Presti nýtist eisini stuðul

PRESTUR. Tá harðliga leikar á í lívinum, verður ofta farið til prest at fáa hjálp og troyst. Men prestar eru eisini menniskju og hava sum øll onnur av og á brúk fyri stuðli, sigur nýggi fuglafjarðapresturin, Uni Næs

Tað kemur fyri, at prestur eisini hevur tørv á at lætta egnan treða. Tað ger hann við at venda sær til Harran og eisini ofta við góðum stuðli frá starvsfeløgunum, sigur komandi fuglafjarðarpresturin Uni Næs.

Úr prestagarðinum á Miðalsbrekku í Vestmanna, har Uni Næs hevur verið prestur seinastu átta árini, sita vit við búgvið borð og njóta blíðskapin hjá presti saman við frálíka útsýninum yvir Vestmanna.

»Babba! Kom og hjálp mær í kavadraktina«, verður rópt úr kjallaranum, og prestur reisist og er burtur eina løtu. Tað var yngsta dóttirin, sum skal út at spæla í kavanum.

Og neyvan hevur prestur sett seg aftur, so ringir telefonin. Onkur er, sum vil ynskja tillukku við nýggja starvinum.

Meðan vit sita, kemur prestafrúan, Emily, inn. Hon hevur verið til arbeiðis í Havn. Pedagogur á Sankta Josefs Barnagarði. Hjá nonnunum, sum tað vanliga verður nevnt.

Uni Næs er føddur í Vági tann 13. februar 1957 og búði har tey fyrstu níggju árini av lívi sínum. Tá pápin, Johannes Andreas Næs, varð settur í starv sum landsskúlaráðgevi, flutti familjan til Havnar.

Hetta var eitt av teimum stóru umskiftunum í lívinum, minnist Uni. Í Havn gekk hann so í barnaskúla, real- og studentaskúla. Eftir lokið studentsprógv var Uni Næs vikarur á Eysturskúlanum skúlaárið 1977-1978.

Uni las guðfrøði í Århus eitt ár og kom so aftur til Føroya, har hann helt fram á Fróðskaparsetrinum í tvey ár.

Á Fróðskaparsetrinum las hann saman við fleiri floksfeløgum úr tí sonevnda »Prestaflokkinum« úr Hoydølum. Har vóru umframt Una sjálvan Heri Joensen, prestur í Havn, Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjaranesi og Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba.

Á Fróðskaparsetrinum var eisini Armgarð Arge, sum nú arbeiðir í Útvarpi Føroya umframt adventistaprestin, Anders E. Nielsen, greiðir Uni frá.

Í 1981 fór Uni Næs aftur til Danmarkar at lesa og tók teologiskt embætisprógv í 1986.

Í 1983 giftist hann Emily Johansen av Strondum og helt eitt sonevnt sabbatsár frá lesnaðinum í 1984-1985.

Hann var tó ikki heilt óvirkin kortini. Hesa tíðina nýtti hann til at savna tilfar til høvuðsuppgávuna, sum var í tveimum pørtum, greiðir farandi Vestmannaprestur frá. Evnini vóru økomenisk teologi, um føroyskt kirkjulív í nýggjari tíð og møguleikar fyri samstarvi millum kirkjur og trúarbólkar. Hin parturin var um Heimamissiónina sum rørslu og virksemi hennara frá 1904 til 1985, greiðir Uni Næs frá.

Uni Næs var prestur í Suðurstreymoyar prestagjaldi í 1988, meðan Kjartan Mørkøre, sóknarprestur, var í farloyvi.

Síðan fekk hann ein granskingarstyrk og var eitt ár á Fróðskaparsetrinum, til hann gjørdist skrivari í KFUM. Hetta starv røkti hann, til hann tók við sum prestur í Vestmanna tann 1. mars 1992.


Maðurin Uni

Frítíð og arbeiði eru ring at skilja sundur hjá presti, heldur Uni Næs. Tó er tað soleiðis, at hann hevur ein fastan frídag um vikuna. Hendan dagin plagar hann ofta at fara av bygdini at avgreiða ymiskt, sum gerast skal. Tó er ikki so, at farið verður hvørja ferð, sigur hann. Og heima dámar honum at putlast við ymiskt húsligt, sum hond skal takast í.

