnað at sýna fram, og í hesum sambandi nevnir hann okkurt felag, sum bæði hevur fiskireiðskap og útgerð til alivinnuna. Føroyskir alibátar eru eisini við á Fish Fair.