Gott Breivik ikki varð dripin

- Eg haldi, tað er gott, at hann ikki bleiv dripin, tí so hevði tað skjótt blivið til tað, at málið bleiv tagt burtur, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

Í hesi vikuni varð hol sett á 10 viku langa rættarmálið ímóti hópdrápsmanninum Anders Behring Breivik, sum 22. juli í fjør beindi fyri 77 fólkum í Oslo og á oynni Utøya í Noregi. Rættarmálið er alment, og fjølmiðlar kring allan heim fylgja væl við, hvat hendir í málinum.

- Tað er ikki fyrr enn tær tíggju vikurnar eru farnar, at vit veruliga hava ein mynd av, hvør hesin maðurin er, sigur Eyðun Joensen, sum er fyrrverandi kliniskur sálarfrøðingur við psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur meira enn tredivu ára royndir innan sálarfrøðina, og sambært honum er Breivik á ongan hátt ein vanligur persónur.


Ekstremur í allar mátar

- Út frá tí, sum fjølmiðlarnir hava sagt frá, hevur Breivik verið ein rættiliga einsamallur persónur og ikki havt nakran afturat sær í hesum málinum. Hann hevur gjørt nakað ekstremt alvorligt, men alíkavæl situr hann í rættarsalinum og smílist, sigur Eyðun Joensen. Hóast rættarmálið júst er byrjað, heldur Eyðun Joensen, at Breivik longu nú vísir tekin um, at hann er sperdur.

- Tú kanst samanlíkna hetta rættarmálið við ein nevaleik. Longu í fyrsta umgangi tykist Breivik rættiliga sperdur, tí nú er hann farin at siga seg ikki minnast, og harafturat er hann eisini farin at svara minni og minni, tá hann verður spurdur í rættinum í Oslo, greiðir Eyðun Joensen frá. Hann er ikki vísur í, at Breivik fer at megna trýstið allar tær tíggju vikurar, rættarmálið fer at vera.

- Maðurin verður spurdur og nærmast húðflettur hvønn dag, fleiri tímar og í tíggju vikur. Mann skal vera ekstremt sterkur og ísakaldur sálarliga fyri at halda til tað trýstið, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat, at vit møguliga fara at síggja Breivik veruliga bróta saman í rættinum.

- Hetta er fyrsta vikan, og onkursvegna tykist hann vera punkteraður longu nú.


Undrast á mentalkanningarnar

Anders Behring Breivik hevur verið til tvær mentalkanningar, sum hava givið ymisk úrslit. Fyrra kanningin vísti, at Breivik var paranoid skizofren, tá hann framdi atsóknirnar í Oslo og á Utøya í fjør. Úrslitið av seinnu mentalkanningin var, at Breivik als einki feilti og ikki kundi sigast at hava verið sálarsjúkur um tað mundið, tá hann drap tey 77 fólkini í Oslo og Utøya.

- Eg undraðist stórliga, tá eg frætti, at mentalkanningarnar vóru lidnar.Tær mugu hava verið illa gjørdar, tí kanningar av hesum slag plaga at taka fleiri mánaðir, men í hesum føri hava tær tikið fáar vikur, sigur Eyðun Joensen.

Tá ein mentalkanning fer fram, verður millum annað kannað, um persónurin er sinnisjúkur ella býttur og ótilrokniligur. Verður viðkomandi mettur at vera sinnisjúkur, er hann ikki egnaður til vanligan dóm, men fær tað, sum verður kallað ein viðgerðardóm. Sambært úrslitinum frá fyrru mentalkanningini av Breivik er hann paranoid skizofren, og tað er ein sera álvarsom sinnisjúka.

- Tað, sum eyðkennir fólk við paranoid skizofreni, er, at tey á ein ella annan hátt kenna seg forfylgd av onkrum systemi og hava ranghugsanir um veruleikan, greiðir Eyðun Joensen frá. Hann vil tó ikki sjálvur gera nakra niðurstøðu, um Breivik er paranoid skizofrenur ella ikki.

- Slíkar niðurstøður kunnu bert gerast eftir nógvar samrøður og ymiskar testir við hesum persóninum, sigur Eyðun Joensen.

Men er ein persónur, sum ger nakað so ekstremt, ikki per definitión sjúkur?

- Vit vita alt ov lítið um Breivik í løtuni. Uppvøkstur og umhvørvi hava stóra ávirkan á okkum menniskju. Flestu okkara hava lært at hava stýr á okkum sjálvum, so tá tú hugsar “eg eri so illur, at eg kundi dripið”, so gert tú tað ikki, tí tú hevur lært, at tað er skeivt, greiðir Eyðun Joensen frá.


Hava brúk fyri avkláring

Málið um Anders Behring Breivik hevur serliga nú og tíðina upp til rættarmálið verið dúgliga fylgt av fjølmiðlunum. Hetta er ógvuliga positivt fyri tey, sum yvirlivdu, og avvarandi hjá teimum, ið lótu lív.

- Tað nyttar ikki, at leggja lok á eina slíka hending. Eg haldi, at tað, at fólk hava møguleika at fylgja við í rættarmálinum, er gott fyri øll. Serliga tey, ið eru persónliga rakt at atsóknunum hjá Breivik, hava spekulerað um mannin og tað, hann gjørdi, og nú fáa tey so møguleika at fáa eina forkláring og ikki minni eina avkláring, sigur Eyðun Joensen. Hann heldur ikki, at stóri áhugin hjá fjølmiðlunum á nakran hátt ger tíðina, har tey avvarandi syrgja, longri.

- Tey hava brúk fyri at hoyra um tað, ið er hent. Hetta er ein prosess, sum tey skulu og noyðast ígjøgnum fyri at kunna koma víðari við lívinum, sigur Eyðun Joensen.

Summi halda, at best hevði verið, um Breivik bleiv tikin av døgum tann dagin hann bleiv handtikin av norsku løgregluni. Hesum er Eyðun Joensen ikki samdur í.

- Eg haldi, tað er gott, at hann ikki bleiv dripin, tí so hevði tað skjótt blivið til tað, at málið bleiv tagt burtur. Ístaðin verða spurnartekin hjá teimum avvarandi og teimum, sum yvirlivdu, minni, tí tey fáa eina ordiliga og neyva forkláring, sigur Eyðun Joensen. 


Breivik fangar okkum

Føroysku fjølmiðlarnir fylgja eisini væl við í málinum um Breivik, og sambært Eyðun Joensen er tað ikki løgið, at føroyingar hava stóran áhuga fyri málinum um norska hópdrápsmannin.

- Hesar ræðuligu hendingarnar eru farnar fram í okkara bróðurlandi, og vit kunnu lættliga identifisera okkum við tað norska fólkið, sigur Eyðun Joensen og leggur afturat:

- Hendingarnar kundu tað sama verið farnar fram í Føroyum, sigur Eyðun Joensen.

Breivik vekir stóran ans, og eins og vit fyrr hava sæð í slíkum málum, verða fleiri kvinnur hugtiknar av honum. Í hesi vikuni bleiv ein kvinna úr Týsklandi útvíst úr Noregi, tí hon gekk við eini mynd av Breivik og segði seg vera forlovaða við honum. Sambært Eyðun Joensen er tað vanligt, at summar kvinnur verða drignar at monnum, ið hava gjørt herviligar brotsgerðir.

- At kvinnur verða hugtiknar av einum sum Breivik er ikki óvanligt. Hann er spennandi, avbjóðandi, og so hevur hann roynt tað ekstrema, nakað, sum eingin annar hevur roynt, greiðir Eyðun Joensen frá.