Prestur sigur, at hann roynir at fylgja við tí, sum hendir í bygdini. Bæði á sjógvi og landi.

So eru tað børnini, sum eru við í ymiskum so sum ítrótti, og tað verður fylgt væl við teimum, sigur Uni. Bæði í frítíðini, og hvussu gongst teimum í skúlanum.

Uni Næs er kendur innan skótarørsluna, har hann hevur verið virkin grønur skóti. Okkurt smávegis hevur verið gjørt við skótar í Vestmanna, sigur hann, men harmast um, at tað gekst ikki so væl sum ætlað. Eisini hevur Uni Næs verið nevndarlimur í Skótahjálpini.

Av øðrum, hann hevur tikist við í frítíðini, nevnir Uni Næs, prestur, at hann hevur verið við til at givið Kristiligt Ungmannablað út. Hann kom upp í hetta arbeiðið, meðan hann var KFUM skrivari í Havn. Í dag er hann blaðstjóri á blaðnum. Hann tók við sum blaðstjóri fyri trimum árum síðani eftir Jákup Reinert Hansen, sóknarprest í Sandoyar prestagjaldi.

Eisini er Uni Næs, prestur, virkin í Heimamissiónini. Hann er formaður í stýrinum fyri missiónshúsið í Vestmanna.

Annars er prestur, sum vestmanningar allir, VÍF viðhaldsmaður. Og tað kemur meira enn so fyri, at hann er í ítróttarhøllini og hyggur at hondbólti. Men tá StÍF vitjar í Vestmanna, er skjótt at koma í tvístøðu, heldur hann. Tí strandingurin í konuni fornoktar seg ikki, so har skal ein balansugongd til at fáa alt at ganga upp.

Uni uggar seg við, at tá tey nú flyta til Fuglafjarðar, verður tað eitt sindur lættari í so máta. Tá verður tað helst meira legalt at halda við eysturoyarliðnum av Strondum.

Uni Næs sigur, at familja frá fyrsta degi hevur kent seg væl í Vestmanna. Og Emily leggur aftrat, at tað var veruliga fløvandi at kenna ta hjartaligu móttøkuna, tey fingu, tá tey fluttu til bygdar. Fyrsta dagin var húsið fult at blíðum vestmenningum, sum buðu vælkomin, og tey hava kent seg væl alla tíðina, siga bæði.

Og prestur hevur eisini verið við í ymiskum, sum vestmenningar hava tikist við. Til dømis, greiðir Uni frá, hevur hann tvær ferðir verið í Skorunum við vestmenningum. Tað hevur ikki staðið á at sleppa við, um hann ynskti tað, og eisini hevur hann fingið at vita, at hann bara skuldi siga til, um okkurt var, sum hann vildi vera við til.

Prestur hevur eisini verið til skips við Vesturbúgvanum. Tað var á ólavsøku í 1998, at hann var við ein gulllaksatúr. Hann lurtaði eftirólavsøkuprædikuni hjá Andreasi Andreasen, hvalbiarpresti, meðan togað var í ein útsynning úr oyggjunum.

Uni Næs leggur aftrat við einum smíli, at Vesturbúgvin hevði gjørt ein góðan túr, túrin undan. Á veg inn høvdu teir eisini rakt við gulllaks. So nú prestur var komin aftrat manningini, hildu teir, at hetta fór at verða ársins túrur. Men so varð ikki, smílist prestur, uttan at túrurin tó miseydnaðist kortini.

Uni Næs sigur, at hann ongantíð hevur verð sjómaður, so hetta kom væl við, og honum dámdi stak væl.

Uni hevur hvørki bát ella seyð, sum fleiri av starvsfeløgum hansara hava. Hann plagar tó at royna at vera framvið, tá eitt nú verfaðirin skal fletta um heystið, sigur hann.


