Vit fingu frá landsins myndugleikum eina óbrúkiliga loysn, tá Galaxy kom í sigling sum avloysaraskip fyri Smyril. Túrarnir fækkaðust, viðurskiftini hjá ferðafólki versnaðu, og so tá trygdin heldur ikki vísti seg at vera í lagi, er sjálvandi vónleyst hjá okkum suðuroyðingum at góðtaka støðuna.
Hetta er ein áminning um, hvussu viðbrekin støðan hjá Suðuroynni er, tá Smyril fer í dokk, og vit standa eftir við skipum, ið ikki lúka tey krøv, sum ein dagførd og trygg samferðsla eigur at hava í 2025.
Suðuroyingar hava rætt til eitt trygt, álítandi og virðiligt samband við restina av landinum.
Eg haldi, at tey, ið taka avgerðir, hava hug at gloyma at tað búgva knapt 5.000 fólk í Suðuroynni.
Tað kann ikki góðtakast, at eitt so grundleggjandi samband sum millum Suðuroy og hinar oyggjarnar, verður merkt av ivasomum trygdartilgongdum, tekniskum brekum og avlýsingum.
Men hetta snýr seg ikki bara um Galaxy. Hetta snýr seg um eina skipan, sum aftur og aftur vísir, hvussu viðbrekin Suðuroyggin er.
Vit hava sæð tað fyrr – og vit síggja tað aftur nú. Hvørja ferð Smyril fer í dokk, standa suðuroyingar við ampa á sær og iva um, hvussu støðan fer at verða. Soleiðis eigur tað ikki at vera. Hetta snýr seg eisini um, hvussu vit kunnu menna Suðuroynna í verandi støðu.
Tað er tí alneyðugt, at vit koma við sterkum boðum til landspolitikararnar.
Vit krevja sjálvandi, at innan stutt áramál verður ikki neyðugt longur við avloysaraskipum. Ístaðin er eitt fast samband alt avgerðandi fyri framtíðarútlitini hjá Suðuroynni, sum ger at vit kunnu líta fram móti eini bjartari framtíð.
Suðuroyggin kann ikki longur standa í bíðistøðu, meðan restin av Føroyum stendur við óteljandi møguleikum fyri menning.
Ein suðuroyartunnil má vera veruleiki innan eitt fastsett áramál, um vit yvirhøvur skulu hava møguleika at menna oynna. Uttan eitt trygt og støðugt samband við restina av landinum, verður tað alsamt truplari hjá okkum politikkarum her á staðnum at arbeiða fyri menning, búseting og framtíðarvónum. Tunnilin er grundtreytin fyri, at vit kunnu byggja eina livandi framtíð her suðuri.
Um vit skulu megna at fáa ungdómin og okkara egnu børn at velja Suðuroynna til, er tað av alstórum týdningi, at vit – nú Smyril kemur aftur – ikki leggja okkum á hina liðina og sláa okkum til tols við verandi støðu, men halda framm við at vísa á, hvussu umráðandi tað er at arbeiða víðari við ætlanini um Suðuroyartunnilin.
Eg vil heita á okkara fólkavaldu landspolitikarar um at seta Suðuroyartunnilin aftur á dagskrá. Samstundis vil eg heita á tey, ið hava ábyrgdina av samferðsluni, um longu nú at tryggja okkum eitt skip, ið kann nøkta tørvin, næstu ferð Smyril fer í dokk – tí tað vita vit øll, at hann skal.
Barbara Michalina Tausen