Stór upplivilsi

Slíkir tilburðir geva ríkar løtur, sigur Uni hugsunarsamur. Tað er gott at koma í samband við fólk, og ógvuliga neyðugt er tað eisini, heldur hann. Tað er ymiskt, hvussu alt fellur í lag. Til dømis var gulllaksatúrurin við Vesturbúgvanum avtalaður í eini konfirmatión, har hann soleiðis hissini nevndi, at tað kundi verið stuttligt at sloppið at roynt tað. Har sat ein skipari, sum tók hann upp á orðið.

Men eisini í sjálvum prestagerninginum eru minni, sum hann fer at goyma altíð, sigur hann. Bæði um lættar og tungar hendingar.

Ein hending, sum hann altíð fer at minnast aftur á, er ein jarðarferð í Gásadali. Tað var ein slík hátíðarlig og stórbær løta, sigur Uni, at hon verður standandi í minninum.

Maður var deyður í Gásadali. Hann hevði sjálvur ynskt at verða jarðaður í kirkjugarðinum har uppi. Uni Næs, sum eisini røkir hálvt prestastarv í Vágum, varð biðin um at hava jarðarferðina.

Í Gásadali fara kirkjuligar hendingar fram í skúlanum. Væl av fólki var komið til Gásadals hendan sjáldsama fagra summardagin, minnist Uni. Ikki rúmtist alt fólkið í skúlanum, so vindeyguni vórðu latin upp, so øll kundu fylgja við.

Tað var ein sjáldsom kensla at standa har til eina jarðarferð við øllum natúrunnar ljóðum blandaðum uppí, sigur Uni Næs. Hann minnist tað sum nakað hugnaligt, at ein kálvur stóð og beljaði stutt haðani, meðan prestur talaði yvir børuni.

Síðan varð farið í kirkjugarðin, og tað festi seg rættiliga í sinnið at hoyra sálmasangin ekkóa aftur úr fjøllunum. Av sonnum ein hugtakandi løta, har ein kendi seg rættiliga nær skapanarverkinum, minnist Uni Næs, prestur.


Góðir starvsfelagar

Uni Næs er prestur í Norðstreymoyar- og Vága prestagjaldi við bústaði í Vestmanna.

At hann er prestur í báðum støðum ger, at hann røkir tað prestagjaldið, sum víðast er um at fara. Úr Mykinesi til Tjørnuvíkar og Saksunar. 13 kirkjur umframt skúlan í Gásadali. So tað krevur ávís evni til at samstarva, tí tað eru tríggir aðrir prestar í hesum báðum prestagjøldunum. Tveir í Norðstreymi og ein í Vágum.

? Men tað hevur gingið óføra væl, sigur Uni Næs. Starvsfelagarnir hava verið óguliga lagaligir at arbeitt saman við.

Tað er soleiðis hjá presti, at ofta verður heitt á hann, tá eitt nú vanlukkur henda. Prestur er eisini eitt menniskja við øllum teimum kenslum, sum eitt menniskja hevur. Og tað kann eisini fyllast hjá presti, tá hann skal taka í móti frá øðrum. Tá er tað gott at hava hjálpsamar starvsfelagar, sum bjóða sær til at lætta um, sigur Uni Næs.

Eins og hann hevur haft sera gott samstarv við starvsfelagarnar í fólkakirkjuni, ynskir Uni Næs eisini eitt gott samstarv við aðrar trúarbólkar og fríkirkjur í Føroyum.

Øll eru saman um sama boðskapin, men tað manglar avgjørt ein dialogur millum hesar bólkarnar, heldur Uni.

At tað ber til at samstarva er 1.000 ára haldið fyri kristnitøkuna í Føroyum tó eitt gott dømi um.

Nú Uni Næs fer í starv sum prestur í Fuglafirði, ynskir hann at leggja dent á, at tað avgjørt ikki er tí, at honum ikki dámar í Vestmanna.

Tvørtur í móti hevur øll familjan kent seg sera væl í Vestmanna, og tey hava altíð verið væl móttikin. Tey hava alt gott at bera vestmenningum.

Tað er ein broyting at flyta. Serliga hjá teimum eldru børnunum, sum nú skulu skifta skúla.

Hinvegin er tað ivaleyst sunt bæði hjá presti og kirkjuliði, at skift verður av og á, heldur Uni Næs. Báðir partar treingja heilt natúrliga til endurnýggingar.